Mølina at spæla í tólvta umfarinum í landskappingini. Tá verður Jákup Mikkelsen ikki í málinum. Hann er skaddur, og tað verður ivaleyst Andreas Johannesen, sum higartil í ár hevur verið málverji í 2. deild, [...] halda fram í bestu deildini. Sunnudagin varð roknað við, at lítið meiri enn trý hundrað áskoðarar sóu KÍ ímóti B36. Hetta eru í hvussu so er einir fimm hundrað færri, enn tað plaga at vera. Í mistari inntøku [...] inntøku er í minsta lagi talan um 70 ferðir 500 ella í hvussu so er 35 túsund krónur. Um sama støðan fer at endurtaka seg fleiri ferðir, so verður skjótt talan um inntøkumiss í hundrað túsund krónur klassanum
Stríðið um dystarásetingina til dystirnar í dag er ikki liðugt. Fyrr í dag komu boð frá Fótbóltssambandinum, at dysturin í Betri deildini hjá kvinnum millum HB og EB/Streym/Skála verður sum ætlað klokkan [...] ikki finna seg í. - Vit spæla klokkan 15, um tað so verður á Ovara vølli, sigur Jákup á Borg, sum heldur lítið um støðuna, sum er íkomin, har dystartíðspunktið er broytt so seint sum í morgun. - Spælararnir [...] lagi vánaligt at fáa boð klokkan 9.30 í morgun, at dysturin er fluttur, sigur Jákup á Borg. Spælararnir hjá B36 møta klokkan 11.30 og ætla at spæla klokkan 15. Fyrr í dag vóru kvinnurnar hjá HB eisini møttar
AB er fyri fyrstu ferð í 31 ára gomlu søgu felagsins á odda í aðru deild. Leygardagin hevði AB heimadyst móti VB, sum enn ikki hevur vunnið dyst í ár. Og hóast fortreytirnar gjørdust góðar hjá VB, sum [...] koyrt við fullari ferð síðani summarsteðgin, og í hesa ferð gjørdist talan so um fjórða sigurin á rað. Petur Sjúrðaberg skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki, og við hesum er LÍF nú partur [...] eftir at teir alla fyrru hálvu vóru í stórum niðurflytingarvanda. FS Vágar vunnu tryggan sigur, tá saman um kom, tá B36 vitjaði. B36 var annars á odda í steðginum, men í seinna hálvleiki vendi myndin fullkomuliga
sær størri spenning undan seinasta umfari í 1. deild í FM-liðkappingini. Tvey lið stavn um stavn í oddinum og fýra lið í botninum, sum øll vildu halda seg uppi í deildini, samstundis sum møguleiki var fyri [...] Endatiltakið í Vestmanna eydnaðist avbera væl. Stemningurin var góður, spenningurin í hæddini og vertirnir vunnu gullið. Forsetin í Talvsambandi Føroyum, Jógvan Joensen, og borgmeistarin í Vestmanna kommunu [...] støður. Úrslitið varð loksins 3-1. Havnarmenn vóru skerdir í dystinum móti Klaksvík 1. Helgi Dam Ziska var staddur í Íslandi, har hann tekur lut í Reykjavík Open. Áðrenn kappingin byrjar mánadagin, skuldi
saman. Fyrstvaldur er Jákup Símun Simonsen, og tað er eisini rættuliga áhugavert. Seinast kirkjuráðsval var í sóknini í 1985, var fyrstvaldi kirkjuráðslimurin Axel Simonsen, pápi Jákup Símun. [...] listi 2, sum av fleiri varð skýrdur tann meira frílyntii listin, fekk á kirkjuráðsvalinum í Tórshavnar Eystaru Sókn í gjár. Av teimum 1074 atkvøðunum fullu tær 890 til lista 2, og tað svarar til 82,7 prosent [...] hevur verið virkin innan kirkjuarbeiði í drúgva tíð. - Vit hava allatíðina havt ein heilt kláran boðskap. Vit hava meldað greitt út, at vit ganga inn fyri javnstøðu í kirkjuni, og at tað ongan týdning hevur
fyrsta í 14. umfari – sum verður í annaðkvøld, hóskvøldið, tá ið HB fær vitjan av TB. Vit valdu at bíða til týsmorgunin í virðing fyri, at síðsti dysturin í 13. umfari varð spældur á Dungasandi í Sørvági [...] bendir á, at hann er um at fóta sær eftir at hava verið í aldudali. Víkingur vann 2-1 á HB í Gundadali. Nú hevur Víkingur vunnið tvær ferðir ímóti HB í ár. Sigurin sunnudagin var tann fyrsti á útivølli ímóti [...] sum ikki líktist sær sjálvum í Hólmanum á Eiði. Ein av teimum, sum av álvara gekk undan hjá EB/Streymi, var miðverjin og liðformaðurin Andras Ó. Olsen, sum í 3-4-3 skipan er í verjuni saman við Heina Vatnsdal
skoraði 21 mál ella í kapping, sum var 18 umfør eins nógv, sum toppskjúttin í ár hevur skorað í 27 umførum. Um sammett verður, so er skjótt at staðfesta, at málkongarnir ella málrevarnir í níti árunum vóru [...] Klæmint A. Olsen er toppskjútti í føroyskum fótbólti í 2013. Hann skoraði 21 mál, sum var eitt fleiri enn Páll A. Klettskarð. Serliga var tað í síðsta triðinginum av kappingini, at Klæmint gjørdi um [...] Soares og Páll A. Klettskarð 22 mál í part, í fyrraárið átti Finnur Justinussen máltindin einsamallur við 21 málum, og í 2010 vóru Arnbjørn Hansen og Christian Høgni Jacobsen bestir við 22 málum. Eingin ivi
KÍ enn eina ferð sannað í gjár, tá NSÍ var á vitjan. Í dystinum hevði KÍ einar tríggjar ella fýra rættiliga góðar møguleikar, men fekk einki burtur úr teimum. Og tað kostaði í síðsta enda, tí NSÍ brúkti [...] á einum liði á triðja plássi og einum í botninum. Men NSÍ fekk so mál, og tað var so í øllum førum ein avgerandi munur, ið skuldi vísa seg at blíva størri seinni í dystinum. Tað vóru ikki meira enn fimm [...] ástóð. Kristoffur og Leon Bjartalíð áttu tilboðini hjá KÍ, men í báðum førum bjargaði Meinhardt, og tað sama var í hinum endanum, har Jákup Mikkelsen fekk víst sínar dygdir, tá Klæmint Olsen og Bogi Løkin
fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón. Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð [...] Dystirnir í Runavík millum B36 og NSÍ eru vanliga sera javnir, í nýggjari tíð hevur ongantíð verið talan um stórsigrar. Hóast javnir, so er eisini sjáldan, at javnleikur er úrslitið í Runavíkini, har liðini [...] eru allir tríggir skaddir í løtuni, og óvist tykist vera, nær teir verða tøkir aftur. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er ein stóru missur fyri runavíkingar, tí talan er í øllum trimum førum um leikarar
fýra árum síðani, verða millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Vit rokna tá við, at liðið í kvøld fer at vera tað sama, sum tað var í Litava. Tá Føroyar spældu í Glasgow, vóru hesir á liðnum: Jens Martin Knudsen [...] n okkum, at talan er um grannauppgerð, tá Skotland og Føroyar í kvøld klokkan átta spæla landsdyst í Aberdeen. Og tað sæst á býarmyndini í skotska oljuhøvuðsstaðnum, at nógvir føroyingar eru komnir á staðið [...] inn sótu Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen og Jens Erik Rasmussen. Hetta vil við øðrum orðum siga, at Henning, Óli, Jens Kristian og Todi hava royndina at spæla fyri Føroyar í Skotlandi, meðan Jákup upplivdi