Tað er USA, sum framleiðir F-16 stríðsflogfør. Tí krevst góðkenning úr USA, um eitt land ætlar at útflyta F-16 stríðsflogfør til eitt annað land. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix

USA góðkennir donsk F-16 stríðsflogfør til Ukraina

USA stuðlar venjing av ukrainskum flogskiparum í Danmark og hevur sagt seg góðtaka, at Danmark sendir F-16 stríðsflogfør til Ukraina.

 

Tað er USA, sum framleiðir F-16 stríðsflogfør. Tí krevst góðkenning úr USA, um eitt land ætlar at útflyta F-16 stríðsflogfør til eitt annað land. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix

USA vil góðkenna, at donsk og hollendsk F-16 stríðsflogfør verða send til Ukraina, tá upplæringin av ukrainskum F-16 flogskiparum er framd.

Tað sendur í brævi, sum Reuters hevur sæð.

Brævið hevur eftir øllum at døma amerikanski uttanríkisráðharrin skrivað. Hann hevur sent tað til umboð fyri ávikavist Danmark og Holland.

– Eg skrivar fyri at vísa fullan stuðul úr USA til bæði veitingina av F-16 stríðsflogførum til Ukraina og til útbúgving av ukrainskum flogskiparum til F-16 instruktørar, stendur í brævinum sambært Reuters.

Tað framgongur ikki, nær brævið er sent umboðunum.

– Tað verður avgerandi, at Ukraina er ført fyri at verja seg ímóti støðugum álopum úr Russlandi og brot á egið fullveldi, stendur í brævinum frá Anthony Blinken sambært Retuers.

Bæði Danmark og Holland leiða venjingina av ukrainskum F-16 flogskiparum.

Í juli segði Troels Lund Poulsen, sum tá var virkandi verjumálaráðharri, at venjingin fór at byrja í august í Skrydstrup í syðra parti av Jyllandi.

Tilsamans 11 lond eru samd um at standa saman í samgongu, sum skal tryggja venjingina.

Umframt Danmark og Holland eru eisini Belgia, Kanada, Luxembourg, Noreg, Pólland, Portogál, Rumenia, Svøríki og Bretland í samgonguni.

Tá tað er USA, sum framleiðir F-16 stríðsflogfør, krevur tað góðkenning úr USA, um eitt land ætlar at útflyta F-16 stríðsflogfør til eitt annað land.

Á fólkafundi á Bornholm segði Troels Lund Poulsen í juni, at »Ukraina hevur brúk fyri flogførum meria enn nakrantíð, um tey skulu vinna stríð sítt, og tað snýr seg eisini um donsk F-16 stríðsflogfør«.

Ukrainska loftvápnið hevur í dag stríðsflogfør av slagnum MiG-29, sum er framleidd í Sovjetsamveldinum. Tey eru sambært ukrainska herinum ikki nær námind so effektiv sum tey amerikonsku F-16 flogførini.

/ritzau/

 

Tað er USA, sum framleiðir F-16 stríðsflogfør. Tí krevst góðkenning úr USA, um eitt land ætlar at útflyta F-16 stríðsflogfør til eitt annað land. (Arkivfoto). - Foto: Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix