Pelagisk vinna
Fuglafjarðar kommuna er í løtuni í holt við at orða eina kunning til sínar borgarar, sum verður løgd út á heimasíðuna hjá kommununi um dagarnar.
Sosialurin hevur roynt at fylgt við, hvørjar ætlaninar eru í Fuglafirði í sambandi við uppisjóvarvinnuna, nú Fuglafjørður við sínum møguleikum bjóðar seg fram sum tilfeingis-og tænastudepil innan sjóvinnu.
Herfyri varð eitt sonevnt prospekt lagt fyri býráðið í Fuglafjarðar kommunu, men tað hevur ikki eydnast at fáa veruligt innlit í sjálvt prospektið.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri, hevur sagt, at kommunan hevur gjørt av ikki at almannakunngera, hvat hetta ítøkiliga snýr seg um, fyrr enn vinna og almenningurin í kommununi eru kunnaði.
- Borgarar í kommununi spyrja, hvat gongur fyri seg, nú ymiskt virksemi hevur verið, og tað eru fyrst og fremst okkara borgarar, sum vit vilja kunna við at leggja eina kunning út á okkara heimasíðu.
Hann ásannar, at tað, sum Sosialurin hevur ført fram um málið hjá kommununi við Fuglafirði sum tilfeingis-og tænastudepli fyri okkara sjóvinnu, er á góðari leið, og hann heldur, at tað, sum Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum herfyri segði við Sosialin, dekkar rímiliga væl tað, sum liggur í kortunum í Fuglafirði.
Ikki so ítøkiligt
Fuglafjørður hevur væl útbygt havnalag við stórum bryggjuplássi, djúphavnum og trivaligum havnaøki.
- Tað er okkara mál, at tær íløgur, sum kommunan hevur gjørt framvið sjósíðuni, koma til so stóra nyttu og kunnu skapa so nógv sum gjørligt, sigur borgarstjórin.
Longu, tá Havsbrún varð bygt í Fuglafirði í sekstiárunum, var ætlanin eisini at hava eitt frystivirkið, og felagið gjørdi eisini í sínari tíð eina roynd við felagnum Pelagos, sum kundi frysta eini 100 tons um døgnið.
Sigurd Simonsen dylur ikki fyri, at tað er dreymurin hjá kommununi at hava eitt nútímans konsum virki í Fuglafirði, sum kann arbeiða pelagisk fiskasløg.
Hann ásannar samstundis, at ein slík ætlan er ikki komin serliga langt, tí hon krevur í fyrsta lagi, at tað eru fólk og íleggjarar, sum trúgva upp á eina slíka verkætlan, sum eisini er rættiliga kostnaðarmikil.
- Tað er eisini avmarkað, hvat lokala vinnan torir at fara í holt við, leggur borgarstjórin aftrat.
Afturvendand í prátinum við Sigurd Simonsen er, at Fuglafjørður hevur fasilitetirnar, bæði fram við bryggjukantinum og uppi á landi, har frystigoymslur eru, og møguleikar eru fyri enn størri útbygging. Kommunan eigur lendið at byggja á, og haraftrat kemur, at bert tveir av fimm frystitunlum, sum kommunan eisini eigur, eru virknir í løtuni.
Ætlanin er, at hesir tunlar skulu seljast, tí tað er ikki ætlanin, at Fuglafjørður skal reka vinnu, men heldur skapa grundarlagið undir vinnuni.
- Vit hava soleiðis allar fasilitetir til, at Fuglafjørður eisini í framtíðini kann gerast ein tilfeingis-og tænastudepil hjá okkara sjóvinnu, og seinasta útbyggingin á økinum er veitingin av tungolju, sum nógv skip brúka í dag. Vit ynskja soleiðis, at so nógv virksemi sum gjørligt verður skapt við teimum møguleikum, sum kommunan hevur lagt lunnar undir, sigur borgarstjórin.
Stórir møguleikar
Spurdur, um virksemið, sum er komið í gongd í Kollafirði við Faroe Pelagic, ið fyribils heilfrystir pelagiskan fisk, er ein ”strika” í ætlanunum hjá fuglfirðingum um eitt nútímans pelagiskt virki á havnalagnum, sigur Sigurd Simonsen, at tað heldur hann ikki.
- Tað er heldur tvørturímóti, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at ”trendurin” er, at ein alsamt størri partur av pelagiska fiskinum skal virkast til matna, og tá tvey virkir eru av síkum slagi í Føroyum saman við Havsbrún, sum framleiðir mjøl og fóður, fara Føroyar sum tilfeingisdepil eisini at gerast nógv áhugaverdari hjá pelagiska flotanum, ið fiskar rundan um okkum.
- Skal Fuglafjørður kunna gerast ein pelagiskur miðdepil, sum vit veruliga ynskja, er neyðugt, at vit eisini kunnu taka ímóti fiski til matvøruframleiðslu.
Sigurd Simonsen vil ikki gera seg klókan uppá, hvussu nógv pelagisk virki, vit skulu hava í Føroyum, men hann sigur seg duga væl at síggja, at fiskiflotin vil hava kapping um rávøruna.
- Ikki fyrr, enn vit kunnu vísa teimum sum fiska, at her er nakað at koma eftir, fara vit eisini at síggja fleiri pelagiskar landingar í Føroyum, bæði hjá føroyskum og útlendskum fiskiførum, leggur hann aftrat.
Sjálvur løgmaður segði herfyri, at ein triðingur av pelagiska tilfeinginum, sum føroysk skip hava loyvi at fiska, eigur at koma upp á land í Føroyum beinanvegin, og síðan skal kravdi parturin veksa, sum árini ganga.
Líka so rætt, sum tað kann vera at leggja landingarskyldu á pelagiska flotan, líka so neyðugt er tað, at møguleikar fyri kappingarførari vinnu verða skaptir á landi í Føroyum.
- Tað er hetta, sum vit í Fuglafirði ynskja at viðvirka til, soleiðis at pelagiski flotin veit, at hann hevur nakað at koma eftir í Føroyum, sigur Sigurd Simonsen.
Hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at pelagiski flotin bæði her heima og kring um okkum, veit, at í Føroyum eru møguleikar at sleppa av við veiðina fyri marknaðarprís.
- Skipini mugu hava møguleikar at landa fiskin til ídnað, men tey mugu so sanniliga eisini hava møguleikar at landa hann til matna – alt eftir, hvussu dygdin á fiskinum til eina og hvørja tíð er. Tað, sum ræður um, er, at pelagiski flotin kann rokna við Føroyum sum einum marknaði. Talan er um velduga stórar nøgdir, og tí er eingin ivi í mínari verð um, at her eisini liggja stórir møguleikar, um vit skapa vinnuni røttu karmarnar, sum eisini fevna um stóran móttøkukapasitet, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sigurd Simonsen.










