200 sjómenn á Ungdómstúrinum 06

Rokkbólkurin 200 verður við á siglandi festivalinum, ið verður dagarnar aftan á jóansøku umborð á Norrønu. Hetta er enn eitt stórt tónleikanavn, ið verður avdúkað á Ungdómstúrinum06.

Festival summarið
 
Tá Norrøna mánadagin 26. juni fer av Havnini á Ungdómstúrin06, verður rokkbólkurin 200 við á ferðini. Longu frammanundan er kunngjørt at Showmenn, Skunk, Thor Simonsen Og DJ Tummix vera við, men nú hava fyrireikararnir altso eisini tryggjað sær punkrokkbólkin yvir allar føroyskar punkrokkbólkar, við á ferðina.
 
Føroya besti bólkur
200 varð besti føroyski bólkur á Planet Awards í ár. Hittlagið Musclemanblað lá ovast á 15 teimum bestu í 9 vikur, og fløgan Viva La Republica seldi so mikið væl, at hon gjørdist millum 10 tær mest seldu fløgurnar í Føroyum í 2005.
200 hevur spælt á AME, á MjúS, á G!, á íslendsku Airwaves, í Vega í Keypmannahavn, í SMS, á Faroe Expo og í spælistøðum kring allar Føroyar seinasta árið.
Stutt áðrenn ungdómstúrin fer 200 á pallin á stóra danska ídnaðarfestivalinum Spot 12 í Århus og  á Asfalt í Havn. Í vikunum millum hesar konsertir og Ungdómstúrin er bólkurin í upptøkuhøli og spælir inn eina nýggja fløgu, og uttan iva verður tilfar av hesi fløgu at hoyra á Ungdómstúrinum. Hesin túrur verður partur av ferðini hjá 200 niður á Roskilde Festivalin, har bólkurin eisini skal spæla.
 
Rokka heilt til Noregs
Rokkenda punk trioin kom fram í sambandi við upptøkurnar av Rock í Føroyum 2 í 1997. Bólkurin spældi tá antipopp á føroyskum, tað flutti seg síðan til fullveldispunk á fyrstu fløguni 200% í 2001. Nýggjasta fløgan Viva La Republica tekur tráin upp eftir 200%, men er heldur meira rokkkend enn fyrra fløgan, og tekstirnir eru enn meira argandi. Niels, Uni og Mikael eru allir tríggir framúr góðir tónleikarar, sum uttan iva fara at fáa Norrønu at rokka allan vegin til Noregs.
 
Fantastiskir karmar
Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ungdómstúri við Norrønu, men tað er longu greitt, at hesaferð verður fyriskipanin av túrinum munandi meira umfatandi. Stutt sagt verður alt gjørt fyri, at túrurin verður ein risa uppliving fyri tey ungu. Tey fáa fantastiskar karmar at hátíðarhalda, at skúlarnir eru farnir í summarfrí. Fyrireikararnir hava veruliga spíla seg út, soleiðis, at túrurin í ár næstan verður eitt slag av flótandi festivali, við tónleiki og tiltøkum dag og nátt frá mánamorgni 26. til mikudagin 28. juni.
 
Fult drøn
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Elin Hentze í&quot;$?$end$!$<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Elin Hentze&quot;$?$end$!$Elin Hentze</st1:PersonName$?$end$!$ í</st1:PersonName$?$end$!$ Stórustovu er sett sum samskipari, hon hevur góðar royndir sum konsert fyriskipari, og var m.a. við til at fyriskipa frálíku Náttin er Ung tiltøkini. Elin sigur við Planet.fo. At tey hava lagt seg eftir at skipa fyri einu góðum túri, har tey ungu fáa eina veruliga uppliving. Tað verða tveir dagar við fullum drøni á. Undirhaldið byrjar, áðrenn vit leggja frá landi í Havn, og heldur fram, heilt til vit koma aftur mikudagin, so ongin noyðist at keða seg sigur Elin. <BR> 
Tónleikur dag og nátt
Allan túrin er tónleikur á skránni, og bæði um morgunin, dagin, um kvøldið og alla náttina er livandi tónleikur við einstaklingum og bólkum, og Dj Tummix. Hetta verður í Viking Club, Naust Bar og í Sky Bar. Serliga forkunnug er Sky Bar, sum er ein úti barr á dekki 7. Hendan barr skal nýtast til fulnar. Har verður tónleikur bæði á fløgu og livandi framførslur. Men har verður eisini annað enn tónleikur Saranja Hammer frá Yndi Fitness fer at undirvísa í Aeroboksing, Trim aerobic, Salsa Aerobic og Salsa dansi
 
Útsjóndin verður eisini røkt
Tvær hárfríðkunarkvinnur vera við á túrinum, og fara at sveisa lokkar í hárið á teimum, sum hava hug til tað. Eisini verður ein vakurleikaserfrøðingur, ið fer at gera andlitsviðgerðir og leggja make-up hjá teimum, ið vilja tað. So útlitini fyri at pynta seg, eru eisini sera góð á túrinum.
Tey, ið vilja røkja heilsuna á ferðini, kunnu gera hetta í fitnessrúminum, ið er opið sum vanligt
 
Lægri prísur komandi vikurnar
Ferðaseðlarnir verða nú settir til sølu og vera seldir fyri ein lægri prís til 15. mai, eftir hetta fer prísurin upp. Um man er 16 ella 17 ár, skulu foreldrini vátta, at tey ungu kunnu fara. Meira fæst at vita um hetta við at venda sær til Smyril Line. Tey, ið eru 18 ár, skulu prógva aldurin við passi ella koyrikorti, tá tey keypa ferðaseðilin.