Ikki loyvt at fiska inni við land kortini

Teir útróðrarmenn, ið gleddu seg til at sleppa at fiska aftur inni við land, gleddu seg ov tíðliga.

Tað verður kortini ikki loyvt at fiska inni við land aftur, soleiðis sum Jákup Mikkelsen, fráfarni landsstýrismaður, hevði ætlað.

Hansara síðsta gerð sum landstýrismaður, var at broyta kunngerðina, so at aftur verður loyvt at fiska við línu inni við land.

Annars varð bann sett fyri fiskiskapi innanfyri 1,5 fjórðingar

Tó skuldu økini vestur úr Mykinesi og eystur úr Fugloynni framvegis verða stongd.

Ofta verður tikið til, um ikki at verða for seinur á sjóvarfallinum, men her bleiv einki sjóvarfall ímillum.

Tí nú er longu greitt, at fiskiloyvið, sum skuldu koma í gildi á midnátt, koma ikki í gildi kortini.

Nú er nevniliga nýtt kunngerðarblað komið út, sum lýsir friðingarnar aftur í gildið.

Sostatt blívur økið inni við land, ikki latin upp fyri línuveiðu á hesum sinni, boðar fiskiveiðieftirlitið frá.

Savnsmynd