soleiðis at okur í framtíðini fáa enn meiri burturúr okkara dýrabara tilfeingi. Hetta er jú ein týðandi liður í framhaldandi menning av føroyska samfelagnum. Í byrjanini var Føroya Sjómannadagur í ein dag, men [...] nógva staðni kring landið er ikki í dag sami møguleiki sum fyrr at fara oman á keiina um kvøldarnar og forvitnast, tá bátar koma aftur av útróðri. Í mínum ungdómsárum í Vági var tað vanligt, at tey flestu [...] heiðurs fyri øll tey, sum hava yrkið á sjónum og í okkara høvuðsvinnu. Sjómannadagarnir byrjaðu fyrr í vikuni við Fiskivinnutingi, har virðisøking av tilfeinginum í havinum var høvuðsevnið. Eg eri sera fegin
12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum. Soleiðis skriva tey úr Tjóðpallinum í fráboðan til miðlarnar. – Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin [...] ONKI fyrr enn í november. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum. – Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið [...] undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í september, siga tey úr Tjóðpallinum.
Mánadagin 21. august hevur felagið Føroyamál aðalfund. Fundurin verður hildin í húsunum hjá Føroya Lærarafelag, Pedda við Steingøta 9. Á skránni er tað, ið eigur at fara fram á aðalfundi sambært viðtøkum
Ljósfest verður aftur næsta ár í Vági, og dato er sett á. Ljósfestin verður aftur vikuskifti 16., 17. og 18. august 2024, verður upplýst á facebokk vanganum, ið nevnist Ljósfest í Vági - mentanardagur. [...] Í Vági varð fyri 3. ferð skipað fyri ljósfest fyri viku síðani. Tiltakið eydnaðist væl og sera nógv fólk leitaði til Vágs, har serliga stóra konsertin leygarkvøld savnaði nógv fólk í góða seinsummarveðrinum
Strandferðslan á ssl.fo. Eftir ætlan verður Sam aftur á leið 56 í viku 37. Í meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56, og Ternan ger farmatúrar týsdag og hósdag. Siglt verður eftir [...] Mánadagin 21. august fer Sam á beding. Sam siglur túrarnar av Klaksvík kl. 06:40, kl. 08:00 og kl. 10:00 og av Syðradali kl. 07:00, kl. 8:20 og kl. 10:20 og fer síðani á beding. Hetta upplýsir Strandferðslan
Leygardagin 19. august, sum er í morgin, skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bila- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri bilatreffi í 2018 og 2019 [...] fólk javnan mikukvøld í hølum felagsins í Fuglafirði. - Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugað, sum koma framvið í býnum. ##med2## Fyrir [...] við Mentanarhúsið. Her verða akførini so sýnd fram fyri almenningunum. Forvitnisliga tiltakið í Fuglafirði í morgin verður frá klokkan 14-19. ##med3##
Føroyar varð stovnað í 2018 og fór undir at skipa fyri ruddingum, eru umleið 100 tons av burturkasti tikin upp úr náttúruni. Á hvørjum ári í september fara soleiðis eini 1.500 fólk út í føroysku náttúruna [...] nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum, verður lagt aftrat. Í 2022 luttóku 60 miljónir sjálvboðin úr 191 londum [...] náttúruna at rudda. Í ár verður tó tjóvstartað á Skipanesi mánadagin hin 21. august, har ruddað verður frá klokkan 10-14. - Rudda Føroyar hevur gestir úr Noregi, sum koma at frætta um viðurskifti við burturkasti
ved første blik«. Martin Dirch Brodersen er 46 ára gamal og býr í nú í Fredensborg í Danmark. Hann hevur verið giftur í Føroyum, er fráskildur føroyskari konu, og saman eiga tey trý børn. – Eg havi meldað [...] ein film, ella vitja vinir sum par. Nær blivu tit skild? – Eftir 13 ára hjúnarband vórðu vit skild í 2011 í Føroyum, haðani táverandi kona mín er ættað, og fimm ár seinni flutti eg aftur til Danmarkar. Vit [...] veitslur, í biograf og tílíkt. – Eftir at vit skiltust, vóru børnini tað týdningarmesta, og eg havi helst sett meg sjálvan til viks. – Men hvat so við mær sjálvum? Eg havi gloymt meg sjálvan í nógv ár,
sløkt, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti. Skiftið, sum væntandi fer at taka umleið tríggjar tímar, fer fram í stigum í nátt. Landið verður býtt í økir, sum eitt í senn skifta frá gomlu tøknini til [...] brúka fartelefonina í nátt, 20. august, so verður nýggja kjarnutøknin frá Ericsson grundarlagið undir samskiftinum. Tá er farnetið hjá FT Samskifti grundað á Ericsson-tøkni úr enda í annan, og Huawei er [...] upp. 5G er næsta stigið Í fyrstu atløgu er bara talan um eitt tøkniligt skifti, men um miðjan oktober verða 5G og aðrir nýggir hentleikar ætlandi at finna á nýggja farnetinum. Í fjør heyst gjørdu FT Samskifti
virkandi verjumálaráðharri, at venjingin fór at byrja í august í Skrydstrup í syðra parti av Jyllandi. Tilsamans 11 lond eru samd um at standa saman í samgongu, sum skal tryggja venjingina. Umframt Danmark [...] Russlandi og brot á egið fullveldi, stendur í brævinum frá Anthony Blinken sambært Retuers. Bæði Danmark og Holland leiða venjingina av ukrainskum F-16 flogskiparum. Í juli segði Troels Lund Poulsen, sum tá [...] Lund Poulsen í juni, at »Ukraina hevur brúk fyri flogførum meria enn nakrantíð, um tey skulu vinna stríð sítt, og tað snýr seg eisini um donsk F-16 stríðsflogfør«. Ukrainska loftvápnið hevur í dag stríðsflogfør