nýggjárinum í 1953 var sovjetski leiðarin, Josef Stalin, í ferð við at fyrireika eitt nýtt átak ímóti jødum og nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum. Í januar avdúkaðu myndugleikarnir, at nakrir av læknunum [...] meginpartin av æruni. Í 1930-árunum gav Stalin boð um at umskipa sovjetska landbúnaðin, ein avgerð, sum elvdi til, at fólk í stórum tali doyðu í hungri. Fleiri milliónir bøndur vórðu tiknir og fluttir í fangalegur [...] Stalin-tíðina í teirri tiltiknu røðuni á floksfundinum í februar í 1956. Fimm ár seinni, á floksfundinum í 1961, funnust fleiri røðarar at Stalin, og tey næstu árini vórðu standmyndir av Stalin brotnar
hevur havt høvuðsábyrgdina av bókini ²Nordiske kunstnerhjem², sum kom út hósdagin á donskum. Sosialurin hitti Finn Jor í heiminum hjá norska myndahøggaranum Gustav Vigeland í Oslo. Finn Jor sigur, at tað [...] sum búgva í heitari og ljósari londum. Tí eru vit eisini upptikin av at gera nógv burturúr heiminum. Heimið er ikki bert eitt stað, har vit sova ella eitt vindskjól. Vit eru har helmingin av lívinum, vit [...] ein part av sjálvum lívinum; tí er tað ikki so løgið, at vit hava varðveitt so nógv av heimunum hja okkara listafólkum, meinar Finn Jor, ið hevur arbeitt sum mentanarblaðmaður millum annað í Aftenposten
eisini í Føroya Siglingarsøgu. Hetta er, tá Jan Jacobsen í Nólsoy førir sluppina árini 1915 og 1916. Jan, sum tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1904, er føddur 30. juli í 1880 og doyr 22. februar í 1944 [...] úr Yarmouth í juli í 1901. Í 1903 og 1904 førdi Niels Juel Golden Harp, men longu hin 8. apríl í 1903 – bert stutt eftir, at hann kom til Føroya við henni – hevði Niels selt tveir triðingar av sluppini til [...] Hans var føddur 2. mars í 1879 og tók sum so mangir aðrir skiparaprógv hjá Jens í Dali (1905). Í 1909 førir Jóannes Isaksen av Viðareiði skipið. Jóannes er føddur 27. januar í 1886, og sambært siglingarsøguni
stórur tunnilsmunni í einum av Føroya vakrasta økið, sum er ein sonn perla í Vágum. Hvør hevur ábyrgdina um okkurt miseydnast ? Soleiðis at umhvørvið og bergið verður gjørt aftur í sama stand. Um summari [...] summari verður hetta økið nógv vitja av bæði vágafólkið og ferðafólkið. Eisini er stutt at ganga út í Oyrar. At vera úti í Oyrum og við Bøsdalafoss er nakað serstakt og tað er ein serligur friður, ið valdar [...] valdar har úti. Hetta kemur kanska serliga av tí at tað als ikki er nakar vegur í haganum. Barnafamiljur liggja mangan har úti í tjaldi og hugna sær og njóta náttúruna, burtur frá øllum gerandis rokinum. Alt
heilt inn í sálina. Og tað havi eg valt. -- Knekkbreyð frá starvsfelaganum Eileen 1 dl. av havragrýni 1 dl. av sesamfræ 1 dl. av hørfræ 1 dl. av sólblómukjarnum 1 dl. av græskarkjarnum 3 ½ dl. av hveitimjøli [...] hveitimjøli 2 dl. av vatni 1 ¼ dl. av olju 1 tsk. av bakipulvuri 2 ½ tsk. av salti Verða bakað í 200 stigum í 15-20 minuttir. -- Tekstur til málningar: Hedvig hevur innrættað sær eitt málikamar í húsinum. Hendan [...] Latte í Baresso, eta Brunch við børnunum á Hvonn ella gera kvetti í Klivanum. Eg vil kunna velja tað til, men ikki vera partur av larminum hvønn dag, sigur hon, og fær sær eitt petti av ananas av avlanga
góvust at sleppa seyð í Kvívíksskor, er ilt at siga. Onkur hevur nevnt í 1937, og tað er á góðari leið, verður sagt av øðrum. Tey fýra frælsini í Kvívíksskor hoyra til Notringarnar. Í Kvívíksskor Um 9-tíðina [...] Tá teir fingu rikið veðrin í eitt slag av haldi, herjaði hann á, mest sum í villareiði, so eitt sindur av dramatikki var eisini, áðrenn teir fingu veðrin. Tað gekst tó væl í hond at halda honum, tó at [...] høvdu teir tikið ein stóran saltsekk við, har veðrurin var lagdur í, og so hálaður upp. Alt hetta gekst sera væl í hond, verður sagt av einum av monnunum, sum var niðri. Veðrurin kundi fyri tað havt verið alt
heitari strond í Spaniu í býnum Palma á oynni Mallorca. Sum myndin av familjuni boðar frá, so er hetta ein góð løta. Mamma og babba í besta blóma og vit tríggir í einari røð. At ferðast í Spania var ikki [...] Við Eli í Espania í 1961 Sum seks ára gamal minnist eg meg liggja og grátt í hospitalssong í Keypmannahavn. Eg hoyrdi dunið av propelflúgvarum, sum fóru framvið. Eg hugsaði, at nú fóru tey avstað til, [...] Epania í 1974 Í 1974 vóru hesir vøkru unglingarnir í Costa Del Sol. Um tit skuldu verið í iva, hvørjir teir eru, so eru tað Jákup Simonsen úr Fuglafirði, Jóannes Hansen úr Klaksvík og eg. Eftir at hava steðgað
verða summi mestsum bara undirdýkt í gávum. Líggjas í Bø, størsta nýbrotið í føroyskum skaldskapi í seinnu helvt av síðstu øld (tað helt Chr. Matras eisini), eigur í klassikaranum: »maðurin og moldin« [...] táið hon av og á tekur til pennin í bløðunum. Kanska eru syskini bæði ikki júst hugfangað av somu hugtøkum, men stílurin hjá Janusi er líka so eyðkendur sum hennara. Ingálvur Undir fagnaðartaluni av Bent Irvi [...] longur á leið í abstraheraðu strikumyndunum í yrkingasavninum " - og dansurin gongur" eftir T.N. Djurhuus (1928-71). Men hvør um landið kennir ikki óðalsogn í høgg- og skurðmyndum Janusar, eins og í Ing-álvi
munur. Tað er í báðum førum - eins og í øllum øðrum førum, tá tað snýr seg um almennar vælferðartænastur - løntakararnir sum gjalda av sínum arbeiðsavriki, av síni løn. Um hesin skatturin fer í landskassan [...] part av almannapensjónini í Føroyum. Føroyar eru ikki Danmark. Og viðhvørt duga vit betur í Føroyum. Tað er Samhaldsfasti eitt dømi um ! Hetta er pensjónin – við Samhaldsfasta í Føroyum og ATP í Danmark [...] kanska sum teir einastu í okkara parti av heiminum. Framhaldandi menning av Samhaldsfasta Bæði løgtingsins Trivnaðarnevnd og Fíggjarnevnd hava víst á, at neyðugt er við ávísum broytingum í Samhaldsfasta sum
fólki, sum skuldu av í Havn. So, hetta var ein frálíkur ? og tann einasti ? møguleikin hjá fólki á meginøkinum, sum ikki koyrdu í egnum bili, at sleppa av aftur oynni og inn aftur í stórbýin, um tú ikki [...] kirkjusøguna á Húsum. Niðri í gamla Bakka-handlinum var áhugaverd framsýning av gomlum lutum, og uppi í skúlanum var framsýning og søla av handgjørdum lutum og málningum. Í bygdahúsinum kundi tú keypa [...] vóru á veg norðureftir, gingu í smáum bólkum. Tey flestu ungfólk. Onkur teirra var komin undan okkum. Í okkara lítla fylgi var Gunnvør, sum fyrr í vikuni var komin aftur av harmonikutúri við Norrønu. Prátið