Minningarorð um Kammu og Jógvan Debes

Av tí at verforeldur míni hava havt so stóran týdning fyri meg, havi eg avgjørt at skriva nøkur minningarorð um tey. Vónandi kann tað vera ein lítil uggi fyri teirra avvarðandi.

Tað eru nú liðin umleið 24 ár síðan, at eg fyrstu ferð kom inn í teirra fjálga heim; og har kendi eg meg beinanveg vælkomna. Bæði mær og soni mínum, ið tá var 4 ára gamal, varð vístur stórur kærleiki og umsorgan. Eg gloymi ongantíð, at tey keyptu eitt jólatræ bert fyri at gleða sonin hjá mær, hóast tey vóru givin at hava jólatræ. Blíðari menniskju at koma inn til, havi eg ikki upplivað, og tað munnu mong vera samd við mær í.

Bæði høvdu tey ótrúlig evni at halda saman uppá familjuna, og vóru tey altíð til reiðar, tá onkur í familjuni tørvaði einhvørja hjálp. Tað var so lagaligt hjá børnunum, tá tey komu úr skúlanum at fara niðan á Tinghúsvegin, um tað ikki lá fyri at fara heim beinanvegin. Húsini vóru altíð opin fyri teimum og øllum í familjuni. Eg hugsi m.a. um, tá man fór í býin at keypa jólagávur, og børnini vóru so smá, at tað var strævið at hava tey við, so plagdi eg onkuntíð at spyrja Jógvan og Kammu, um børnini kundu vera hjá teimum eina løtu, hetta lat seg altíð gera. Hóast Jógvan onkuntíð var einsamallur inni og longu hevði fingið nøkur børn at ansa, so var altíð gaman í at taka ímóti nøkrum afturat. Tað man hava verið strævið, men hann var so sera góður við síni abbabørn.

Jógvan og Kamma fingu 7 børn, sum øll vóru sera góð og hjálpsom móti sínum foreldrum. Familjan var so við og við vorðin stór, men har var ikki tað sum æt mismunur gjørdur móti nøkrum, og sonur mín var sum ein av teirra.

Til stóra sorg fyri øll, doyði Jógvan alt ov tíðliga av sjúku, bert knappa viku eftir at dóttir okkara, ið nú er 11 ára gomul, varð fødd. Kamma livdi 10 ár eftir at maður hennara doyði. Hon var ógvuliga røsk og var til arbeiðis hvønn dag. Henni dámdi m.a. væl at svimja og var ein av sonevndu »morgunfrúunum«. Eisini var hon álitið, tá ymsar veitslur skuldu haldast í familjuni.

Sum húsmóðir gjørdi hon væl og virðiliga sína skyldu, men dugdi eisini at sleppa øllum og fara at ferðast uttanlands.

Men heldur ikki hon slapp undan ringari sjúku. Ein skelkur fyri okkum øll, tí í fyrstuni varð tað bert hildið fyri at vera vanlig búksjúka. Ringa sjúkan gjørdi, at hon bleiv ógvuliga kløn, og tað var ógvuliga hart fyri okkum øll hjálparleys at síggja, at hon ið hevði livað sítt lív fyri onnur, skuldi hava tað so ringt. Kamma doyði í oktober 2003, og saknurin eftir hana er tungur at bera. Tað var mangan gott at koma inn til hana og kunna práta um bæði góð og minni góð ting. Hon var altíð so áhugað í øllum. Tað er ringt, serliga í tungum døgum, ikki at kunna fara inn til Kammu og fáa hennara umsorgan.

Tað eru nú liðin 11 ár síðan Jógvan doyði, men eg sakni hann nógv, og tað ger øll familjan og nógv onnur við, tí tómrúmið eftir hann fyllir so nógv. M.a. hansara sera lætta og skemtingarsama sinnið. Men góðu Kamma og Jógvan, tað besta er, at tit bæði nú hava fingið frið.

Elly