Mánadagin 21. august fer Sam á beding. Sam siglur túrarnar av Klaksvík kl. 06:40, kl. 08:00 og kl. 10:00 og av Syðradali kl. 07:00, kl. 8:20 og kl. 10:20 og fer síðani á beding.
Hetta upplýsir Strandferðslan á ssl.fo.
Eftir ætlan verður Sam aftur á leið 56 í viku 37. Í meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56, og Ternan ger farmatúrar týsdag og hósdag.
Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan fyri leið 56. Meiri kunning um ferðaætlan, plássbílegging v.m. tøk á ssl.fo, skrivar Strandferðslan.