metrar inn í tunnilin. Síðani skulu nakrar áboringar gerast inn í fjallið, sum skulu íbindast rørleiðingina sum verður løgd í eina grøv í tunnlinum. Millum jól og nýggjar vóru lagdar 500 metur av hesi rørleiðing [...] drekkivatn, og gjørdi nakrar kanningar av vatninum. Og á býráðsfundi 2. november í fjør var samtykt at leggja eina vatnleiðing inn í Norðoyatunnilin. Føroya Konsortiet er í nú ferð við at leggja eina vatnleiðing [...] NIVA í Norra, har teir gjørdu eina meting av prøvanum sum vísir at pH, turbiditur og leiðingarevni er ov høgt. Høga pH-virðið kann stava frá at vatnið er komið í samband við sement, sum er nýtt í stórari
Málsøkið tilbúgving varð yvirtikið 1. januar í ár, og ráðstevnan um tilbúgving var fyrsta tiltak av sínum slagi, eftir at málsøkið varð yvirtikið. Ein avleiðing av yvirtøkuni var, at ábyrgdarbýtið millum [...] Hann greiddi frá um tá tangaskipið MV Server rendi á land í Noreg 12. Januar í ár. Hetta skipið hevði á leið 590 tons tungolju umborð, og av hesum vóru 350 tons likin úr skipinum. Bjargingararbeiðið var [...] Í februar í ár vóru 220 fólk umboðandi lands- og kommunal¬politikkarar, embætisfólk, brunaumsjónarmenn, sløkkiliðsfólk, bjargingarfólk, ambulansu¬¬fólk og nógv onnur, ið arbeiða við tilbúgving á ráðstevnu
14 luttakarar vóru á skeiðinum, ein stórur partur av teimum líða av angist. Fleiri av teimum eru skisofren, hava depressiónir ella eru maniodepressiv. - Vit hava skipað fyri skeinum fyri at menna tey, [...] kenna uppá ein annan máta enn til dagligt. Her verða tey savnaði í eitt tíðarskeið. Nógv av teimum plaga at koma á kafé, har eru tey saman í nakrar tímar, og so fara tey heim til sín sjálvs, her eru tey saman [...] sjúku vóru eisini við í fyrireikingunum. Tey vóru sjálvi úti og valdu klæðini, og fimm av luttakarunum gingu modell á mótasýningini. - Fyri einum ári síðan høvdu vit ikki trúð, at nakar av teimum hevði torað
ikki langt av leið, sigur borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar. Hon væntar, at eldrasambýlið, sum kommunan letur byggja í Norðragøtu, fer at hava opið fyri almenninginum seinasta leygardag í oktober, [...] ovara hæddin verður tikin í nýtslu í fyrstu syfti, verður alt arbeiðið gjørt liðugt í einum, og tískil verður eisini gjørt klárt til tey seks fólkini, sum seinni skulu flyta inn í niðaru hæddini, sigur hon [...] einum ellisheimi ikki eru so ólíkar, sigur hon. Alt útboðið Øll byggingin av eldrasambýlinum í Gøtu hevur verið útboðin. JHR tók sær av útgrevstrinum og betongarbeiðinum, Búsetur ger timburarbeiði, Rók-El hevur
hús, eftir at eitt av liðunum, sum teir av góðum grundum hava roknað við at skula vinna á heimavølli ímóti, hevði tikið alt. Og sjálvandi stórfegnaðust fuglfirðingarnir, tá ið teir í góðveðrinum fóru norður [...] støðutalvuni! Kanska onkur veit um, at ÍF í landskappingin hevur vunnið á Vágseiði. Í skrivandi løtu kunnu vit ikki vísa á tað árið. Petur Simonsen hevði tveir av veteranunum við til Vágs, sum ikki vóru [...] , og tað høvdu teir á heimaliðnum eisini. Allan Joensen í ÍF málinum, og super veteranurin Bjarni Johansen í VB málinum vóru ikki ovbyrðaðir av arbeiði. Á sentrala VB miðvøllinum vísti Milan Culic enn
Við góðum undirhaldi og einari rúgvu av framsýnarum bjóðar NSÍ um vikuskiftið til stóru sølustevnuna Lýsing ?04 í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri hesi sølustevnuni [...] klokkan 22. Her verður høvi hjá teimum vitjandi at síggja eitt fjølbroytt úrval av básum, ið framsýnararnir leggja stóra orku í at gera snotiligar og innbjóðandi, umframt felags fyri allar framsýnararnar er [...] mánaðarskifti november-desember. Men av tí at fleiri hava ynskt eina sølustevnu ta ljósaru tíðina eisini, hevur felagið eisini tikið stig til Lýsing ?04. Fleiri av framsýnarunum á sølustevnuni eru klæ
lýsingarmøguleiki. Lýsarar eiga lívið í mongum miðli, og eftirspurningurin tykist - í øllum førum í Føroyum - at vera vaksandi, so tað er einfaldur logikkur, at útboðið av tí sama má økjast. Føroyingar hava [...] lýsingarfyritøkur og lýsingaátøk í Føroyum gerast meira og meira framkomin, og liggja hesi ikki langt aftanfyri líknandi uttanlands. Eitt av hesum nýggju átøkunum í Føroyum er at lýsa í útvarpinum. Hetta kann óivað [...] hevur sæð júst hasa lýsingina í sjónvarpi ella aðrastaðni, tí øll tosa um hana. Vit eru spakuliga vorðin ein partur av lýsingunum, samstundis sum tær eru vorðnar partur av okkum. RDS Føroyar hava orð á
á, at reglurnar fyri flutningi av alifiski eru strangari enn fyri flutning av fiski annars. - Í reglunum um alifisk, verður kravt, at alt frárensluvatn verður uppsamlað í tangar og seinni sóttreinsað vegna [...] vegna smittuvanda. Løgtingskvinnan sigur, at í kunngerð um flutning av fiski annars er bert galdandi, at "flutningsbilar til flutning av fiski, fiskavøru, ísi ella salti skulu vera lokaðir". Kravið um lokan [...] flutning av feskum fiski. Løgtingskvinnan spyr, nær tað verður eitt krav, at frárensluvatn frá flutningsakførum, sum flyta feskan fisk millum oyggjarnar, ikki longur má leka úr hesum akførunum? Í viðmerkingum
inni á gátt hjá Parfurmarí Drós, sum í hesum døgum hevur vitjan av Synvu, ið starvast sum umboðskvinna hjá Origins. Hon er komin til Føroya mánakvøldið og steðgar í eina viku. Synva fer at vegleiða føroyingum [...] annað kvøldið er longu fultsett. Pratikanturin á Sosialinum, Brynhild Reinert av Eiði, fekk ein royndartúr í smyrjustólinum í gjár og segði hon, at ein als ikki følir at smyrsl er á andlitinum. Origins er [...] ógvuligan frískan og dámligan dám. Synva sigur, at hetta kremi eisini verður nýtt av fólki, ið hava brúk fyri at slappa av - t.v.s. at tað javnvigar okkara krops-skipan. Origins leggur dent á, at halda vørurnar
pallinum ella í upptøkuhølunum, men farna vikuskiftið vóru tað eini hundrað av teimum, sum bjóðaðu av á vøllinum. Høvið var innandurakapping í fótbólti á Kambsdali, og her vóru 20 lið við í kappingini. Talan [...] ferð, at fulgfirðingar høvdu vunnið nakað av týdningi, síðani einasta FM-heitið hjá teimum í fótbólti, ið teir vunnu í 1977. Og tá var Kristian Petersen eisini ein av spælarunum. Eftir kappingina helt hann [...] Petur Pólsson var í rætta essinum, og tað frættist, at hann er ikki sæddur so góður síðani piltadeildina, tá ið hann var stórskjútti á GÍ-liðnum. Hóast nógvir av spælarunum ikki vóru í besta kropsliga forminum