menniskja. Eg var eftir nátungum í ár ,og hann spurdi um teir ikki kundi fáa eitt kók, hann mungaði so nógv eftir einum kóki, jú tað var gamaní, teir fingu eitt kók. Tá sigur Jens Reinold, ”ein havhestaungi [...] og vildi bert sleppa foldum frá, hann bað bróðursonin leggja streym í gangin, so at Hanni kundi fáa jólaljós í gangin, so tað kundi vera hyggiligt hjá honum á jólum. Tá hevur Jens Reinold vita at hansara [...] altíð sera hugnaligt at koma út at vitja til høgtíðir, og sum prestur og Poul Færø søgdu, at tað var so hugnaligt, at koma innar til teir, reint og ruddiligt, serliga til jólar við øllum jólapyntinum. Jens
í Hovi. Saman fingu tey 3 børn, Ann Mari, Jógvan og Arnold. Josefina bleiv 14. juli omma til ein lítlan fittan beiggja. Hon gleddi seg nakað so nógv til at blíva omma, hevði planir um, hvat tey fóru [...] familju, og var hon so sera ófør at ferðast norðeftir í vikuskiftum at vitja. Eisini var hon ófør sum fáur, at vitja vinir. Nú hon ikki er her meir, er eitt stórt tómrúm. Josefinu dámdi so sera væl svimjing [...] teirra nýggja heimi. Góðu tit, Alexius, Ann Mari, Høgni og Jóhan, Jógvan og Arnold. Má harrin styrkja tykkum og verða hjá tykkum í tykkara sorg og sakni. Vit lýsa frið yvir minnini um Josefinu. Jesus verið
vís, men tey høvdu sína barnatrúgv. Góðu Finnur og Jutta, nú eru tit flutt heim til Jesus, sum tit virkaðu fyri. Í mínum hjarta eiga tit eitt pláss! Jú, Finnur og eg sótu mangan í djúpum samrøðum í stovuni [...] Jutta vóru í Skopun, vóru tey grannar hjá okkum, tey búðu á “Bø”. Tey fyltu nógv, so vit sum vóru ung samlaðust rundan um tey. Tá vit hoyrdu í samkomuni, at Finnur og Jutta komu, gleddist vit øll, tí har [...] evangeliskum møti, tað var nú um dagarnar. Tá nevndi tann, sum talaði, at hann hevði verið langt úti í drukk, men ein dagin Finnur kom niðan á Blákross kafé’ina og teir fingu eitt gott prát saman, tá segði
havi eg eisini havt ta gleði at havt Jógvan í starvi hjá kommununi. Um ein møtti honum uttan fyri býráðshúsið ella onkrastaðni í býnum, so var hann altíð smílandi og kom við onkrari skemtiligari viðmerking [...] tað vera passandi, at borgarstjórin segði nøkur orð. Hóast eg ikki hevði møguleika at møta upp, so fingu vit gjørt eitt filmsbrot, ið síðani varð víst á veitsluni. Tað var týðiligt, at hann hálovaði mammu [...] Pápi tín var errin av tær og ynskti tær alt so væl. Góða Annbjørg! Tú og Jógvan hava stuðlað hvørjum øðrum fyrimyndarliga. Má Harrin halda sína tryggu hond um teg og geva tær troyst. Góða Elsba, Jógvan
aldri, hvussu glað vit vóru um hesa gávu. Og tú kom sjálvur at seta hana upp í Haraldsetovu. Eg vænti ikki, at nakar annar hevur fingið so góða gávu frá vinum sínum sum eg. Tit vóru ein familja, sum litu [...] drongur. Eg kundi skrivað nógv um tykkum, men minnini havi eg tó so nógv og góð um tykkum. Saknurin er stórur hjá tykkum Dennis og Peturi og familjum tykkara. Vit hava tó vissuna um, at vit skulu síggjast aftur [...] var hjálpsamur. Var tað okkurt, vit ikki dugdu, var tú altíð klárur. Og tað sama kann sigast um Jyttu. Tit fingu tykkum summarhús i Danmark, og Jytta vildi hava okkum niður við. Vit høvdu eina sera góða tíð
fyrsta tú segði:. Um tað kann hjálpa mær og øðrum, so vil eg gera mítt besta" Hetta vísir bara hvussu gott menniskja tú vart, tú tókst altíð øll onnur fram um teg sjálvan. ? tað vísti tú so væl tær síðstu [...] sum altíð hugsaði um tíni medmenniskju. Altíð vart tú positivur og smílandi, og altíð komst tú við einum uggandi orði á vegnum. Sjálvt um sjúkan píndi teg og tyngdi tín dagligdag, so var tað altíð tú, [...] høvdu teg og mammu her hjá okkum. At tit skuldu verða tikin frá okkum, ávíkavist 53 og 54 ára gomul, droymdi eingin um, men vit eru takksom fyri tað tíð, vit fingu saman. Kanska hon var stutt, men rík
familjuni. Eg hugsi m.a. um, tá man fór í býin at keypa jólagávur, og børnini vóru so smá, at tað var strævið at hava tey við, so plagdi eg onkuntíð at spyrja Jógvan og Kammu, um børnini kundu vera hjá teimum [...] fingið nøkur børn at ansa, so var altíð gaman í at taka ímóti nøkrum afturat. Tað man hava verið strævið, men hann var so sera góður við síni abbabørn. Jógvan og Kamma fingu 7 børn, sum øll vóru sera góð [...] hava tað so ringt. Kamma doyði í oktober 2003, og saknurin eftir hana er tungur at bera. Tað var mangan gott at koma inn til hana og kunna práta um bæði góð og minni góð ting. Hon var altíð so áhugað í
óvart á okkum, tá vit fingu boðini um, at tú mín kæra systir var deyð. Væl vistu vit, at tú var sjúk, men tú hevði fingið tað eitt sindur betur, so vit høvdu ikki væntað at tú fór so skjótt. Saknurin er [...] okkum. Ærað verið minni um mína elskaðu systir. Svanhild Mátti Harrin veri hjá tær Herman og tykkara børnum og styrkt tykkum í sorgini. 1. Eg vil syngja ein sang um hitt signaða land, um hin ljósa og skínandi [...] skínandi stað, har ei nakra tíð stormur skal ýla um strand, um hitt land, sum ei sorg hevur sæð. Hetta landið eg ofta í andanum sá og tann ljóma, sum skyggir um tað, og tað mangan mær var, sum ein toka bert
sum hann hevði um hendið varð gjørt ordiligt og seyðurin var einki undantak Góða gumman hvíl í friði. Góðu børn, ommu/abbabørn og langommu/langabbabørn, eg veit at tit hava bara góð minnir um tykkara foreldur [...] Skopun, giftust í 1948, tey fingu trý børn, Nannu, Jákup Andrias og Kajsten. Har eru komin bæði ommu/abbabørn og langommu/-abbabørn. Kathrina var gumma mín. Hvat minnist eg til hesa so sera stillu og fryntligu [...] mamman var av oynni, so var einasta staðið, eg vildi vera, var hjá gummuni, og eg hevði tað altíð sera gott. Eg tosaði við ein mann á keiini, sum er nakað eldri enn eg, vit tosaðu um ymiskt, har ímillum
Martin og Lilly fingu Hákun, Katrin og Fríðu og vit fingu Arna og Ann Gvøðny. Tá ið eg var við barn og fortaldi tær og Arna, at bleiv tað ein drongur, skuldi hann eita Arne, vóru tit stolt, og tá lítli [...] Vit, sum vóru um Katrin teir seinastu dagarnar, sóu ta góðsku og tolmóð, sum búði í henni, nú sjúka so tungliga legðist á hana og dagarnir fækkaðust. Minnist væl fyri 27 árum síðani, tá ið tú arbeiddi [...] kærleika tykkara, og sjálvt um eg kanska ikki hevði ta røttu etikettina, havi eg aldri merkt nakað annað enn virðing og kærleika. Sjálvt míni tókst tú eisni inn at tínum hjarta. So hjartalig sum tú altíð var