Todi er í essinum

Fotbóltur: Tá hann vitjaði aftur á fyrsta heimavøllinum hjá sær í Danmark, var Todi Jónsson ímillum teir bestu

Todi Jónsson situr aftur við langa endanum. Eftir at tað í langa tíð hevur verið sera strevið hjá honum, so var tað aftur sunnudagin staðfest, at nú gongur tað sum eftir ánni. og tað er sera heppið fyri føroyingin, sum hevur sáttmála við FCK fram til 1. juli komandi ár, men sum longu á nýggjárinum hevur loyvi at samráðast við feløg, sum møguliga verða áhugað í at knýta Toda at sær frá 1. juli komandi ár.

Sunnudagin kendist tað sum um Todi Jónsson var komin allan sólarkringin runt í donskum fótbólti. Tá hann í 1994 fór til Danmarkar royndi hann seg fyrst sum miðvallara í Lyngby. Michael Schäfer var venjari. Hann hevði gott eyga á føroyinginum, men hann staðfesti, at Todi var ikki nóg væl fyri at spæla á miðvøllinum, og tí gjørdi hann av at flyta føroyingin fram í álopið, og tað var sum álopsspælari, at Todi varð seldur til FCK.

Úrtøkan hevur verið soltin síðsta hálva árið. Tí hevur Todi Jónsson í fleiri vikur verið miðvallari í vinstru, og tá hann sunnudagin vitjaði á gamla heimavøllinum var tað við spjaldrinum sum miðvallargeneralur, tí síðstu nógvu vikurnar hevur føroyski landsliðsmaðurin verið tann, ið hevur fóðrað álopsmenninar við bóltum, sum teir hava skorað mál uppá.


Rok stóðst av

Hesa ferð eydnaðist tað Toda Jónsson fyri fyrstu ferð síðani dystin ímóti Brøndby í mai mánað at skora í landskappingini. Og tað var vorðið sum mál, tá føroyingurin dygst undan steðginum uttanvert brotsteigin smekkaði langskot upp undir handaru samankomingina.

Tíðliga í 2. hálvleiki spældi Todi, sum var á vøllinum í 84 minuttir og í donsku pressuni saman við málverjanum Michael Stensgaard var mettur at vera besti FCK?arin, Thomas Thorninger púra leysan. So stóð 2?0, og David Nielsen, sum longu efitr fýra minuttir hevði misnýtt brotsspark, og litaviski landsliðsmaðurin Donatas Vencevicius, øktu til endaliga úrslitið.

At tað gekk, sum tað gjørdi, komst eisini av, at Lngby longu tá ein lítil hálvur tími var farin, misti ein mann. 33 ára gamli dómarin helt, at Christian Magleby hevði sligið Michael Mio Nielsen. Lyngby fólkini vóru stak misnøgd við henda dómin og við dømingina sum heild. Venjarin, Poul Hansen, varð vístur út millum áskoðararnar í 1. hálvleiki, og eftir dystarlok var tað neyðugt hjá stórum og prúðum duravaktarum so at siga at goyma dómaran í meiri enn ein tíma, áðrenn teir tordu at sleppa honum út, so upproyttir vóru áskoðararnir hjá heimaliðnum.


Sjálvsálitið í topp

Todi Jónsson er sjálvsagt sera væl nøgdur við gongdina tær seinastu nógvu vikurnar og við sigurin í Lyngby.

? At tað endiliga eydnaðist at fáa mál aftur kann kanska gera, at sjálvsálitið verður uppaftur betri, og tað hevur altíð stóan týdning. Vit eru sera væl nøgdir við sigrarnar ímóti Herfølge og Lyngby, tí ofta hava vit tapt ímóti teimum, tá tað hevur verið roknað við, at vit skuldu vinna. Hesa ferð vildu vit vinna. Vit stríddust allir fyri allar, og tað hevur givið úrslit, sum gera tað hugaligt at halda fram, sigur Todi Jónsson, sum ikki kennir seg mettan av fótbólti, sjálvt um summartíðin er farin, og tað er væl skiljandi, tá havt verður í huga, at eftir eitt møðsamt summar tykist eydnan rættuliga at hava vent, bæði hjá FCK og hjá Toda Jónsson.

Komandi sunnudag skal FCK, sum nú hevur 20 stig, spæla á útivølli ímóti Brøndby:

? Tað hevur gingið so mikið væl hjá okkum síðstu tíðina, at eg haldi ikki, at tað er veruleikafjart at vit fara út í Brøndby eftir øllum stigunum. Um tað eydnast at vinna, so eru vit við aftur í kappingini um Europa Cup plássini, og tað hevði verið sera hugaligt, heldur Todi Jónsson.

Brøndby vann sunnudagin sannførandi 3?0 á AB, sum higartil hevur verið millum oddaliðini.