dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á Hvíta [...] Sjóvinnustýrið boðar frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2017. Hetta er annað árið á rað, at FURE NORD er kosið ársins skip. Á øðrum plássi eru M/V FUREVIK, M/V TÓRSBORG og M/V ELDBORG. Sjóvinnustýrið gevur [...] til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári. Í 2017 er tað serliga hent, at trý skip eru á øðrum plássi við neyvt sama stigatali. Hetta
vallaraheim í Føroyum lata ikki væl at bíleggingunum í summar, men á Vallaraheiminum Tórshavn stendur ikki á at fylla húsið. - Síðani Norrøna byrjaði summarsiglingina hevur verið nærum fult fleiri ferðir. [...] dønum. Ferðafólk, ið ikki hava bílagt kamar áðrenn, støkka eisini inn á gólvið og biða um eina song, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini hjá Smyril Line. Í mun til í fjør, tá ið Smyril Line [...] vilja gista og vitja í Havn. Tí er avgjørt tørvur á einum vallaraheimi sum hesum. Eitt árið fyrst í 90-unum høvdu vit einki vallaraheim, og tá stóð á at fáa vallarum innivist, sigur Áki Jespersen. Munandi
hevur spælt á AME, á MjúS, á G!, á íslendsku Airwaves, í Vega í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe Expo og í spælistøðum kring allar Føroyar seinasta árið. Stutt áðrenn ungdómstúrin fer 200 á pallin á stóra danska [...] Festival summarið Tá Norrøna mánadagin 26. juni fer av Havnini á Ungdómstúrin 06, verður rokkbólkurin 200 við á ferðini. Longu frammanundan er kunngjørt at Showmenn, Skunk, Thor Simonsen Og DJ Tummix vera [...] yvir allar føroyskar punkrokkbólkar, við á ferðina. Føroya besti bólkur 200 varð besti føroyski bólkur á Planet Awards í ár. Hittlagið Musclemanblað lá ovast á 15 teimum bestu í 9 vikur, og fløgan Viva
mørk og á hvørjum árið at bjóða eina fjøltáttaða stevnu á listarligum støði. Høvuðsevnið á Listastevnu Føroya í ár verður New York bólkurin Sequentia, sum fer at framføra "Edda", sum byggir á íslendsku [...] sett sær fyri á hvørjum árið at hava eitt fjøltáttað innihald, ið umboðar allar listargreinar. Meðan føroyska Listastevnan verður hildin á hvørjum árið, verður stevnan í Reykjavík hildin á øðrum hvørjum [...] verður fyrsta framførslan í einum norðanlandi av hesum verki, sum við talgildari tøkni byggir á elsta norrøna skaldskapin. Harafturat verða fremstu oljubýirnir í grannalondum okkara, Aberdeen og Stavanger
staðfestir Jónsvein Lamhauge, havnameistari. Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at umstøðurnar á samferðsluhavnini í Havn eru alt annað enn nøktandi, og herfyri helt Henrik Old, landsstýrismaður í [...] treylarar, hvørt um annað. Les eisini: Hetta má okkurt gerast við Samstundis hava suðuroyingar ilskast inn á, at Smyril ikki hevur nakað fast atkøgupláss í Havn, men má skifta ímillum plássið inni í innara krókinum [...] havnina, og samstundis verður øll Havnin innanfyri Molan, samferðsluhavn burtur av. Sostatt fær Norrøna fast pláss í krókinum undir Havnaskrivstovuni og bilarnir og treylararnir sum skulu við Norrønu,
fyri alla ferðina. Men í gjár fingu vit boð frá Smyril Line, at hetta ikki fór at bera til, tí Norrøna var sloppin í dokk eina viku fyrr enn væntað, greiðir Bárður Simonsen frá. Ætlanin hjá barnafamiljuni [...] spott at gera soleiðis. - Tey søgdu, at alt skuldi bera til, og nú mugu vit broyta so øgiliga nógv á túrinum. Vit mugu syrgja fyri at keypa dýru flogferðaseðlarnar, frakta bilin til Hanstholm og soleiðis [...] heim. Hetta er eitt veruligt dømi uppá, hvussu fyritøkur kunnu útnytta sína monopolstøðu. Tey skíta á kundan og tænastustøðið er null, sigur Bárður Simonsen.
menninar til lands. Skótt komu eisini umboð fyri aðrar miðlar ? bæði føroyskar og útlendskar - á staðið. Tá var pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Trinkle, skjótur at nýta høvið til at fáa orð á miðlarnar [...] í gummibátinum á veg inn á Havnina. Hann gjørdi greitt, at hann bert var komin til Føroya í friðarørindum, og at hann tískil ikki dugdi at skilja, hví løgreglan skuldi meta øll umborð á Ocean Warrior sum [...] teir fýra menninir vórðu settir í land í Havn mánakvøldið var at fáa umrøðu í heimspressuni. Handtiknar stjørnur Skiparin á Ocean Warrior sigur, at teir báðir av manningini á skipinum, sum mánakvøldið vórðu
m, so tað kemur ikki upp á tal, at vit fara at geva landsstýrisfólki ráðharrabilar og soleiðis brúka meira pengar upp á landsstýrisfólk. Tað er púra óneyðugt, at landskassin skal hava so stórar [...] valskeiði um lønarviðurskifti bæði hjá landsstýrisfólki og hjá tingfólki. Men hendan lógin er broytt í ár soleiðis, at tað framyvir bara verður gjørt eftir áheitan. Hetta er fjórðu ferð, at nevndin [...] stórar útreiðslur av at flyta løgmann og landsstýrisfólk aftur og fram. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá Sosialurin spyr hann, um hann fer at gera eftir tilmæliønum frá bólkinum, sum
útróðrarmenn, ið gleddu seg til at sleppa at fiska aftur inni við land, gleddu seg ov tíðliga. Tað verður kortini ikki loyvt at fiska inni við land aftur, soleiðis sum Jákup Mikkelsen, fráfarni landsstýrismaður [...] tikið til, um ikki at verða for seinur á sjóvarfallinum, men her bleiv einki sjóvarfall ímillum. Tí nú er longu greitt, at fiskiloyvið, sum skuldu koma í gildi á midnátt, koma ikki í gildi kortini. Nú [...] að komið út, sum lýsir friðingarnar aftur í gildið. Sostatt blívur økið inni við land, ikki latin upp fyri línuveiðu á hesum sinni, boðar fiskiveiðieftirlitið frá. Savnsmynd
aftaná, at landsstýrisfólkið hevur tikið við starvinum, til tann mánaðurin er úti, tá ið landsstýrisfólkið fer frá. Borðfæ Umframt lønarsamsýning fáa løgmaður og landsstýrisfólk [...] kann eitt landsstýrisfólk fáa eitt árligt kostnaðarendurgjald, sum er tengt at, í hvørjum parti av landinum landsstýrisfólkið býr. Skipanin við kostnaðarendurgjaldi fyri landsstýrisfólk [...] at øll útgerðin skal latast landinum aftur, men tað er ymiskt, hvussu henda mannagongd verður fylgd. Viðvíkjandi fráfaringarløn er ásett í galdandi lóg, at tá ið landsstýrisfólk fer frá, fær viðkomandi