Klaksvíkar Kommuna hevur í seinastu mongu árini arbeitt við at økja um drekkivatnsmongdina. Hetta er gjørt við atliti til at hava nóg mikið av vatni, bæði í turrveðri og frosti.
Kommunan hevur fyri nøkrum árum síðani tosa við jarðfrøðing um møguleikan at fara at bora eftir vatni á ávísum økjum. Mælt varð kortini frá hesum, tí møguleikarnir fyri at raka eina keldu vóru so smáir.
Men nú skal so roynast aftur, skrivar Norðlýsið.
1500 litrar um minuttin
Tá arbeiðið við at gera Norðoyatunnilin byrjaði á sinni, setti kommunan seg í samband við teir, ið gera tunnilin, og bað teir boða frá, um komið var fram á nógv kelduvatn.
Tá Norðoyatunnilin var komin umleið 1000 metrar inn, rendu teir seg í nógv vatn. Teir komu fram á fleiri lekar, sum vóru uppá 1500 litrar um minuttin.
Kommunan fór beinavegin at hugsa um ikki vatnið kundi brúkast sum drekkivatn, og gjørdi nakrar kanningar av vatninum. Og á býráðsfundi 2. november í fjør var samtykt at leggja eina vatnleiðing inn í Norðoyatunnilin.
Føroya Konsortiet er í nú ferð við at leggja eina vatnleiðing einar 1235 metrar inn í tunnilin. Síðani skulu nakrar áboringar gerast inn í fjallið, sum skulu íbindast rørleiðingina sum verður løgd í eina grøv í tunnlinum.
Millum jól og nýggjar vóru lagdar 500 metur av hesi rørleiðing. Sostatt er eftir at leggja íalt 530 metrar.
Nógvar kanningar
Tá rørleiðingin er bundin í keldurnar, verður neyðugt at lata vatnið renna frítt í eitt langt tíðarskeið, meðan vatnmátingar verða gjørdar. Ikki fyrrenn tá kann staðfestast hvussu rávatnsgóðskan er.
Annars eru tað fleiri onnur viðurskifti, sum mugu kannast, og ein verkætlan má gerast fyri at fáa vita samlaðu vatnmongd og kapacitet. Eisini mugu fáast hita- og trýst upplýsingar av vatninum yvir eitt tíðarskeið, fyri at vita um tað koma nakrar broytingar, meðan vatnið rennur úr kelduni.
Men tíðarramman er ógvuliga lítil, og má kommunan fyrst og fremst samla sínar tankar um ætlanina at fáa rør lagt út og áboringar gjørdar, so at fleiri mátingar kunnu gerast.
Ein prøvi varð sendir til NIVA í Norra, har teir gjørdu eina meting av prøvanum sum vísir at pH, turbiditur og leiðingarevni er ov høgt. Høga pH-virðið kann stava frá at vatnið er komið í samband við sement, sum er nýtt í stórari mongd til at tetta fyri vatnlekum.
Niðurstøða teirra er eisini, at tað mugu gerast fleiri kanningar av vatninum.
sb.
mynd
Teir eru komnir fram á eina vatnskeldu í Norðoyatunlinum. Rør eru løgd til móttøkuna, men áðrenn nakar sleppur at drekka av vatninum, skal tað kannast væl og virðiliga










