Tað kom óvart á okkum, tá vit fingu boðini um, at tú mín kæra systir var deyð.
Væl vistu vit, at tú var sjúk, men tú hevði fingið tað eitt sindur betur, so vit høvdu ikki væntað at tú fór so skjótt.
Saknurin er ómetaliga stórur, og tú hevur latið eitt stórt tómrúm eftir teg, tú fylti so nógv í lívi okkara, tí tú var altíð har fyri
okkum. Tú var eitt so hjartagott menniskja og tú vísti kærleika til øll, sum tú hevði við at gera, soleiðis sum eitt Guds barn eigur at gera.
Men nú er tú heima hjá tínum Harra og Frelsara, sum tú elskaði, og har skulu vit báðar skjótt síggjast aftur og saman syngja
lambinum prís. Eg sakni teg nógv, mín kæra elskaða systir, men eg unni tær so væl tann frið, tú nú hevur.
Heim tykkara hevur altíð verið væl vitja, bæði av familjunum og øðrum, og hví? Jú, tí at øll føldu seg væl inni hjá tykkum, tit vóru altíð líka blíð, bæði tú og Herman, har manglaði onki. Tú Karolina reiddi sengur og ból til gestirnar og helt atlíkavæl ongantíð at tú gjørdi nokk og Herman stákaðist í køkinum og hjálpti til við at gera mat til øll.
Sum ung var tú í Danmark og lærdi til syirsku, og tú brúkti tíni evnir til fulnar. Tú var so kreativ og helt títt heim so vakurt.
Tú bæði seymaði og bant uppá børnini, líka til tað síðsta. Eitt tíðarskeið arbeiddi tú eisini á hotellinum. Nei góða Karolina, títt
arbeiði liggur ikki eftir, og so elskaði tú blómur og náttúruna í síni heild og gekk nógvar túrar.
Men so bleiv tú sjúk og orkaði ikki at ganga fleiri túrar, men stríddist bara fyri at yvirliva. Harrin sá at tú ikki orkaði meira og
valdi at taka teg heim til sín, til hvílu og gleði. Harrin veit, hvat ið er best fyri okkum.
Ærað verið minni um mína elskaðu systir.
Svanhild
Mátti Harrin veri hjá tær Herman og tykkara børnum og styrkt tykkum í sorgini.
1.
Eg vil syngja ein sang
um hitt signaða land,
um hin ljósa og skínandi stað,
har ei nakra tíð
stormur skal ýla um strand,
um hitt land, sum ei sorg hevur sæð.
Hetta landið eg ofta í andanum sá
og tann ljóma, sum skyggir um tað,
og tað mangan mær var,
sum ein toka bert lá
millum meg og hin glitrandi stað.
2.
Hetta sálana heim
er til tín og til mín,
vár æviga hvíld bíðar har;
Jesus stendur har uppi
og veitrar til sín.
Tann, sum fremmandur her niðri var.
Á tú lívsæla land! Aldri rennur eitt tár,
aldri hoyrist ein gremja í tær!
og við songi á munni í endaleys ár
skulu Harran vit tilbiðja har.