verður 5. juli og harvið fer at markera endan á fyrru leikhálvu, í staðin fyri at markera byrjanina upp á seinnu hálvu. Tað hevur verið víst á, at dygdin í spælinum hevur ikki verið so góð fyrst í august, sum [...] nógvum er, at higartil hava verið ov nógv veik lið í bólkaspælinum, og at hetta hevur havt við sær, at bestu liðini hava spælt dystir, sum als onga venjing hava givið teimum. Tað kann væl vera, at hetta verður [...] soleiðis at bólkatalið verður lækkað úr fýra og niður í tríggjar, og at fleiri av veikaru liðunum skulu spæla innleiðandi fyri at sleppa í bólkaspælið. Fyrsta umfarið í bólkaspælinum ætlast at vera leygardagin
eigur rós uppiborið, og tað var stimbrandi at hoyra positivu og sakligu metingarnar hjá okkara løgtingslimum Lógin fer uttan iva at verða viðtikin í januar, og eigur so útbjóðingarrundan at byrja, sjálvt um [...] menning og stimbran, sum skal til fyri at gera eitt samfelag liviligt. Tó, fiskivinnan er svikalig, og er óráð bert at hava eina vinnugrein at dúva uppá. Tað er ongin ivi hjá mær um, at Sandoyggin [...] samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag dómstólin, er kanska ivasamt, hvussu úrslitið verður fyri okkum føroyingar. Hóast hetta er í dag ongin ivi um, at vit fara at fáa eina leitingartíð
hesum. Virkini fáa tá at vita, hvørjum standi tey eru og og hvørjar íløgur ella broytingar tey eru noydd at gera fyri at kunna vera við sum leverandørur til eina oljuvinnu. Nú freistin at tekna seg er úti hava [...] kundu hugsað sær at verið við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu og somuleiðis at verði leverandørar til eitt nú norska oljuvinnu, um at venda sær til Føroya Oljuídnað. Ætlanin er so, at Saga skal senda [...] arbeiðinum og hevur gjørt eitt gott arbeiði sigur norski starvsfelagi hennara. Hvat kunnu vit so brúka hetta til spurdu vit Terje Hagevang, sum kemur at standa á odda fyri kanningunum, tá Saga fer at bora eftir
sigur, at tað er væl av smærri upsa, undirmálarum, at síggja vestanfyri. Tað eru vónir fyri, sigur Pauli Poulsen, at upsin fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja [...] einir 40 fjórðingar suður at markinum. »Og tá vit vita, at upsi kann flyta seg eina hálvtannaðhundrað fjórðingar norðureftir, er ikki ringt at ímynda sær, at hann eisini fer suðureftir, tá ætið ferðast [...] hann gýtir. Árni Nicolajsen sigur, at tað er sjálvdan at síggja upsa við rogni sunnan fyri 62°. Men tað er hugaligt, at nøgdin nú knappliga er so stór, sigur hann. At upsi ferðast, hava fiskifrøðingarnir vitað
ferðir árliga. Tað verða ungfólk úr samkomum í Havn, sum fara at standa fyri saman við presti. Sverri Steinhólm sigur, at KFUM og KFUK verða við. Eisini verða tey ungu í Meinigheitshúsinum og í Oasuni, sum [...] við so at siga vanligari liturgi. Prestur fer at prædika, og einir tríggir sálmar úr Sálmabókini verða sungnir. Eisini verður annar felagssangur. Men tekstirnir, umframt inn- og útgangsbøn, verða lisnir [...] Havnar Kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur, fer at prædika, og ungfólk fara at luttaka við upplestri, sangi og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður
tetta húsið og smíða sær koyggjur. Alt summarið høvdu eir úr at gera. Á odda stóð Hjalgrím Hentze. Tovqussaq og Ravnsoyggin Longu í 1946 var talað um at fara at rógva út í Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur [...] øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin. Norðmenn og danir gingu saman og vóru fyrstir at byggja eina útgerðarstøð, sum varð nevnd Agricohavn. Fólkatingsmaðurin Petur Mohr Dam var á ferð har yviri og var [...] enn um at fara til Grønlands. Mest varð hugsað um ísfisk, og menn vóru skjótir av landinum at keypa snurruváðsbátar og trolarar. Nakrir løgdu kortini ætlanir um at keypa stórar skonnartir til grønlandsveiði
seinastu árini. Tað er ikki so smart longur at smakka sær á, og tað verður ikki uttan víðari góðtikið at fólk bera seg býtt at í fyllskapi. - Grønlendingar eru kortini ikki fordømandi. Øll verða góðtikin, men [...] Rúsdrekka og hach misnýtslan er stór, og av hesum stendst eisini ein ávísur kriminalitetur, men narkomanar og narkotika er ikki í Grønlandi. Tað verða ikki framd innbrot og tílíkt fyri at stjala pening [...] kostnaðarmikil ráevni í Grønlandi, eitt nú er prógvað, at her eru gimsteinar og gull funnið, tó at tað higartil ikki er í so stórum mongdum, at tað lønar seg at fáa eina vinnu burturúr. - Menningin gongur við
netinum, so er skjótt at síggja listar yvir føroyskar e-mail adressur og her eru mangir útisetar ímillum. Forpliktar Í dag ber so til at halda Sosialin sum internetavís, og tað merkir at útisetin kann fylgja [...] tungu fyri at siga orðini og aftanfyri tunguna ein heili. Fyri útisetarnar, ið dáma Sosialin, merkir útgávan á Internetinum at múrarnir rapla. Nú er ikki neyðugt longur at bíða eftir postboðnum og lesa vikugomul [...] skuldi eisini takast og hon skuldi eisini viðgerast áðrenn hon kom í blaðið.Við nýggju teldutøknini ber til at sita í Singapore og gera eina grein við myndum og øllum heilt klára og fáa hana í blaðið á
síggja tað. Og ikki at gloyma, vit fáa sum oftast bert brot at vita. Heildin er sjáldan møgulig at hugsa sær. Sum áhugaður í fótbólti, so royni eg at fylgja við í 1. deild heima. Higartil hevur tað verið [...] hetta fyribrigdið í longri tíð, áðrenn tað kemur fram sum ein gøla í norskum bløðum. Tað er heldur ikki so, at frá tí at føroyingar fóru at fyrireika oljulóggávuna og fram til møguligir oljubankar vera funnir [...] somu tíðindir og lættari er at tosa um viðkomandi mál. Roca-Gil og undirsjóvartunnilin Internetið gevur okkum ein serligan møguleika til at samanbera tað, sum hendir har vit eru stødd við tað, sum hendir
i melduródn, ella verða tað tey mentunarligu og sosialu sjónarmiðini og tær innovativu og kreativu kreftirnar, sum her fara at fáa ein nýggjan leikpall. Tað fer so tíðin at vísa. Tað verður tó helst seinur [...] nýggjum vinnugreinum, nýggjar mátar at samskifta, at keypa og selja, at læra og øðrvísi mátar at skaffa okkum undirhald. Í síðsta enda eru teldurnar ein samfelagsspurningur, og eisini ein spurningur um mentan [...] bíliga at skriva teldubrøv til fólk, líkamikið hvar á knøttinum tey eru stødd. Teldurnar lætta um, og tær gera heimin minni. Men teldurnar fara at gera meira enn tað. Tað sum veruliga fer at broyta okkara