Tá ið landskappingin var seks umfør gomul, lógu EB/Streymur og B68 lið um lið á støðutalvuni við 9 stigum.
Nú níggju umfør eru farin, hevur EB/Streymur tvífaldað sína úrtøku, so hon er 18 stig, meðan B68 framvegis hevur níggju stig. EB/Streymur hevur altso vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, og B68 hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Leygardagin fóru sundalagsmenn av Svangaskarði við 2-1 sigri. Harvið eru teir næstfremst og bara eitt stig frá oddasessinum, meðan tapið ber við sær, at B68 nú er triði aftast og bara tvey stig frá niðurflytingarplássi.
Undan kappingarbyrjan vónaðu toftamenn, at tað fór at bera til at røkka europeiskum atgongumerkjum. Tað er framvegis møguleiki fyri tí, men í løtuni kann dagsskráin ikki vera onnur, enn at fáa gongd á aftur og at sleppa burtur úr botninum.
Uppgerðin leygardagin var dømi um, at tað oftast er soleiðis, at tað koppar tí til fyrimunar, sum er á aldukambinum, meðan tann, sum er í dalinum, hevur sera ilt við at vinna úrtøku.
Tað var tætt og ikki altíð so rudduligt. Tað er lætt at skilja, at toftamenn gleða seg til at spæla á nýggjum graslíki. Vøllurin, sum teir nú spæla á, er slitin, og tað órógvar samanspælið, at bólturin ferðast so óregluliga, sum hann ger.
Tá ið tað er so tætt og intenst, sum tað leygardagin var á Toftum, so hevur tað stóran og avgerandi týdning at hava einstaklingar, ið eru førir fyri at avgera.
Ein av hesum er Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi. Hann er støðug hóttan, og tað sást væl, at nýskipaða B68 verjan hevði stóran ampa av kvika manninum við øgiliga máltevinum. Nakrar ferðir var um reppið, at Arnbjørn gjørdist leysur, og miðskeiðis í 1. hálvleiki eydnaðist honum at fáa hol á.
Eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram var hann á rætta staðnum og fekk trýst bóltin inn um Hans Jørgensen, sum var stinnur í B68 málinum.
B68 svaraði aftur bara seks minuttir eftir, at mótstøðuliðið var komið framum. Christian Høgni Jacobsen og Kristian Anton Andreassen vóru í álopinum hjá heimaliðnum, og teir báðir áttu málið. Innkastini hjá Kristian Antoni eru óvanliga long og harvið vandamikil. Eftir innkast úr høgru og langt inn í brotsteigin eydnaðist tað Christiani Høgna at snara sær á, og sera snilt og við bakinum ímóti málinum at lyfta bóltin dygst undir tvørtræið.
Síðsta korterið fram ímóti steðginum var besta løtan hjá B68. Fleiri ferðir vóru toftamenn í góðum støðum, og bestu royndina hevði Ndende, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, men við høvdinum sendi hann bóltin í tvørtræið.
Ikki nóg tættir
Tað vísir seg ofta at hava týdning, tá ið tað er sama manning, sum spælir. Tað ber til, tá ið liðið ikki er darvað av leikbannum og skaðum.
Soleiðis er tað hjá EB/Streymi. Seinastu umførini hevur Heðin Askham mannað sítt lið við somu monnum, og tað hevur ligið væl fyri. Teir somu fýra eru frammanfyri René Tórgarð, Levi Hanssen og Sorin Anghel eru tryggir sentralir miðvallarar, Niels Pauli Danielsen mennist støðugt í framrættaða leiklutinum, og so eru tað Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum bæði í samanspæli og hvør fyri seg megna eina rúgvu.
Hjá heimaliðnum hava útskiftingarnar verið nógvar. Bæði tí liðið hevur verið darvað av skaðum og leikbannum. Tølini siga, at verjan hevur ikki verið tøtt. Tað er bara hjá FC Suðuroy, at fleiri mál eru farin ígjøgnum, enn tað eru farin ígjøgnum hjá B68.
Hesa ferð var verjan skipað heilt av nýggjum. Oddur Á. Højgaard og Einar Hansen vóru nýggir í miðverjuni, har Jóhan Dávur Højgaard var leikbannaður, Dánjal Pauli Højgaard var vongverji í høgru í staðin fyri Niklas Joensen, og Remi Langgaard, sum annars hevur verið á miðvøllinum, var á vinstra vongverja.
Sum 2. hálvleikur leið, fekk EB/Streymur betri tak á, og tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, skoraði Leif Niclasen sigursmálið eftir gott einmansavrik. B68 misti í uppspæli frammarlaga í høgru, og í knappari vend og eitt sindur til høgru snaraði Leif Nicalsen framvið fleiri, áðrenn hann við fløtum skoti og av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin inn við nærru stólparótini.
B68 hevði viljan at svara aftur. Christian Høgni Jacobsen royndi fleiri ferðir at bróta ígjøgnum verjuna, og tað eydnaðist eisini onkra ferðina, men tað varð ikki meiri enn nær við og næstan. René Tórgarð var stinnur, og í onkrum førum fór bólturin skeivu megin stólpan.
Sundalagsmenn fegnast um góðu støðuna í toppinum, og teir eru spentir at fara í Gundadal mikukvøldið at tryggja sær finalupláss í steypakappingini. Toftamenn hava í løtuni aðra dagsskrá. Í fyrstu atløgu er setningurin at vinna úrtøku, tá ið Víkingur 2. hvítusunnudag kemur at vitja!