eftirbátur. Men eg haldi tó, at vit sum frægast hava roynt at fylgt við í teirri øgiligu menningini, ið er á hesum økinum í løtuni. Vit hava júst skift til mera framkomna útgerð, ið skal tryggja viðskiftafólkum [...] sambandi at vera inni á netinum í senn. Tá óhappið við internetútgerðini hendi, hevði Føroya Tele longu bílagt nýggja og meira framkomna útgerð. Hendan útgerðin varð sett upp fyrr í hesi vikuni, og nú væntaðu [...] fólk, at alt fór at vera í lagi aftur við internetinum. Men so var ikki. Neygugt var hjá hvørjum einstakum brúkara at fáa nýtt loyniorð fyri at koma inn á internetið. Lýst varð í útvarpinum, at ein kundi
nógv í føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik. Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum og í bókarúgvunum [...] bókarúgvunum, og í ár er einki undantak í so máta, kanska heldur øvugt. Seinastu mánaðirnar eru nógvar góðar og spennandi fløgur útgivnar, og fleiri eru í væntu komandi dagarnar. Høgni Zachariasen er leiðari [...] og Tórshavnar Manskór fara eisini støðugt um diskin í fløgubúðunum. Dynamit hevur enn einaferð sligið seymin á høvdið, og ikki minst Pápi tín býr ei í Tórshavn hevur rungað farnu tíðina. Fløgan við Dynamit
flutti í fjør aftur til Føroyar, eftir at hava búð 20 ár í Danmark og 10 ár í Lofoten í Norðurnoregi. Hon hevur m.a. dansað professionelt í Danmark og hevur eisini havt framførslur her á landi. Júst hetta [...] hesum fólkunum á, hvussu ein leikstjóri og eitt filmslið arbeiða. Og tað er júst eitt av tí, sum Tina sjálv er sera áhugað í. Eg havi sæð nógvar filmar, og havi ofta gjørt mær mínar egnu viðmerkingar til [...] tey eisini kunnu gera brúk av í framtíðini. Sjálv hevur Tina fleiri hugskot um, hvat hon kann brúka henda nýggja lærdómin til. Hon undirvísir dagliga á Sjúkrasystraskúlanum í Havn og her eru fleiri øki,
vóru tey uppi á tí oydna háslættanum. Tað var vár, grasið og blómurnar vuksu so væl í líðunum, sum tað ger um várið í Palestina. Men fólk hevði ikki nakað at eta. Ein smádrongur var komin aftaná fyri at [...] kom upp í leikin og gjørdi eitt stórt undur. Hann gjørdi nýtslu av skapanarmátti Guðs. Hann hevði hildið seg undan og ikki vilja brúkt henda mátt til gagns fyri seg sjálvan, tá ið Hann hungraði í oyðimørkini [...] sum tað eitur í 104. sálmi(14). Hetta undurið ger Guð á hvørjum ári fyri eygum okkara, og tí meta vit tað fyri heilt »nàtúrligt«. Men heldur ikki hetta vildi hent, um ikki Skaparin var við í leikinum. Fáur
avgerðina í egnum hondum, hóast tap í Sørvági, so var einki at ivast í, at fuglfirðingar flest vildu sleppa undan einuma alt ella einki dysti í serinastu uppgerðini móti Fram, sum fleiri ferðir í ár hevur [...] staðið fram sum hitt sterkasta í landinum, og tó at tað eitt skifti hómaðist ein lítil niðurtúrur, so fekk hesin ongan tíð loyvi at breiða seg. Kanska størsta kynstrið í kappingarítrótti er at avmarka [...] og síðani hevur bara gingið ein veg. At mentaliteturin er hin rætti, kom eisini til sjóndar í finaludystinum í steypakappingini. Har vórðu teir varð raktir av skaða, beint sum sørvingarnir høvdu vunnið
pappír og blíant, og tú kann goyma alt í telduni í staðin fyri roknskaparbøkur og leys pappír. Datagrunnur. Teldan kann brúkast til at goyma allar hugsanda upplýsingar í. Tú kann gera adressulistar, telefonlistar [...] t.d. eitt limablað á telduni. Man skrivar tekstin í einum vanligum tekstviðgerðar forriti, setur myndir við meira inn í tekstin og tilgerð alt tilfar í einum Telduprentforriti. Eftir tað kann blaðið prentast [...] ritbúna - í minsta lagi eitt stýriforrit og til dømis eitt tekstviðgerðarforrit. So hvørt man finnur út av nýggjum háttum at brúka telduna skulu fleiri forrit keypast. Hetta fara vit at viðgera í einum seinni
una, vóru menn í ferð við at kanna ymsu málini. Eisini á Tvøroyri hevði regnið gjørt um seg, og fyrrapartin í gjár høvdu tey har suðuri úr at gera við at fáa ristir, frárensl og annað í rættlag aftur. [...] tólv tíðina tosaðu við hann, hevði hann júst fingið frí, hóast hann av røttum átti at verið heima um átta tíðina. Osvald sigur at telefonin ringdi so at siga út í eitt, og brandmenninir høvdu úr at gera [...] hús har á leiðini vatnskaða í kjallaran, og er hetta ikki fyrstu ferð, at slíkur ruðulleiki tekur seg upp við Landavegin. Fyri nøkrum árum síðani var talan nevnliga um júst sama trupulleika, men hóast
einsamøll úti í Grótinum. Har eru nógv góð minnir. Eg nevni líka tvey. Tað fyrra er í samband við, tá ið Magdalena lærdi í Sjóvinnubankanum. Eg hoyrdi hana av tilvild tosa við onkran um, at teir í Sjóvinnubankanum [...] avgjørd og segði, at tað fór hon ikki, Jógvan Júst hevði brúk fyri, at hon var verandi í Klaksvík. Tryggjandi at hoyra. Hitt er eitt jólaminni. Tað eru jólini í 68. Vit trý, Magdalena, Ásla og eg halda jólaftan [...] saman, vit eru 18, 14 og 10. Í mínum hugaheimi eru tað bestu barnajólini, eg minnist. Karin hevði sent mær ein rasarabana í jólagávu. Vit settu hann upp, systkinabørnini í Grótinum komu inn, og vit hugnaðu
veit ikki, hvørji børn, ið tú ert saman við í gerandisdegnum, men eg kenni meg ikki aftur í tínum útalilsum. Eg eri sjálv mamma at 4 børnum og 3 av teimum ganga í barnagarði og eg má siga, at tað ALS ikki [...] teimum ilt, men so vinnur tað góða á tí ónda, júst sum í ævintýrinum, ið tú og vit øll onnur eru uppvaksin við - har er einki broytt. Sjálvandi hyggja tey eisini í sjónvarp og spæla nintendo, men tað haldi [...] Malla Dam ------ Havi júst lisið títt lesarabræv í dimmu, har tú endar við at skriva, at onkur klókur kanska kundi svara tær aftur, so eg helt, at eg kundi royna. Eg fekk eina kenslu av órættvísi, tá
vit lesa í versi 17, at Paulus er komin til Jerúsalem og hittir har Jákup. Hesin Jákup verður hildin at vera bróðir Harrans Jesusar eftir holdinum. Hann var ein av teimum fremstu í samkomuni í Jerúsalem [...] smb. tað, sum Paulus sigur í Galatiabr. 2,6-10. Hesin Jákup tykist ikki at vera so frælsur frá lógini og yvir fyri teimum trúgvandi sum Paulus. Í brævi sínum til samkomuna í Galatia skrivar Paulus nógv [...] sum teir vóru farnir undir aftur. Júst í hesum brævinum, kap 2,19 sigur hann: Tí eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg skal liva fyri Gud. Vit gera væl í at lesa alt Galatiabrævið. Meir um Jákup