Sostatt hevur kommunan nøkur grundstykki, sum bygdaráðið ætlar at selja avbera bíliga. - Vit hava tvey grundstykki, sum eru byggibúgvin, so at tað er klárt at seta formarnar á. Tey bæði grundstykkini verða seld [...] millión, men endaligi kostnaðurin verður ikki staðfestir, fyrrenn tilboðini upp á reinsiverkið eru komin inn. Men hóast tað er ein stórt tak hjá eini lítlari kommunu sum Hovi, har tað fer við helvtini [...] hevur verið og tað sæst aftur í inntøkunum. Men tað er eisini sjálvsagt, at tey almennu arbeiðini, sum eru í Hovi, síggjast eisini aftur í kommunukassanum. Her verður hugsað um Hovstunnilin og um ætlanina at
rundamum meg, segði hann flennandi. Jógvan er komin á røttu hillina og stórtrívist í Íslandi. Hann var heima í summar við damu og verforeldrum, so lunnar eru lagdir undir eina góða framtíð í Íslandi. [...] og har gongur honum sera væl. Hann stórtrívist í íslendska høvuðsstaðnum, og kundarnir hjá honum eru eisini vælnøgdir. Jógvan lærdi til hárskera hjá VeruKlipp í Klaksvík. Hann hevði gott hegni og vildi [...] ansar væl eftir ikki at ovbyrja seg. Hann verður ofta spurdur til ráðs av hinum frisørunum, sum allar eru kvinnur og gevur gleðiliga vitan frá sær. Jógvan er væl lýddur av sínum samstarvsfeløgum. Sera væl
køliútgerðina, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur. ?Vágur var í stórum trupulleikum, sum vit eru komin burturúr. Tí er tað heilt burturvið, at almennir myndugleikar nú fara at skapa nýggjar trupulleikar [...] koyra fisk millum bygdir. ?Tey eru ikki heilt konsekvent har, sigur hann, tí tað átti ikki at borið til bara at stongt eitt einstakt virki við hasi grundgevingini. Tað eru rættiliga nógvar móttøkur í Føroyum [...] er, og at hon er á veg. Men undantaksloyvi fæst ikki til at taka í móti. Tí er stongt, til krøvini eru uppfylt. Johan Dahl, løgtingsmaður, heldur, at tað er eitt sindur órímiligt, sum Heilsufrøðiliga S
støðug seinastu vikurnar. Men hann sigur, at enn er prísurin ikki komin upp um framleiðslukostnaðin. Tað skal nakað til enn. ? Tað, vit kunnu vóna, er at príshækkingin stendur við, so at tað aftur fer at [...] Laksaprísir Nú er endiliga gott nýtt til alarar: Laksaprísirnir eru á veg uppeftir aftur. Prísurin á laksi er alsamt batnaður í summar og hann kvinkar uppeftir hvørja viku. Rói Egholm á Farex sigur, at [...] marknaðin, halda, at prísurin fer at hækka í hvussu so er tað næsta árið, ella kanska meir. Sostatt eru útlit fyri, at peningur aftur fer at renna í kassarnar hjá alarunum, um enn tað verður smáligt fyrstuni
ferð. Við hesi menning eru eisini komin amboð, ið verða nýtt í talgildum harðskapi og í tráelting (stalking). Afturat hesum hevur sálarligur harðskapur veruliga vundið uppá seg og vit síggja, at londini uttanum [...] skrivar Almanna- og mentamálaráðið. Í februar mánað varð arbeiðsbólkur settur. Tey sum mannað bólkin eru: Anna Katrin Matras fulltrúi fyri Almanna- og mentamálaráðið og verkætlanarleiðari av Sig frá, forkvinna [...] arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Politiski fylgibólkur er mannaður við umboðum úr øllum flokkum og eru hesi: Javnaðarflokkurin, Hans Jacob Thomsen Fólkaflokkurin, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur Tjóðveldi,
Men eg trúði uppá, at sangir eru sangir, og at um sangir hanga saman, verða teir spældir og hoyrdir. Tað vísti seg eisini at vera so, sigur Uni. Tá »Mitt í sjónum« var komin út, umhugaði Uni Arge næsta [...] 100, og tá hevði hann gjørt av, at meira skuldi gerast við tónleikin. - Eg visti tá, at løtan var komin, at eg skuldi fara at gera álvara av mínum útgávudreymum. Í 2007, tá eg so sat við øllum møguligum [...] tveir mánaðir, og tá eg hevði nóg nógvar sangir til eina fløgu aftrat, sendi eg boð eftir Niclasi, og vit fóru at arrangera sangirnar til »Meldurtíð«. Málið var at gera fløguna meira akkustiska og arrangera
siga: Vit skulu og mugu klára okkara egna húsarhald, vit mugu prógva, at vit ikki eru nakrar nassireyvar, at vit vilja ikki liva sum ævigar nátthúgvur. Vit mugu álit á okkum sjálvi, og tí seta vit nú spakan [...] plágast við og pínast av. Vit høvdu og hava viss rættindi í danska statskassanum, tað skulu vit framvegis hava, tað er als einki at skammast um. Latið okkum tí taka tað uppaftur, sum vit so mangan hava sagt [...] seyrar ígjøgnum hjá onkrum, og tí at summi fólk, alt ov nógv, eru so ótrúliga tornom: Eini rættindi við ongum skyldum eru eingi rættindi, tey eru olmussa. Og tey, sum hava tað sum politiskt mál her í lívinum
vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst? - Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð [...] stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so [...] tosað verður um hetta. - Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri
á, men stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki megna at skapa nóg nógvar málmøguleikar, og heldur ikki fáa nóg stóra úrtøku úr teimum møguleikum, sum vit fáa, heldur Páll. Sum omanfyrinevnt, so er [...] vitjaði á Sandi. Sandoyingar høvdu tó eisini sítt at hugsa um. Rúni í Soylu, er framvegis ikki heilt komin seg eftir skaðan í knænum, og Jógvan Jón Petersen og Hans Jørgen Djurhuus, sum hava staðið seg sera [...] sandoyingar ein nýggjan mann við sunnudagin. Jákup Lamhauge, sum upprunaliga er úr B36, er umvegis HB komin til Sands at spæla, og sum skilst leikti hann ein hampuliga góðan dyst á vinstra vongverja. Í fyrra
ferðir fyrst, og tá vit hava hug, kunnu vit fylgja henni. Vit byrja við einum sangi hjá upprunafólkinum í New Zealandi. Hesin sangur snýr seg um at vera “eitt við óendaligheitina”. Vit stemma øll í og fylgja [...] kroppin at slappa av. Vit lata eyguni aftur og Swami Janakananda fer undir at vegleiða okkum. Vit skulu lurta eftir øllum ljóðunum í rúminum og gera okkum eina heildarmynd av tí vit hoyra. Um tankar treingja [...] treingja seg uppá, skulu vit bara góðkenna teir og skúgva teir til viks. Síðani skulu vit hugsa um andadrátt okkara og beina tankar okkara burtur beinan vegin. Vit skulu føla okkum til staðar í nú’inum.