Tað er langt millum málkongarnar

Hóast dystartalið seinastu árini hevur verið 27, so eru tað framvegis Uni Arge og Súni Fríði Barbá, sum eiga málmetið, ið teir settu, tá ið dystartalið var 18

Klæmint A. Olsen er topp­skjútti í føroyskum fótbólti í 2013. Hann skoraði 21 mál, sum var eitt fleiri enn Páll A. Klettskarð. Serliga var tað í síðsta triðinginum av kapp­ingini, at Klæmint gjørdi um seg. Eitt nú skoraði hann í trim­um teimum seinastu um­før­unum seks mál.
Tá ið toppskjúttin eftir dystarlok leygardagin varð heilsaður við lukkuynskjum, nú hann hevði rokkið mál­tindin, takkaði hann og legði aftrat, at tað hevði verið upp­aftur betri, um málini høvdu verið meiri spjadd yvir alla kappingina og ikki vóru komin í einari stórari torvu, sum tey gjørdu fram ímóti kappingarenda.
Máltalið hjá honum á tind­inum hevur seinastu árini verið rættuliga støðugt. Í fjør skor­aðu Clayton Soares og Páll A. Klettskarð 22 mál í part, í fyrraárið átti Finnur Justinussen máltindin einsa­mallur við 21 málum, og í 2010 vóru Arnbjørn Hansen og Christian Høgni Jacobsen bestir við 22 málum.
Eingin ivi er um, at fremstu málskjúttarnir hava nøs fyri at skjóta mál. Men tað er skjótt at staðfesta, at rættu­ligu málkongarnir ella mál­revarnir eru ikki av sama slag, sum teir vóru fyri nøkrum árum síðani.
Síðani 2005 hevur kapp­ingin verið 27 umfør. Frá 1988 og fram til 2004 var kapp­ingin 18 umfør. Hóast dystartalið var ein triðing lægri, enn tað hevur verið tey seinnu árini, so vísir yvir­litið, at tað í níti árunum fleiri ferðir kom fyri, at teir á tind­inum skoraðu tjúgu mál ella fleiri enn so.
Bestu tølini av øllum eiga Uni Arge og Súni Fríði Barbá. Í 1995 skoraði Súni Fríði Barbá, sum tá umboðaði B68, 24 mál, og tvey ár seinni rakk Uni Arge tindin við sama talið fyri HB.
GÍ vann FM 1993-1996. Ein av lyklaspælarunum á hesum gylta liðnum hjá gøtu­monn­um var John Petersen. Hann skoraði eina rúgvu av málum. Í 1994 var kappingarárið hjá GÍ framúr. Málmunurin var 59-16, og í miðal fyri hvønn dystin man hetta vera eitt tað besta úrslitið nakrantíð.
GÍ vann 14 dystir, 2 ferðir var javnt, og 2 ferðir fóru gøtu­menn av vøllinum við ongum. John Petersen skor­aði 21 mál ella í kapping, sum var 18 umfør eins nógv, sum toppskjúttin í ár hevur skor­að í 27 umførum.
Um sammett verður, so er skjótt at staðfesta, at mál­kongarnir ella mál­rev­ar­nir í níti árunum vóru ógvuliga støðugir. Tað kom sjáldan fyri, at teir fóru av vøllinum, uttan at teir høvdu skorað í hvussu so er eina ferð.

- - -

Máltindurin 1991-2013:

2013 Klæmint A. Olsen, NSÍ, 21
2012 Clayton Soares, ÍF, Páll A. Klettskarð, KÍ, 22
2011 Finnur Justinussen, Víkingur, 21
2010 Arnbjørn Hansen, EB/Str., Chr. Høgni Jacobsen, NSÍ, 22
2009 Finnur Justinussen, Víkingur, 19
2008 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 20
2007 Sylla Amed Davy, B36, 18
2006 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, 18
2005 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, 18
2004 Sonni L. Petersen, EB/Streymur, 13
2003 Hjalgrím Elttør, KÍ, 13
2002 Andrew av Fløtum, HB, 18
2001 Helgi L. Petersen, GÍ, 19
2000 Súni Fríði Barbá, B68, 16
1999 Jákup á Borg, B36, 17
1998 Jákup á Borg, B36, 20
1997 Uni Arge, HB, 24
1996 Kurt Mørkøre, KÍ, 20
1995 Súni Fríði Barbá, B68, 24
1994 John Petersen, GÍ, 21
1993 Uni Arge, HB, 11
1992 Símun Petur Justinussen, GÍ, 14
1991 Símun Petur Justinussen, GÍ, 15