– Eftir eina væl eydnaða premieru av leikinum ONKI leygardagin 12. august noyðist Tjópallurin tíverri at útseta restina av sýningunum.
Soleiðis skriva tey úr Tjóðpallinum í fráboðan til miðlarnar.
– Annar av leikarunum, Elias Magnussen, hevur fingið bruna í fótin og fær tí fyribils ikki spælt fysiskt krevjandi leiklutin sum Pierre Anthon.
Sostatt vera ikki fleiri sýningar av ONKI fyrr enn í november. Tá vera bæði almennar sýningar og skúlasýningar og atgongumerki vera sett til sølu ein av komandi døgunum.
– Meðan vit bíða eftir fleiri sýningum av ONKI verður í næstum farið undir venjingar av leikinum “Føðingardagsveitslan” eftir Harold Pinter, ið verður frumsýndur síðst í september, siga tey úr Tjóðpallinum.