Útvarpið biður meg fara í býin...

Møguleikarnir at lýsa fyri ymiskum gerast alsamt fleiri. Biltúrurin sunnudag kann nú lættliga gerast øðrvísi, tí útvarpið sendir lýsingar, sum ikki innihalda ljóð

 

Tað var tann tíð, tá bløðini vóru einasti og besti lýsingarmøguleiki. Síðani eru útvarp, sjónvarp, Internet osfr. komin afturat sum lýsingarmøguleiki. Lýsarar eiga lívið í mongum miðli, og eftirspurningurin tykist - í øllum førum í Føroyum - at vera vaksandi, so tað er einfaldur logikkur, at útboðið av tí sama má økjast. Føroyingar hava eisini merkt økta lýsingartørvin hjá virkjum og stovnum. Um tað er Internetið ella onkur annar miðil er fyri so vítt líka mikið, tí lýsingarnar eru grundarlagið undir meginpartinum av rakstrinum nógvastaðni. Tað merkir ikki, at søla einki hevur at siga, men tað er eyðsæð at fyri eitt nú ókeypis internettænastur, eru lýsingarnar lívsæðrin.

Kappingin um lýsarnar er harðna allastaðni, og í Føroyum er heldur einki undantak. Ólavsøkan og jólini eru størsta lýsinga høgtíð í Føroyum. Tað skerst heldur ikki burtur, at fólk eru vorðin von við lýsingarnar, og tú kanst lættliga kenna teg uttanfyri millum vinir ella á arbeiðsplássinum, um tú ikki hevur sæð júst hasa lýsingina í sjónvarpi ella aðrastaðni, tí øll tosa um hana. Vit eru spakuliga vorðin ein partur av lýsingunum, samstundis sum tær eru vorðnar partur av okkum.


RDS

Føroyar hava orð á sær altíð at vera nakrar mánaðir eftir umheimin. Tað er kanska eisini nakað um prátið, men tað tykist sum um, at lýsingarfyritøkur og lýsingaátøk í Føroyum gerast meira og meira framkomin, og liggja hesi ikki langt aftanfyri líknandi uttanlands.

Eitt av hesum nýggju átøkunum í Føroyum er at lýsa í útvarpinum. Hetta kann óivað tykjast løgið í oyrunum á nøkrum, tí lýsingar hava vit hoyrt í útvarpinum í eina tíð, men hesar nýggju eru eitt sindur øðrvísi, men hesar lýsingarnar innihalda ikki ljóð. Tað er nemliga, at á útvarpum, sum hava framkomnu skipanina RDS innbygda, so ber til at síggja ymiskar tekstir. Hetta er í sjálvum sær einki nýtt, tí lurtarar hava í longri tíð nú varnast, at tá tú stillar inn til Útvarp Føroya, so sæst orðið ?UTVARPID?. Hetta er sama RDS skipan, sum ger hetta. Ein av hinum útvarpsrásunum í Føroyum hevur tikið hetta eitt stig víðari, og eru teir farnir at lýsa við ymiskum á skíggjanum á útvarpstólunum.

Tað kendist eisini rættiliga løgið, tá útvarpstólið knappliga heitti á ein, um at fara at vitja ein náttklubba í høvuðsstaðnum. Hetta var tó ikki tann einasta áheitanin, ið útvarpið kom við, og áðrenn ein visti av, rullaði eini boð fyri og onnur eftir á skíggjanum. Løgið?Stuttligt?

Hvønn týdning hetta fær er kanska torført at ímynda sær. Kanska er ein tugd hugmynd hóskandi í hesum føri: Hvat verður tað næsta?