Í februar í ár vóru 220 fólk umboðandi lands- og kommunal¬politikkarar, embætisfólk, brunaumsjónarmenn, sløkkiliðsfólk, bjargingarfólk, ambulansu¬¬fólk og nógv onnur, ið arbeiða við tilbúgving á ráðstevnu um tilbúgving á Hotel Føroyum.
Fyrilestrar vóru við serkønum fólki úr Skotlandi, Íslandi og Noregi um eitt nú oljudálking og tørvin á samstarvið millum kommunurnar. Harumframt varð skipað fyri einari borðvenjing, har luttakarnir skuldu ímynda sær, at eitt ferðamannaskip siglir á Flesjarnar.
Luttararnir skuldu so taka støðu til, hvussu bjargingararbeiðið skuldi raðfestast, hvussu ábyrgdin skuldi býtast millum reiðarí, land og kommunur, hvussu oljudálking skuldi handfarast, og hvør hevði ábyrgdina av hesum.
Áðrenn ráðstevnan endaði var atkvøtt um, hvørji mál luttakarnir mettu hava størst týdning at fáa loyst. Hægstu raðfestinging fekk ein felags tilbúgvingarleistur, meðan samskipan yvir kommunumørk var á triða plássi.
Málsøkið tilbúgving varð yvirtikið 1. januar í ár, og ráðstevnan um tilbúgving var fyrsta tiltak av sínum slagi, eftir at málsøkið varð yvirtikið. Ein avleiðing av yvirtøkuni var, at ábyrgdarbýtið millum landstýrismann, kommunur og fyritøkur varð staðfest í føroyskari lóggávu. Tí vóru umboð fyri allar viðkomandi myndugleikar og stovnar við á ráðstevnuni.
Felags leist og kommunusamstarv
Felags tilbúgvingarleistur var tað evnið, sum teir 220 luttakarnir mettu hava stórst týdning, og Tilbúgvingarstovnurin átók sær ábyrgd av at samskipa arbeiði at gera ein felags tilbúgvingarleist, sum kann brúkast sum standard hjá myndugleikum, stovnum og øðrum, sum hava tilbúgvingarábyrgd
Seinast í mars mánað var so ein fundur um felags tilbúgvingarleist hildin á Hotel Hafnia, har umboð fyri 26 avvarandi stovnar og feløg vórðu boðin við.
Fleiri aðrir uppfylgjandi fundir hava eisini verið, har einstøk ítøkulig mál hava verið viðgjørd.
Inni á heimasíðuna hjá MRCC ber til at fylgja við í fundarvirkseminum. Millum annað hevur Føroya Kommunufelag átikið sær partin »Samskipan yvir kommunumørk«.
Norskar royndir
Ein av fyrilestrahaldarunum á stóru ráðstevnuni var Ove Njøten frá Norsk beredskap mot akkut forurensing. Hann greiddi frá um tá tangaskipið MV Server rendi á land í Noreg 12. Januar í ár. Hetta skipið hevði á leið 590 tons tungolju umborð, og av hesum vóru 350 tons likin úr skipinum. Bjargingararbeiðið var bæði umfatandi og kostnaðarmikið. Tann 20. Januar vóru tildømis framvegis 110 persónar og 26 skip við í arbeiðinum.
Eftir tað norska óhappið vóru 1400 tíðindaskriv send út. Og føroyska ráðstevnan viðgjørdi eisini samskiftið við fjølmiðlarnar, og hvussu ágangandi miðlafólk skulu handfarast.
Eftir ráðstevnuna vóru luttakarnir bidnir at eftirmeta fyrimunir og vansar við ráðstevnuni. Flestu luttakar fegnaðust um høvi at hittast og samskifta. Men sum ein av luttakarunum tók til:
- Nógv mál verða lýst uppá stutta tíð - gevur gott yvirlit - eisini yvir, hvussu illa stendur til