í valbókina. Alt var sum tað skuldi vera. Sambært teimum báðum vallistunum høvdu 425 fólk verið á vali. Hetta var neyvt sama talið, sum uppteljararnir vóru komnir til. Alt var, sum tað átti. Klokkan var [...] Eiði. Ósamsvarið Men ein broyting var. Í øllum fýra teljingum varð komið fram til, at samlaða talið av atkvøðum var 426 og ikki 425, sum komið varð fram til valkvøldið. Hetta er ein atkvøða meira enn ført [...] bygdarráðið kortini at burturvísa kæruni, sum nú liggur hjá landsstýrinum. Notatið Á bygdarráðsfundinum 12 desember 2000 var Annfinnur V. Hansen advokatur til staðar, sum eygleiðari. Hann sendir nú landsstýrinum
Vàgum, at ein nýggjur flogvøllur er ein rættiliga dýrur prísur at betala fyri nakrar fáar lendingar og fráferðir, sum kunnu teljast á aðrari hondini. - Eg haldi, at tann milliardupphæddin, sum ein nýggjur [...] byggja ein flogvøll afturat í Føroyum. Tað sigur Marjus Dam, løgtingslimur fyri sambandsflokkin í Vágum. Og hann staðfestir somuleiðis, at fær hann ikki fullgóð prógv fyri, at ein flogvøllur liggur betri [...] at flyta flogvøllin úr Vágum. Tí er alt tos um ein alternativan flogvøll ein hóttan ímóti vøllinum í Vágum. Hann heldur tí, at hetta er ikki annað enn ein roynd at lumpa flogvøllin úr Vágum. Milliardin
tænastu, frá einum, sum skal døma tey? Tað er ein púra natúrligur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum rættarmál. Tað hevur eisini týdning sum ein liður í at taka stigini [...] samfelt krav frá fólkinum øllum. Tað liggur eitt drúgt stríð aftanfyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið [...] gera føroyska orðabók og at virka fyri at fáa føroyskt inn í skúlan bæði sum lærugrein og sum skúlamál. Eisini at fáa føroyskt sum kirkjumál og at seta á stovn føroyskan háskúla. Í 1938 bleiv kravið um,
Flogbóltssambandinum. – Ein orsøk er, at tað er heldur lættari at sleppa fram at ítróttarhøllini á Eiði, sum kanska ikki er so upptikin sum fleiri av hinum hallunum. Hartil er hetta ein øgiliga góð høll, ið [...] hálvfinaluni í steypakappingini, sum verður í ítróttarhøllini á Eiði. Her verður spælt eftir prinsippinum hjá ABBA, at »the winner takes it all«, tí vinnarin kemur í steypafinaluna, sum verður tann 20. februar [...] hálvfinalu í steypakappingini á Eiði, og enntá eru liðini tey somu sum í fjør, tá tað eydnaðist Fleyr at vinna og koma í finaluna, sum eisini tá var ímóti SÍ. So fæst at síggja í kvøld, um tað verður endin
aftrat. Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at soleiðis, sum støðan er í løtuni, er tað bara ein spurningur um tíð, nær línuflotin liggur. [...] fyri nógvum árum síðan fingu fleiri og fleiri fiskavirkir á landi, sum fóru at virka dýrar vørur burtur úr hesum fiskaslagi, fekk hýsa, sum tann góði fiskur hon er, eisini sín prís, tó at fiskaprísir altíð [...] at myndugleikarnir tryggja okkum so fríar teymar sum gjørligt at selja veiðina, har mest kann fáast fyri hana. Hetta hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú, um línuflotin skal hóra undan kreppuni. Jóhannus
einum stórum lørifti, samstundis sum Kaisen dramatiserar tað sum fer fram. Boðskapurin er einfaldur: Ættleiddu børnini hava liðið óbótaligan sálarligan skaða í einum leiki, sum bert hevur havt til endamáls [...] Heldur ikki her kennir hon seg heima, og má spakulig lata flaggið glíða niður á gólvið, har tað liggur sum ein tómur meingsleysur hamur. Næstu løtu er hon í ferð við at vinda hvítt klisturband runt og runt [...] horvin aftanfyri hvíta klisturbandið við áskriftini Thank You . Ivasom ørindi Meðan framførslan sum frásøgn sum nevnt virkaði sterkt í løtum, var tað nakað ivasamt, hvørji hennara ørindi í grundini vóru. Ella
fíggjast við yvirskoti av skálafjarðartunlinum. Hetta er ein sera góður leistur fyri tey, sum búgva í miðstaðarøkinum, tí tað verður í minni mun tey, sum koma at nýta skálafjarðar- og sandoyartunnilin. Tað [...] høvuðsheitum tey uttan fyri Havnina, sum verða stórbrúkarar av tunlunum báðum. Ferðslan gongur til Havnar um morgunin og úr aftur Havnini um kvøldið, tí vit hava ein høvuðsstað, sum veksur stútt og støðugt, og [...] landsverki: Uppskotið er ósamhaldsfast, tí tey, sum fara at brúka skálafjarðartunnilin, koma at gjalda ein yvirprís uttan at fáa nakað afturfyri og tey, sum búgva í miðøkinum sleppa undan at gjalda sand
síðani, tá løgmaður lovaði, at nú skal nakað henda. Sum so ofta var tankin jaligur og ein álit varð gjørt. Harafturat varð ein fulltrúi settur, sum partvíst skal taka sær av útoyggjamálum. Útoyggjafelag [...] partvíst er hon óðal og óðalsjørðin er ofta smábýtt. Av tí sama er nógv uttanbýggjajørð, sum kanska liggur í órøkt, men sum kanska eisini verður røktað, og hesir óðalsmenn eru kanska aftur fyritreytin fyri, [...] Oddagrein Um nøkur fá ár eru seinastu fólkini rýmd úr fleiri útoyggjum!!! Hetta er ein av daprastu spádómunum, sum hevur ljóðað, nú útoyggjastevna varð hildin í Svínoy. Um hesin spádómur verður veruleiki
alt ár - hevur Skálafjørðurin verið ein rættiligur mathjallur hjá eitt nú toski og springarum. Bátar, sum hava roynt við línu og snøri, hava gjørt heilt góðar dagar. Ein maður á Strondum fekk herfyri 1600 [...] 1200 pund og tveir slánar? Per sigur, at meginparturin av toskinum, sum er fingin á Skálafjørðinum, er toskur 3 ? ella fiskur, sum liggur millum 4 og 6 pund, so hetta er stórur fiskur. Spurdur, um fiskurin [...] hevur ført fiskin inná fjørðin, og her er nógv føði; tí fer fiskurin ikki útaftur. Per, sum í mong ár hevur havt sum ítriv at vera á floti í frítíðini, sigur frá royndum útróðrarmonnum, at tað er ikki óvanligt
innanfyri mentanarliga øki, og hetta kann mestur roknast sum ein av orsøkunum til, at tað gjørdist hon, sum skal í landsstýrið. Hon sær tað sum ein forkunnugan møguleika at sleppa at royna sæti í landsstýrinum [...] kann gerast ein fyrimunur, tá eg kanska ikki eri so slípað, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ongantíð hevur stillað til eitt løgtings- ella fólkatingsval. Hon sigur seg hava greiðar hugsanir, sum fara at merkja [...] merkja hennara arbeiði sum landsstýrismaður næstu árini. ?Sum læraraskúlanæmingur liggur fólkaskúlin sjálvandi mær rættiliga nær. Eg ætli eisini, at fáa vent tað nógva av kjakinum um fólkaskúlan til at gerast