Tað hevur verið nógv fundarvirksemi í Klaksvík, síðani ússaliga KÍ avrikið og tapið á heimavølli ímóti B36 sunnudagin. Týskvøldið hevði nevndin kallað allar spælararnar saman. Klaksvíkingar fylgja væl við KÍ, og longu áðrenn fundarbyrjan visti altíð dagførda heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga, at eitt av málunum fyri fundin var, at leiðslan fór at boða spælarunum frá, at allir sáttmálarnir vóru uppsagdir.
Eftir fundin avsannaði KÍ formaðurin á somu heimasíðu staðiliga tíðindini um sáttmálarnar, sum hann segði seg ikki skilja, hvør hevði borið. Men hann ásannaði samstundis, at støðan er lítið hugalig.
- Vit tosaðu væl og leingi. Fundarluttakararnir gjørdu av, at tað, sum vit tosaðu um, skuldi vera okkara millum. Tí havi eg ikki so nógvar viðmerkingar til tað. Men eingin ivi skal vera um, at vit standa hundrað prosent aftanfyri venjaran, Ove Flilndt Bjerg, og spælararnar, sigur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ við Sosialin.
Lítið hugaligt
KÍ formaðurin heldur seg ikki hava nakra orsøk at vera ósamdur við øll onnur í Klaksvík, sum halda støðuna vera sera lítið hugaliga, nú KÍ, sum um eina stóra viku fer um tey hundrað, er á áttanda plássinum og ikki heilt kann roknast at vera uttanfyri vandan fyri fyrstu ferð nakrantíð at skula spæla um rættin at halda fram í bestu deildini.
Sunnudagin varð roknað við, at lítið meiri enn trý hundrað áskoðarar sóu KÍ ímóti B36. Hetta eru í hvussu so er einir fimm hundrað færri, enn tað plaga at vera. Í mistari inntøku er í minsta lagi talan um 70 ferðir 500 ella í hvussu so er 35 túsund krónur. Um sama støðan fer at endurtaka seg fleiri ferðir, so verður skjótt talan um inntøkumiss í hundrað túsund krónur klassanum.
Tað eru úrslitini á vøllinum, sum eru orsøk til lítla og minkandi áhugan at síggja heimsdystirnar.
Gestur Hovgaard:
- Vit mugu bara staðfesta, at vit ikki hava havt møguleika at investera okkum til toppplasering, og vit halda ikki, at tað tænir KÍ upp á sikt at dúva ov nógv upp á fremmandar spælarar. Vit høvdu roknað við, at okkara egnu høvdu megnað meiri, enn teir higartil hava megnað, men samstundis mugu vit staðfesta, at vit ikki hava havt marginalirnar við okkum. Tað halda vit okkum ikki hava havt í fleiri av dystunum, har vit bara hava fingið eitt stig burturúr, og tað hava vit ikki havt, tá ið tað ræður um spælarar. Allan Joensen hevur als ikki verið við, Ovi Nysted var ikki við nógvu tær fyrstu ferðirnar, nú hevur Aleksander Djordjevic ikki verið við í nógvar ferðir, og nú er Jákup Mikkelsen skaddur. Talan er um lyklaspælarar, og tað kennist meint. At tað gongur út yvir lagið, tá ið úrtøkan ikki er góð, er ivaleyst einki at siga til.
Hvat fara tit nú at gera?
- Vit arbeiða víðari. Við at lyfta í felag vóna vit, at lagið og hugurin vera í lagi, og vit vóna sjálvandi, at tað fer at hilnast betri á vøllinum, enn tað hevur gjørt. Vit halda okkum eiga góða framtíð. Men sjálvandi er tað lítið hugaligt akkurát nú. Klaksvíkingar og norðoyingar hava altíð verið góðir við KÍ. Tí nívir núverandi støðan okkum øll, men vit vóna og rokna við, at vit øll framvegis standa saman um felagið.
Sunnudagin skal KÍ norður á Mølina at spæla í tólvta umfarinum í landskappingini. Tá verður Jákup Mikkelsen ikki í málinum. Hann er skaddur, og tað verður ivaleyst Andreas Johannesen, sum higartil í ár hevur verið málverji í 2. deild, sum sleppur at royna seg. Hann hevur ongantíð áður spælt í landskapping í 1. deild. Ovi Nysted og Atli Danielsen eru leikbannaðir ímóti EB/Streymi.










