Um tvey ár fær Smyril fast pláss í Havn

Vit skuldu verið farin undir at byggja Tórshavnar Havn út fyri trimum árum síðani, sigur Havnameistarin

 

Tá ið arbeiðið er liðugt, fær Smyril sítt fasta atløgupláss í Havn.

 

Tað staðfestir Jónsvein Lamhauge, havnameistari.

 

Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at umstøðurnar á samferðsluhavnini í Havn eru alt annað enn nøktandi, og herfyri helt Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, at tað var sum at hyggja niðuryvir Legoland at hyggja niðuryvir ferjuleguna, so stórur er ruðuleikin, tí har standa bilar til Smyril, bilar til Norrønu, bingjur og treylarar, hvørt um annað.

 

 

Les eisini: Hetta má okkurt gerast við

 

 

Samstundis hava suðuroyingar ilskast inn á, at Smyril ikki hevur nakað fast atkøgupláss í Havn, men má skifta ímillum plássið inni í innara krókinum  ímóti Bursatanga, og plássið í tí ytra krókinum undir Havnaskrivstovuni.

 

Jónsvein Lamhauge ásannar, at atfinningarnar eru ikki avleið, tí umstøðurnar eru vánaligar.

 

– Men nettupp tað er besta prógvið fyri, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit nú eru farin undir arbeiðið at byggja havnalagið út, sigur hann.

 

Í roynd og veru skuldu vit verið farin undir arbeiðið fyri einum trimum árum síðani, leggur hann afturat, tí ferðslan til og frá Norrønu, Smyrli, og bingjuflutningur, er nógv vaksin seinastu árini, og alt skal trokast saman innan fyri Molan.

 

Men hann sigur, at tá ið arbeiðið er liðugt, og tað verður væntandi í 2019, fara umstøðurnar at verða munandi lættari.

 

Tá verður alt, sum hevur við farm at gera,· flutt út í nýggju havnina, og samstundis verður øll Havnin innanfyri Molan, samferðsluhavn burtur av.

 

Sostatt fær Norrøna fast pláss í krókinum undir Havnaskrivstovuni og bilarnir og treylararnir sum skulu við Norrønu, verða settir at bíða oman eftir Molanum.

 

Samstundis fer Smyril at fáa fast pláss inni í krókinum ímóti Bursatanga og bilarnir, har eisini pláss verður fyri bilunum, ið skulu við.

 

Hann sigur eisini, at tá ið tey viðurskiftini eru fingin í rættlag, og ferðslan er býtt sundur, fer eisini at bera nógv betri til at seta skelti upp, sum leiðbeina ferðafólk.

 

– Tað ber illa til sum er, tí bilar til Norrønu, og Smyril, brúka sama pláss, sigur Jónsvein Lamhauge.