1. partur - Hvat kann teldan brúkast til?

Ram, megahertz og gigabyte! Pentium, grafikkort, multimedia og modem!! Menningin gongur við rúkandi ferð innan telduøkið, og tað eru nógv teknisk hugtøk at taka støðu til hjá teimum sum skulu keypa eina teldu ? ikki bara hjá teimum sum keypa fyrstu ferð, men eisini fyri tey, sum ætla at skifta til nýggjari og meir framkomna teldu.

 

KT-hornið ferð í komandi bløðum at lýsa tey mest vanligu hugtøkini i telduverðini. Lesarin kann fylgja við og fáa eina lýsing av allari útgerð til teldur, og um teir mongu møguleikarnar sum eru í telduni. Hetta skuldi givið lesarum okkara betri førleika at taka støðu til teir mongu upplýsingar sum telduhandilin gevur, tá nýggj telda skal keypast.

At keypa eina teldu er ein stór íløga, og man skal treyðugt angra sítt teldukeyp. Tí skal man, áðrenn teldan verður keypt, seta seg niður og neyvt meta um hvat teldan fer at verða brúkt til.

  Tá orðið telda verður sagt, verður ofta bert hugsað um maskinuna, tað vil siga tólbúnaðin. Men tað er umráðandi at vita at teldan krevur nøkur forrit, tað vil siga ritbúnaður, fyri at vit yvirhøvur kunnu brúka telduna. Tí er neyðugt bæði at keypa sjálva telduna og ritbúna - í minsta lagi eitt stýriforrit og til dømis eitt tekstviðgerðarforrit. So hvørt man finnur út av nýggjum háttum at brúka telduna skulu fleiri forrit keypast. Hetta fara vit at viðgera í einum seinni blað.


Kanska hugsar tú um at brúka telduna til at skriva brøv, greinar, skúlauppgávir, sangir ella okkurt líknandi. Men tað er ein keðilig avmarking at seta sær. Ein telda kann nevnliga nógv, nógv meira enn tað. So áðrenn tú byrjar at hugsa um hvat tú kundi hugsa tær at brúkt telduna til, kunnu vit saman hyggja at hvat hon í veruleikanum kann brúkast til.


Tekstviðgerð. Við einum tekstviðgerðarforriti kann tú brúka telduna til at skriva tekstir, og tað eru nógvir stórir fyrimunir í mun til at skriva á vanliga skrivimaskinu. Tað er ikki neyðugt at skriva kladdu fyrst fyri síðan at reinskriva. Pappír skal ikki brúkast fyrr enn teksturin er liðugt skrivaður. Teldan kann hjálpa til við bæði at rætta stavifeilir (eisini á fremmandum málum) og málfrøðiligar feilir. Hon kann eisini hjálpa til við málsliga stílinum. Á telduni kann tú fáa tekstin at síggja út júst sum tú hevur hug til. Tú kann broyta skriftslag og skriftstødd, seta tekstin upp í teigar, gera talvur og seta inn tekningar, grafikk, strikumyndir og stabbamyndir.


Rokniark. Ein telda við einum rokniarki er ein góð hjálp, um tú vil arbeiða við tølum. Tú kann til dømis gera tína persónligu fíggjarætlan, rokna skattin og seta upp roknskapir. Tá er ikki neyðugt at brúka roknimaskinu, pappír og blíant, og tú kann goyma alt í telduni í staðin fyri roknskaparbøkur og leys pappír.


Datagrunnur. Teldan kann brúkast til at goyma allar hugsanda upplýsingar í. Tú kann gera adressulistar, telefonlistar og stovna skráir yvir títt frímerkjasavn ella bókasavn og tú kann skráseta hvat liggur goymt á tínum sjónbondum. Hetta kann alt gerast við einum datagrunnsforriti antin eitt standard datagrunnur (td Access), sum kann tillagast eftir tørvi, ella ein serligan datagrunn sum júst er gjørdur til endamálið.


Myndaviðgerð. Við einum skannara ella einum talgildismyndatóli eru møguleikar at leggja myndir inn á telduna og viðgerða tær. Við einum litprentara (sum í dag eru rættuliga bíligir) kann man prenta viðgjørdu myndirnar út á pappír í somu góðsku sum vanligar framkallaðar myndir. Viðgerð av myndum krevur at vit hava serlig forrit til endamáli. Tey bestu av hesum forritum eru dýr.


Forriting. Um tað ikki eydnast at finna eitt forrit sum líkur tíni ávísu krøv, kann man sjálvur gera síni forrit. Tað er so lætt at gera smá forrit í Windows, at tey flestu eru før fyri at forrita eftir at tey hava arbeitt eina tíð við telduni.


Prenttilgerð. Við einum Telduprent forriti (Desktop Publishing) eru møguleikar at prenttilgera t.d. eitt limablað á telduni. Man skrivar tekstin í einum vanligum tekstviðgerðar forriti, setur myndir við meira inn í tekstin og tilgerð alt tilfar í einum Telduprentforriti. Eftir tað kann blaðið prentast út og kopierast. Hetta kann eisini gerast í teimum stóru tekstviðgerðarforritunum sum t.d. Word, men Telduprentforritini hava betri amboð til at gera uppsetingina við.


kelda: www.fs.dk