JOSEF STALIN ? ringasti bøðilin í 20. øld

Í gjár vóru 50 ár, síðani teir sovjetsku myndugleikarnir almannakunngjørdu, at landsins leiðari, Josef Stalin, var deyður 73 ára gamal. Hóast navn hansara er tengt at forfylging, fólkamorði og øðrum ræðuleikum, eru tað framvegis russar, ið meta hann sum ta stóru hetjuna

Á nýggjárinum í 1953 var sovjetski leiðarin, Josef Stalin, í ferð við at fyrireika eitt nýtt átak ímóti jødum og nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum. Í januar avdúkaðu myndugleikarnir, at nakrir av læknunum hjá leiðaranum høvdu lagt eina ætlan um at beina fyri fleiri av teimum ovastu leiðarunum í Kreml. Ein av medarbeiðarum Stalins, Andrej Zjdanov, var júst deyður, og Stalin vildi vera við, at tað vóru læknarnir, sum høvdu myrt hann, og at teir eisini ætlaðu at beina fyri fleiri øðrum. Alt fyri eitt varð skipað fyri einum átaki ímóti drápsmonnunum, og tá tað varð avblást í apríl, vóru fleiri av læknunum, sum teir flestu vóru av jødiskum uppruna, deyðir orsakað av píning undir avhoyringunum.
Josef Stalin, sum upprunaliga æt Josef Vissarionovitsj Dzjugasjvili, fekk veruliga vind í tey politisku seglini seinast í 1920-árunum. Maðurin úr Gori í Georgia var ein meiri at kalla ókendur limur í leiðsluni undir og aftan á kollveltingina. Hann var ikki tann stóri røðarin, og tað lá heldur ikki so væl fyri við penninum. Tað vóru tí tey fægstu, sum hugsaðu um hann sum eftirmann hjá Vladimir Lenin, tá hesin doyði í januar í 1924. Kommunistaflokkurin sat nú við øllum valdinum, og Stalin, sum var aðalskrivari í flokkinum, nýtti støðu sína til at rudda allar teir trúgvu medarbeiðararnar hjá Lenin av vegnum. Flokkurin fekk valdið yvir statinum, og andstøða var eingin. Í 1930-árunum komu tey stóru Moskva-rættarmálini, har mótstøðumenninir hjá Stalin vórðu ákærdir fyri landasvik, dømdir til deyða og avrættaðir.
Persónsdyrkan
Hesir leiðararnir vórðu strikaðir úr øllum sovjetskum søgubókum, og myndir av teimum vóru heldur ikki at síggja nakrastaðni. So seint sum fyrst í áttatiárunum bar tað ikki til at prenta nøvnini á teimum, sum høvdu sitið í teirri fyrstu kollveltingarstjórnini hjá Lenin. Stalin skipaði eisini fyri at umskriva søguna hjá kommunistaflokkinum, so hann sjálvur fekk meginpartin av æruni.
Í 1930-árunum gav Stalin boð um at umskipa sovjetska landbúnaðin, ein avgerð, sum elvdi til, at fólk í stórum tali doyðu í hungri. Fleiri milliónir bøndur vórðu tiknir og fluttir í fangalegur, har teir vórðu settir at fullføra stórar ídnaðar- og útbyggingarverkætlanir.
Millum kommunistar í Vesturheiminum gjørdist Stalin tann stóra fyrimyndin, og tað almenna propagandatólið syrgdi fyri, at innanlands varð hann umrøddur sum mannaættarinnar sól, ein sannur snillingur og sum tann stóri lærarin hjá øllum. Einki vísindaligt verk, ja, sjálvt ikki ein einasta blaðgrein kom á prent, uttan at víst varð til brøgdini hjá Stalin. Hendan persónsdyrkanin gjørdist serliga stór, tá Stalin undir seinna heimsbardaga tók leiðsluna yvir hermegini.
Undan heimsbardaganum hevði Stalin skriva undir ein ikki-álopssáttmála við Nazitýskland. Tað gjørdi, at Sovjetsamveldið fekk ein part av Pólandi, Estland, Letland og Litava. Teir skuldu eisini fáa Finnland, men finnlendingar settu seg upp ímóti tí. Í fleiri ár sýttu sovjetsku myndugleikarnir fyri, at teir høvdu gjørt ein slíkan býtissáttmála við Týskland, og í veruleikanum kom tann almenna sovjetska viðurkenningin ikki fyrr í 1991, tá Sovjetsamveldið var dottið sundur. Tá kom eisini fram, at Stalin hevði givið boð um at skjóta 15.000 polskar heryvirmenn í mars í 1940. Trý ár seinni komu týskararnir fram á hópgrøvina, men Moskva helt fast um, at tað vóru týskarar, sum høvdu skotið polsku heryvirmenninar.
Uppgerð
Persónsdyrkanin var ongantíð so stór sum um tað mundið, tá Stalin fylti 70 tann 21. desember í 1949. Úr Prag fór eitt tok fult av gávum til sovjetska leiðaran, og Pravda prentaði føðingardagsheilsanir í fleiri mánaðir. Tað kann tí tykjast løgið, at hóvastákið um Stalin tagnaði at kalla beinanvegin, eftir at hann var deyður í 1953, men í veruleikanum byrjaði ein uppgerð við tíð hansara beinanvegin. Bara fáar mánaðir eftir at Stalin var deyður, varð tann tiltikni løgregluovasti hansara, Lavrentij Berija, dømdur til deyða og avrættaður.
Tann nýggi floksformaðurin, Nikita Khrusjtsjov, tók tað fyrsta veruliga stigið til eina uppgerð við Stalin-tíðina í teirri tiltiknu røðuni á floksfundinum í februar í 1956. Fimm ár seinni, á floksfundinum í 1961, funnust fleiri røðarar at Stalin, og tey næstu árini vórðu standmyndir av Stalin brotnar niður, og tann søguligi býurin Stalingrad fekk navnið Volgograd.
Í dag eru vesturlendskir og russiskir søgufrøðingar á einum máli um, at Stalin var tann ringasti hópdrápsmaðurin í 20. øld. Teir eru eisini á einum máli um, at hansara politisku evni stóðu ikki mát við tað umdømið, hann hevði innanlands, men hinvegin er eingin ivi um, at hann átti sín lut í, at týski herurin mátti dvína á eysturhermótinum.
Vestureftir?
Tað hevur ofta verið spurt, hvørjar tankar Stalin mundi gera sær, tá tann reyði herurin sópaði týskararnar undan sær vestureftir. Averell Harriman, sum var amerikanskur sendiharri í Moskva eitt tíðarskeið undir seinna heimsbardaga, hevur greitt frá einari samrøðu, sum hann hevði við Stalin uttan fyri Berlin á sumri í 1945. Harriman helt fyri við Stalin, at tað mundi vera hugaligt hjá sovjetska leiðaranum at kunna hitta sínar sameindu í sjálvum Berlin.
- Aleksandur Fyrsti kom heilt til París, svaraði Stalin.
Tað er einki at ivast í, at Stalin dugdi søguna um Napoleonskríggini, men um hann hevði hugsað sær at halda fram til París, er ikki greitt. Men hinvegin er eingin ivi um, at Sovjetsamveldið hevði hernaðarligar ætlanir um eitt átak vestureftir. Um nakrar politiskar ætlanir vóru um tað í Stalin-tíðini er harafturímóti ógreitt, tí samfelagið var sera illa fyri eftir tann ovurhonds stóra missin undir seinna heimsbardaga og tað náðileysa stýrið.