Hava breiðari hóp

- Vit hava ein breiðari hóp enn tær, og tí avhongur ikki so nógv av einum leikara hjá okkum. Hetta sigur Una Olsen hjá Stjørnuni. Hon væntar tó ein javnan dyst ímillum tvey lið, sum eru von við at spæla slíkar dystir ímóti hvørjum øðrum

HONDBÓLTUR

Stjørnan hevur verið tað liðið, sum hevur fingið bestu úrslitini í bestu kvinnudeildini í hondbólti seinnu árini. Á hvørjum ári hava tær verið við í oddinum í landskappingini, og harðasta kappingin hevur aloftast komin frá VB og Neistanum.
Eisini í steypakappingini hava úrslitini hjá Stjørnuni verið góð. Tær hava verið mest sum fastur fúsur í steypafinaluni hjá kvinnum seinnu árini, og í ár er einki undantak í so máta. Hesaferð er tað VB, sum bíðar í finaluni, og Stjørnan má undan dystinum taka til takkar við at vera favorittur.
Í landskappingini liggja tær fremst, og í steypakappingini vistu tær eina øgiliga styrki, tá tær møttu Neistanum, sum liggur á øðrum plássi í landskappingini, í hálvfinaluni. Her vunnu tær við heili 16 málum í Havnini, meðan seinni dysturin eisini endaði við einum tryggum sigri til Stjørnuna.
Hetta eru nakrar av orsøkunum til, at Stjørnan er favorittur, men í eini finaluna kann alt henda.

Allar eru tøkar
Tá Stjørnan spældi dyst í landskappingini síðsta sunnudag ímóti StÍF, máttu tær vera ein av sínum mest týðandi leikarum fyri uttan. Alina Olaru sat nevniliga uttan fyri í tí dystinum við einum skaða í knænum, men Una Olsen hjá Stjørnuni sigur, at Alina er klár at spæla aftur.
- Vit valdu at lata Alina hvíla síðsta vikuskiftið, tí hon hevði ávísar trupulleikar við knænum. Hon hevur tó vant í vikuni, og hon tykist ikki at hava nakrar stórvegis trupulleikar nú, so hon verður heilt sikkurt klár til steypafinaluna. Annars haldi eg, at allar eru tøkar til dystin leygardagin, so vit mugu bara royna at koyra á.
- Dystirnir millum okkum og VB eru næstan altíð spennandi, og eg vænti ikki, at hesin verður nakað undantak. Vit hava tað ofta trupult í Vági, meðan tær hava tað trupult norðuri í Klaksvík, so nú verður spennandi at síggja, hvat tað endar við. Vit ætla okkum í øllum førum at vinna, sigur Una Olsen.

Skulu steðga Daivu
Tað er eingin loyna, at VB hevur ein sera sterkan leikara í Daivu Tuomaite. Una ásannar eisini, at Daiva er ein góður leikari, men hon væntar eisini, at aðrir leikarar hjá VB kunnu geva trupulleikar.
- Daiva er ein ótrúliga góður leikari, og hon hevur ómetaliga nógv at siga fyri tær. Hon er heilt sikkurt tann leikarin hjá teimum, sum vit skulu halda eyga við. VB hevur tó eitt gott lið, og tær fáa sikkurt eisini Gurið Mortensen heim til dystin úr Danmark. Gurið kann fáa ein týdningarmiklan leiklut fyri tær, so hetta er eisini ein leikari, sum vit mugu ansa eftir.
Una leggur afturat, at málmenninir helst fara at fáa ein stóran leiklut í dystinum, men at teirra avrik eisini fer at ávirkast av verjuspælinum.
Una sigur at enda, at um allar taka ábyrgd, so skal tað nokk fara at ganga.
- Vit hava ein breiðari hóp enn tær, og taka allir leikararnir ábyrgd, so vera vit ringar at steðga leygardagin.