Úti á nýggja tjaldingarplássinum úti í Grøv ganga fólk og seta skelti upp, menn frá SEV eru í fer við at leggja kablar við eyka streymi fram við pallinum í Vágsbø, Norðlýsi er kemur við eykaútgávu og býargartnarin og hansara fólk eru at síggja allastaðni.
Tað er bert eitt lítið døgn, til fyrstu tónarnir á Summarfestivalinum verða at hoyra, og Steintór Rasmussen, samskipari, tykist óvanliga avslappaður.
- Í løtuni taka vit tað rættiliga róligt, men tað er fyrst og fremst tí vit fáa so ótrúliga góða hjálp allastaðni frá. Eitt er at fáa eitt hugskot, nakað heilt annað er at gera tað til veruleika, so var tað ikki fyri tann stóra herin av fólki, sum nú er uppi í, so hevði onki av hesum verðið av nøkrum, sigur Steintór.
Ov gott til at vera satt
Fartelefonin hjá Steintór hevur tagt í fleiri tímar í dag, og tað tekur hann sum eitt gott tekin. Alt gongur mest sum av sær sjálvum í løtuni, ja sjálvt veðurgudarnir hava neyvan verið í betri summarhýri.
- Hetta er næstan ov gott til at vera satt, sigur Steintór og hyggur upp í luftina. Veðurfrøðingarnir siga, at veðri fer at halda, so vit hava ongan plan B og eg trúgvi heldur ikki , at nakar hevur hug júst nú at ganga og hugsa um, hvussu man best surrar pallar og ljóðføri føst í ódnarveðri
Atgongumerkjasøðlan gongur fínt, NFÍ hevur keypt ein pylsuvogn og 25 borð og stólar, sum nú verða sett kring festivaløkið, og festvalbólkurin er í ferð við at innrætta seg á høvuðsskrivstovuni í hølunum hjá Føroya Tele niðri Við Sandin. Har koma bólkarnir eisini at halda til undan konsertunum, og aftaná bíðar fiskasúpan til teir niðri í kappróðrarneystinum.
Rætta løtan
Hugskotið við einum summarfestivali í Klaksvík er ikki nýtt. Longu í 2001 vóru ítøkiligar ætlanir um at hava ein festival úti í Grøv, men av ymsum orsøkum var ætlanin slept. Men tað var hugskotið ikki.
- Tað hevur alltatíðina verið avgerandi fyri okkum at koma væl frá byrjan, og tí gjørdi vit av at bíða fyri at fáa tað neyðugu tíðina til tað og til rætta løtan var har, sigur Steintór. Hann heldur tað vera eitt sindur ringt at siga um hetta hevur verið strævið, tí tú loysir trupulleikarnar so við og við, og gloymir, hví teir vóru trupulleikar. Burtursæð frá tí fíggjarliga, sum altíð er tungt at fáa at hanga saman, heldur Steintór at marknaðarføringin hevur verið ein tann størsta avbjóðingin.
- Tað er eitt sindur trupult at marknaðarføra nakað, sum ongantíð hevur verið fyrr. Vit hava jú onki at sipa til, ongar myndir frá árum frammanundan, og hvat tú nú annars brýkar í lýsingarátøkum. Tú ivast alltíðina í, hvussu tú skalt fortelja fóki, hvat tey kunnu vænta, og vit ivast framvegis í, um boðskaprin er komin fram, sigur Steintór.
Fólkið eigur festivalin.
Tað, fólk fyrst og fremst kunnu vænta, er ein rúgva av góðum tónleiki á nógum ymsum pallum runt um í býnum. Runt um sjálvan tónleikin verður eisini allatíðina ymiskt undirhald á skránni, har eitt tað mest forvitnisliga ivaleyst verður, tá Trøllapætur og Omman koma dettandi í fallaskíggja úr 3 km hædd niður úr eini tyrlu.
- Ein rættilig festival, sum varar í fleiri dagar, skal hava okkurt til øll, tí vit eiga øll festivalin. Fólk skulu sjálvi sleppa at velja, hvat tey hava hug at lurta eftir og so koma og fara, sum tey hava hug. Og eitt afturat ? ongum nýtist at stinga hondina langt niður í lumman fyri at fáa ráð til at vera við, sigur Steintór, sum fegin vil nýta høvi at takka øllum teimum mongu sum hava æruna av, at Summarfestivalin 2004 í Klaksvík nú er viðð at við at verða veruleiki.