Ætlanin hjá familjuni við tveimum børnum var at halda eini góð jól uttan trupulleikar saman við fastrini hjá børnunum, men hendan ferðin, sum at síggja til var bæði løtt og bílig, gjørdist ein veruligur trupulleiki fyri familjuna.
- Alt var klárt. Vit høvdu keypt ferðaseðlarnar, og hetta skuldi kosta okkum 3600 krónur, fyri alla ferðina. Men í gjár fingu vit boð frá Smyril Line, at hetta ikki fór at bera til, tí Norrøna var sloppin í dokk eina viku fyrr enn væntað, greiðir Bárður Simonsen frá. Ætlanin hjá barnafamiljuni var at fara niður við Norrønu 18. desembur og upp aftur 3. januar, men nú ber ikki til at koma upp aftur tann 3. januar.
Kunnu flyta bilin
Tað, sum Bárður Simonsen er mest argur um, er, at Smyril Line uttan hóvasták broytir ferðaætlan sína.
- Tað má vera soleiðis, at Smyril Line sigur nær skipið skal í dokk, og so verður tað soleiðis. Tey hava givið tilboð at flyta bilin heimaftur, men tá má eg eisini syrgja fyri at fáa bilin til Hanstholm, og so mugu vit flúgva uppaftur. Hetta gerst beinanvegin meira enn dupult so dýrt, og hevði staðið heilt illa til, varð mann noyddur at siga við børnini, at tey ikki sluppu at vitja fastur sína, men vit fara niður.
- Eg haldi bara tað er so óskilligt, at hetta skal vera so. Vit mugu uppaftur áðrenn 5. januar tí vit skulu til arbeiðis, men hevði Smyril Line bara sagt frá beinanvegin, so hevði mann heldur kunna fyrihildið seg til tað, sigur Bárður Simonsen.
Halda fólk fyri spott
Í løtuni heldur Bárður Simonsen ikki nógv um Smyril Line. Hann heldur at tað er at halda fólk fyri spott at gera soleiðis.
- Tey søgdu, at alt skuldi bera til, og nú mugu vit broyta so øgiliga nógv á túrinum. Vit mugu syrgja fyri at keypa dýru flogferðaseðlarnar, frakta bilin til Hanstholm og soleiðis sleppa vit endiliga heim. Hetta er eitt veruligt dømi uppá, hvussu fyritøkur kunnu útnytta sína monopolstøðu. Tey skíta á kundan og tænastustøðið er null, sigur Bárður Simonsen.