Trý lið á odda í 1. deild

Óvæntaður stórsigur til hvalvíkingar og tepur sigur til havnarmenn hevur við sær, at trý lið nú eru jøvn fyrsta plássi í ovastu deildini eftir sjeynda umfar

 

Talv


Seinastu nógvu vikurnar hava klaksvíkingar fyri hvørt umfar styrkt um teirra oddastøðu, men hetta vikuskifti vildu hvalvíkingar annað. Teir fóru manssterkir til Klaksvíkar og fóru yvir um Leirvíksfjørð aftur við stórsigri í skjáttuni. Heili 3-1 varð úrslitið.

Martin Brekká hevur í ár verið sera støðugur, og ímóti Rana Nolsøe fekk hann eisini fyrimun í byrjanini. Hann fekk sær eina frífinnu, sum plágaði Rana somikið, at hesin tók hesa við at lata frúgv fyri rók og bisp. Martin hevði tá nóg góða støðu at avgera talvið til hansara fyrimun. Steintór Rasumussen, sum annars higartil í ár hevur havt góð úrslit, var ikki við sunnudagin.

Á øðrum borði tapti klaksvíkingurin Tummas M. Anthoniussen á fyrsta sinni í ár. Finnbjørn Zachariassen bleiv tann fyrsti at bróta sigurðsrøð Tummasar í einum longum drúgvum rókaendatalvi.

Sámal Christiansen fekk avviklað fyrimun sín ímóti Ingolf Gaard til vunnið endatalv við at hertaka sjeyndu røð við rókum sínum.

Rúni Dragaberg bjargaði æru klaksvíkinga við sigri sínum á Gunnar Joensen. Rúni vísti hegni í sisilionsku byrjanini og vann heldur lættliga.

Júst sum flest væntaðu at klaksvíkingar sjálvir fóru at avgera FM-heitið blivu teir steðgaðir, og hava hvalvíkingar nú eins nógv stig.


Høvuðsstaðarfelagið hevur um endan

Skjótt kann venda, eisini í talvi. Við 2,5-1,5 sigrinum ímóti vestmenningum liggja havnarmenn nú á deildum fyrsta plássi.

Haldur S. Johansen var væl fyrireikaður tá hann fekk javnleik ímóti John Rødgaard. Talvið vardi bert seytjan leikir.

Herluf Hansen og Torbjørn Thomsen leiktu somuleiðis ein stuttan javnleik á øðrum borði. Herluf hevði yvirvág tíðliga í miðspælinum, men Torbjør útjavnaði.

Á triðja borði stóð Suni Merkistein nakað kroystur, men John Jacobsen fekk ikki avgerandi fyrimun og javnleikur bleiv samdur.

Einasta avgerandi talv í hesum dysti varð talvið ímillum Olaf Berg og Petur Højgaard. Olaf telvaði væl, har hann í røttum Tal-stíli fekk fólk síni í røttu álopsstøðu, og vann tá sannførandi.

Enn ein kærkomin sigur til havnarmenn, men hinvegin eru vestmenningar enn við. Bert hálvtriðja stig er upp til oddan.

Í Kollafirði var botnliðið úr Sandavági á vitjan og fingu teir heiðurligt úrslit vestur við aftur, nevnliga javnleikur 2-2.

Eitt lítið afturstig hjá kollfirðingum, men teir eru bert eitt stig aftan fyri tey trý fremstu liðini, og tískil kunnu teir enn saktans náa teirra mál.

Spenningurin er øktur nú bert trý umfør eru eftir at leika. Komandi leygardag verða dystirnir hesir; Hvalvík ? Havnin, Sandavági ? Klaksvík og Vestmanna ? Kollafjørður.


Havnin enn fremst í 2. deild

Líkt er til at bert toftamenn kunnu steðga havnarmonnum at flyta upp í fyrstu deild. Síðani ferfaldaði føroyameistarin Jens Kristian Hansen er komin við aftur hevur eydnast væl hjá teimum. Havnin 3, sum liggur klárt aftast, megnaði tó at fáa hálvtannað stig frá toftamonnum.

Toppdysturin millum Runavík og Havnina 2 endaði við 2,5-1,5 sigri til Havnina, sum helst eisini brast vónirnar hjá runavíkingum um uppflyting.

Gøtumenn hanga enn í, og við 3-1 sigrinum á Klaksvík liggja teir nú á triðja plássi.

Í 3. deild liggja vestmenningar tvey stig fremstir, meðan havnarmenn á øðrum plássi liggja hálvt stig framanfyri kollfirðingar. Vestmenningar hava eitt sterkt lið, og ringt verður tí at steðga teimum.


Útisetar mistu leiðsluna

Stórsigurin 5,5-2,5 á Københavns Skakforening um vikuskiftið varð ikki nóg mikið at varðveita fyrsta pláss í triðju deild í donsku liðkappingini. Hitt toppliðið úr Ballerup sín dyst 6-2, og eru tí hálvt stig fremri enn Talvfelagið Føroyar. Bert tvey umfør resta í.

Liðið føroyingarnir vunnu á var nakað væl veikari, teir høvdu úr 2200 niður til 1800 í rating. Teir, sum vunnu, vóru John Arni Nilssen, Bogi Ziska, Heini Danielsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Heini Olsen, Eyðun Nolsøe og Jóan H. Andreasen leiktu javnleik, meðan Terji Petersen tapti.