Vit hittast á skrivstovu hansara á støðini í Havn. Hon er ljós. Eitt skrivaraborð og ein telda. Ein reol, full av dokumentmappum. Eitt fundarborð og nakrir stólar. Á einum knaga á sjálvari hurðini hanga tveir løgreglujakkar. Á reolini liggja tveir løgreglukeppar, og uppi yvir hurðini hanga tveir gamlir løgregluhjálmar.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, situr handan skrivaraborði. Eg sessist hinumegin, og samrøðan um harðskapin í Havnargøtum kann byrja.
Hevndarmentan
– Harðskapurin kemur í bylgjum. Í løtuni er eitt upplop við nógvum harðskapi, og nú hava vit havt tvey fylgjandi vikuskifti, har løgreglan hevur havt nógv at takast til, sigur Jón Klein Olsen.
– Jólafrokostarnir eru byrjaðir og eg fari neyvan skeivur um eg sigi, at bara í Havn eru fleiri enn hundrað av slagnum. Og sjálvandi avspeglast hetta aftur í náttarlívinum, greiður Jón Klein Olsen frá, uttan tó at siga, at tað er beinleiðis orsøkin til nógva ófriðin í býnum.
Trupult er eisini at peika á nakra beinleiðis orsøk, sum kann vera frágreiðingin til harðskapin í náttarlívinum. Og tó, so hevur løgreglan ábendingar sum siga, at eitt sokallað hevndarrák er við at stinga seg upp.
– Vit hava ein mistanka um, at eitt rák í løtuni sum sigur, at alt skal hevnast, og tað verður gjørt Niels Finsensgøtu, Steinatún og á dansistøðunum annars, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Upplop
Leygarkvøld er Havnarbýur stúgvandi fullur av fólki. Tí kundi ein møgulig frágreiðing upp á trupulleikarnar í býnum verið, at talið av gestum í náttarlívinum er so nógv vaksið og samsvarandi við hetta tal, er eisini harðskapurin vaksin. Hesum kann varapolitiinspektørurin tó ikki taka fult og heilt undir við. Hann vísir aftur á, at harðskapurin kemur í upplopum.
– 2004 var eitt ár við meiri harðskapi enn vanligt. Frá Ólavsøku og fram til árskiftið var eitt upplop, har vit høvdu meiri at gera enn vanligt. Men eftir árskiftið hasaði hetta av aftur, og 2005 var í so máta eitt friðarligt ár, sigur Jón Klein Olsen.
Samstundis sum hann ásannar at 2006 ikki hevur verið eins friðarligt og 2005, so ber varapolitiinspektørurin ikki ótta fyri, at gongdin framhaldandi fer at hava kós skeiva vegin.
– Vit fylgja væl við, og eg trúgvi ikki, at gongdin vit hava verið vitni til seinastu tíðina, er komin fyri at vera, heldur varapolitiinspektørurin fyri.
13 til 34 ár
Men farna vikuskiftið var ógvusligari enn vanligt.
– 11 ferðir vóru vit úti til tað, sum verður rópt “gade-uorden”. Tað er sera nógv, staðfestir Jón Klein Olsen álvarsamur á málinum.
Spurningurin er so, hvørji hesi eru, sum løgreglan má út at tosa til sættis, skilja sundur ella beinleiðis handtaka?
– Farna vikuskiftið vóru tað fólk millum 13 og 34 ár. Tað vil siga, at tað ikki bara eru tey ungu, sum eru atvoldin til óskilið. Men tað vóru altso tey 17-18 ára gomlu, sum stóðu fyri tí, vit rópa “grov vold”, svarar Jón Klein Olsen og heldur áfram.
– Tá ein bólkur upp á fýra ungdómar, gentur og dreingir millum 13 og 15 ár, er ávirkaður og eisini partur av politirapportini, so spyrji eg, hvar eru foreldrini?
Hesi ungdómar prátið beint nú snýr seg um, vóru rúsaðir, tá teir komu í hóslag við løgregluna. Men teir eru ikki eindømi um, at rúsdrekka er partur av gøtu-ófriðinum. – Rúsandi evnir (t.e. rúsdrekka ella narkotika, blðm.) eru øgiliga ofta, um ikki hvørja ferð uppi í, tá talan er um »gade-uorden«, staðfestir Jón Klein Olsen.
Óvanliga ógvusligt
Varapolitiinspektørurin kann ikki uttan víðari staðfesta, at harðskapurin er vorðin ógvusligari. Hann øtast tó um tey bæði dømini farna leygardag, har ein fløska varð knúst í andlitið á einum manni, og ein annar gekk við knúgvajarni. Ein knúst fløska kann gera nógv størri skaða enn ein knívur, og fær ein hesa í andlitið, er tað ikki lukkuligt. Tað vita øll, men knúgvajarn er nakað, sum higartil hevur verið rættiliga ókent í Føroyum. Tað sær ikki út av nógvum, men kann gera ómetaliga stóran skaða. Jón Klein Olsen er ikki í iva.
– Eg meini tað er beinleiðis lívsfarligt, tá eitt knúgvajarn verður tikið í nýtslu. Eingin fer í býin við einum knúgvajarni fyri at síggja smartur út. Hevur tú eitt tílíkt við, er tað tí tú ætlar at brúka tað, sigur Jón Klein Olsen avgjørdur.
Ungdómurin er fittur
Knústar fløskur og knúgvajarn. Tað er ikki tespiligt. Jón Klein Olsen hevur tó ongan hug at skíra fólkini í býnum ólátað, harðrend ella ljót.
– Vit mugu endiliga ikki skera øll yvir ein kamb. Tað eru heilt ótrúliga nógv fitt fólk í býnum. Tað mugu vit minnast. Men tað vísir seg tíverri, at eitt spilt epli skjótt kann oyðileggja alla veltuna, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur at enda.









