ELDRADAGUR
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum beyð vælkomin og setti eldradagin í Havn fríggjamorgunin klokkan 10.
Borgarstjórin segði, at ST samtykti fyrst í nítiárunum, at 1. oktober skuldi vera altjóða eldradagur. Í grannalondum okkara hevur verið vanligt, at dagurin verður hildin, og tað eru eldraráðini, sum í stóran mun skipa fyri hesum. ST ásetir evnið fyri dagin, sum so er felags evni kring allan heim.
- Her hjá okkum mæltu vit eisini til, at hesin dagur verður dagur teirra eldru. Við tiltakinum verða Tórshavnar kommuna og eldraráðið partar av tí altjóða týdningarmikla arbeiði, sum setir fokus á umstøðurnar og lívsdygdina hjá teimum eldru.
Ríkari samfelag
Heðin Mortensen segði, at øll skjótt kunnu gerast samd um, at vit eiga at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal.
- Men vit standa við stórum avbjóðingum. Miðalaldurin hækkar støðugt, tí fólk liva longri. Summi kalla hetta eina eldrabyrði – summi kalla tað eina eldrabumbu. Hetta er ein løgin hugsunarháttur, tá fólk heldur áttu at fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri sum hava eitt virkið lív longri - og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini.
Heðin segði, at so mangan hevur verið víst á, at okkara samfelag er samansett av øllum aldursbólkum.
- Áður vóru ættarliðini knýtt saman náttúrliga gjøgnum arbeiði í gerandisdegnum. Ættarliðini høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, og omma og abbi høvdu sín náttúrliga leiklut í húsarhaldinum, eisini eftir pensjónsaldur. Í dag tykist tíverri ofta sum yngru ættarliðini hava gloymt tørvin á tí lívsvísdómi, sum tey eldru sita inni við.
Heðin Mortensen vísti á, at fyri tveimum árum síðan prentaði Tórshavnar kommuna ein faldara við tilboðum til eldru borgararnar í kommununi.
- Og rætt skal vera rætt: Tað er nógv at fara til! Men vit – kommunan – vit skapa bara karmarnar, og tað er ein avbjóðing fyri okkum øll at fylla karmarnar, legði borgarstjórin aftrat.
Fjølbroytt samfelag
Heðin Mortensen helt fyri, at dagliga er tað honum ein fragd at síggja, at vit taka ímóti avbjóðingunum og fylla karmarnar, tí vit hava virkin fólk, ið skapa trivna og eisini vegleiða og læra tey yngru. - Eg haldi, at okkara eldru eru besta prógv um, at her er ikki talan um viknaðar sálir ella boygdar kroppar, men um virkin og vakin fólk, ið hava eina innara orku og eitt vit, sum bert lívsins lærdómur gevur.
Hann helt fyri, at politikarar ofta hava hug at skera alt yvir ein kamb og gloyma, at pensjónistar eins og allir aðrir samfelagsbólkar eru ein fjølbroyttur samfelagsbólkur.
- Tá vit møta eldri fólki, sum eru virkin, hava vit lyndi at gloyma, at tað eisini eru eldri, sum eru óhjálpin. Tí er tað gott, at vit hava virkin eldrafeløg, ið kunnu seta okkum politikarar uppá pláss og siga okkum, hvar skápið skal standa.
Og borgarstjórin helt fram:
- Virkin og vakin, kalla tit átakið. Tilvitanin um, at matur og ítrótt og rørsla eru heilsugóð, er grundleggjandi, og tí hevur rørsla stóran týdning og er viðkomandi fyri øll, sum kunnu røra seg. Júst hetta, at aktivera borgarar – at eggja til ítrótt og rørslu – er eitt av hjartamálunum hjá okkum, sum varða av landsins størstu kommunu. Vit eru tilvitað um henda týdning, bæði heilsuliga og sosialt. Men, sum eg havi sagt so mangan, at kommunalpolitikarar og umsiting kunnu bert tryggja, at karmarnir eru í lagi. Tað nyttar einki við eini flottari FIMI-høll ella eini Tórsbreyt og smáum hugnaligum fríøkjum, um vit ikki standa saman og gera nýtslu av tilboðunum og fylla karmarnar. Eg ivist onga løtu í, at okkara borgarar yvirhøvur fegnast um møguleikan at sleppa at røra seg í góðum umhvørvi innanfyri góðar og tryggar karmar.
Nøgdsemi
- Borgarstjórin vísti á, at ein stór kanning fyri ikki so langari tíð síðan vísti, at bara seks av hvørjum hundrað fólkapensjónistum eru illa nøgdir við tilveruna. Samstundis vísti kanningin, at her í høvuðsstaðnum er nøgdsemið størst, tí 81% siga seg vera væl nøgd við tilveruna, meðan tilsvarandi 70% aðrastaðni í landinum vóru nøgd.
- Vónandi eru hetta tøl, ið vísa, at vit eru á rættari leið og støðugt fáa undirbygt visjónina um okkara kommunu sum vakstrardepil – og eisini sum eitt trivnaðarsterkt øki fyri okkara eldru. Okkum tørvar tó als ikki nakað greiningararbeiði fyri at staðfesta, at tað eru eldri, sum hava stóran bráðfeingis tørv á røkt, tí tað eru bíðilistar til røktarheim og eldrasambýli. Vit vita, at tað eru pensjónistar, sum ikki hava nógvan pening at liva fyri. Eisini á hesum øki ger Tórshavnar kommuna alt, ið tilber, til tess at tørvurin verður nøktaður.
Borgarstjórin segði, at býráðið hevur eitt stórt ynski um, at kommunan skal vera eitt gott og trygt stað hjá øllum, yngri sum eldri, og alla tíðina hevur kommunan fyri eyga, at trivnaðurin skal standa í hásæti, tí uttan hann kann alt hitt líkasum gera tað sama.
- Við hesum fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan eldradag við vón um, at eisini hesin dagurin fer at økja um trivnað og samanhald og at stór nytta verður í teimum átøkum og tilboðum, sum standa øllum í boði í dag, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen.










