sett sín dám á tey og broytt lyndi teirra. Tey hava ikki dugað at boyggja seg, tey fella saman og líksum læsa seg inni í sær sjálvum og setast at grunda: “kanska eiga vit sjálvi part í, at mangt fór fyri [...] okkurt smávegis, har tey komu. Tey vóru “upp á umgang”, sum tað kallaðist tá. Hetta merkir, at tey vóru eina ásetta tíð í einum húsi. Tá so henda tíðin var farin, og tey vóru farin at kenna seg eitt sindur [...] “kynstrið” at boyggja seg. Tann, ið dugir at boyggja seg, hann støkkur ikki. Mong av teimum gomlu sita í einsemi. Eg veit tey eru ongantíð einsamøll, og tað er eingin; men tey tørva, at onkur hevur tíð at tosa
sosiala samveran á dagtilhaldinum er við til at økja munandi um lívsvirðið hjá teimum gomlu. Hetta er eyðsæð við til at halda tey so frísk og ferðug, at tey kunnu verða verandi í egnum heimi sum longst [...] loysn. - Vit áttu ongantíð at verið enda í hesi støðuni, men landsstýrismaðurin vísti beinanvegin ein positivan anda við alt fyri eitt at royna at finna vantandi peningin. Vit vita, at ongin politikari hevur [...] hevur heimild til at býta pening út, sum honum lystir. Tí er tað at fegnast um, at tað kortini er eydnast landsstýrismanninum at finna góðar tvær milliónir til hetta øki, so skaðin verður avmarkaður, inn
Bø. Tað er einki at ivast í, at tey har Heimi hava hjálpt teimum at fáa húsini upp. Lívsins uppihald Ognarleys høvdu ikki nógv at velja í tá í tíðini. Tey vóru fegin um, at tey høvdu so frægt til dagin og [...] er skjótt at koma til bæði frá Eiðinum og frá víkini. At fleiri bátsmanningar róðu út og at nógvur fiskur kom upp á land hevði m. a. við sær, at tað var stórur hugur at fáast við handil og at taka ímóti [...] hendurnar at fáa sær og sínum føðina í munnin. Um tey, sum áttu nógv og sum høvdu fólk at arbeiða fyri seg, hevur akltíð verið og verður so nógv sagt og skrivað. Tí ger tað kanska einki, at vit eina ferð
eitt satt knoss. Tey vóru glað, tá byrðurin var góður, og tey bóru sorg, tá lívsins stormar vóru um at kollsigla tey og tað, sum sá út til at vera gleði og gylt framtíð. Tey høvdu lært at bera lagnuna, soleiðis [...] hugleiðingar um tey bæði Annu Katrinu og Jósup úti á Bø í Svínoy. Felags fyri tey bæði var, at tey sum børn gjørdust móðirloysingar. Tey komu bæði í bóndahúsið har Heimi í Svínoy, har gjørdust tey góð, og tá [...] tað mundi mangan vera stríggið at egna og fara til útróðarar og síðani at fara inn í Sund at sleppa sær av við fongin. Fyri at lætta um skiftust bátarnir viðhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu
fær so mikið av atkvøðum, at tey fáa sæti á fólkatingi. Góð valluttøka Annars hava fólk í Hvalvíkar kommunu verið íðin at fara á val. Við løgtingsvalini hevur luttøkan ligið um tey 80 %, men við fólkatingsval [...] Tey vóru har í góðari tíð. Valstýrið møtti væl áðrenn valhølið lat upp kl. 9. Tey byrjaðu beinanvegin at telja upp teir ? enn! - blonku seðlarnar við øllum valevnunum á, hvørt upp í buntir við 25 seðlum [...] í gjár orsakað av valinum. Men tað vóru tey neyvan kedd um: Veðrið var einki serligt, og tey flestu teirra høvdu helst verið seint uppi kvøldið fyri, meðan tey gingu grýlur runt í bygdini. So í skúlanum
oddasessinum, meðan tapið ber við sær, at B68 nú er triði aftast og bara tvey stig frá niðurflytingarplássi. Undan kappingarbyrjan vónaðu toftamenn, at tað fór at bera til at røkka europeiskum atgongumerkjum [...] løtuni kann dagsskráin ikki vera onnur, enn at fáa gongd á aftur og at sleppa burtur úr botninum. Uppgerðin leygardagin var dømi um, at tað oftast er soleiðis, at tað koppar tí til fyrimunar, sum er á al [...] meðan tann, sum er í dalinum, hevur sera ilt við at vinna úrtøku. Tað var tætt og ikki altíð so rudduligt. Tað er lætt at skilja, at toftamenn gleða seg til at spæla á nýggjum graslíki. Vøllurin, sum teir
fyri páskir vóru skipini á Fuglafirði við svartkjafti, sum tey áttu eftir at fiska. Vertíðin til havgølt er nú farin, og væntandi er ikki, at írsku systirskipini fara á hesa veiði aftur, fyrrenn til heystar [...] Á Havsbrún í Fuglafirði eru tey hampiliga væl nøgd við árið higartil. Vit vóna, at rímiliga góða gongdin við ráfiski fer at halda fram, sigur Hartvig Joensen. Havsbrún í Fuglafirði hevur higartil í ár [...] tikið ímóti umleið 50.000 tonsum av ráfiski. Hetta er meiri, enn tey høvdu væntað í Fuglafirði, tá árið byrjaði. Útlitini vóru meiri at kalla vánalig við ársbyrjan, men fyrstu tríggir mánaðirnir hava slett
Ríkari samfelag Heðin Mortensen segði, at øll skjótt kunnu gerast samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. - Men vit standa við stórum [...] tá fólk heldur áttu at fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini. Heðin segði, at so mangan hevur [...] fyri, at dagliga er tað honum ein fragd at síggja, at vit taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar, tí vit hava virkin fólk, ið skapa trivna og eisini vegleiða og læra tey yngru. - Eg haldi, at okkara
tað eisini fyri samfelagsins skyld fyri at fyribyrgja, at vit verða noydd at fara á røktarstovn, segði Eilif. Hann minti á, at tilgongdin frá at vera ungur til at gerast gamal er hin sama í dag, sum hon [...] fríska er, at hann ella hon er før fyri at klára seg sjálv og ikki er bundin av at skula hava hjálp frá øðrum. Eitt eyðkenni við at gerast gamal er, at ein so við og við gerst meir bundin av at skula hava [...] heilsu var, at Tilhaldið í Tórsgøtu eins og líknandi feløg kring landið áttu at upplýst og stimbra pensjónistum nógv meira at gerast virknari og nógv meira tilvitað um fyritreytir fyri at varðveita og
fleiri av teimum, er, at tey búgva á bústovnum, sum sostatt er teirra heim. Tað heldur hann, at partarnir eiga at hugsa um og tískil heldur hann ikki, at tað kann vera rætt, at tey verða rakt av einum verkfalli [...] nevnt, at lív og heilsa hevði staðið í váða. Edvard Heen segði tá, at eftir hansara tykki, eiga viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum ikki at verða rakt av verkfalli og hann heitti á partarnar um at finna [...] má ásannast, at púra einki er hent, og tað harmar stjóran í Almannaverkinum. – Eg haldi framvegis, at okkara viðskiftafólk eiga ikki at verða rakt av verkfalli, sigur hann. Hann sigur, at tað, sum er serligt