fyribilsloysn, so er hetta enn eitt av mongum dømum um, at altjóðagerðin er yvir okkum. Eitt eyðkenni við altjóðagerðini er, at alheimurin verður ein og sami arbeiðsmarknaður. Hetta er galdandi uttan mun til [...] Bakstøðið fyri uppskotinum er trotið á arbeiðsmegi, og samgongan hevur tí sett sær fyri at gera munagóð átøk á málsøkjum, sum viðvíkja útlendingum í Føroyum. Men hetta tekur tíð eitt nú at yvirtaka økið [...] ríkislógartilmælið er bert at meta sum ein fyribilsloysn. Lógarbroytingin fevnir bert um ES borgarar, og tí verða reglurnar fyri onnur enn hesar tær somu, sum nú eru galdandi. Hóast uppskotið bert er ein fyribilsloysn
uppgávlyndi. Heima Her heima í Føroyum er neyvan talan um tíðarhvarvskifti. Lagnan hjá CHE samgonguni avdúkaði, hvussu veik politiska skipanin er og hvussu trupult tað er at fremja djúptøknar politiskar og [...] fer til klandur og neisur, har tørvur er á samstarvi og nýhugsan. Hetta er so ikki annað enn væntandi, sum politiska veðurlagið hevur verið eftir valið. Verri er, at ABC enn ikki hevur megnað at koma við [...] kreppupakka. Samgongan hevur enn ikki megnað at seta upp nøkur greið og realistisk mál við atliti at krepppuni og tí er eingin strategi tøk. Fíggjarlógin fyri 2009 avdúkaði, at samgongan enn ikki hevur
samgonguni, ið støðugt versnar. Tað er eygsýnt fyri øllum, at okkurt er galið við samskipanini í landsstýrinum. Høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger, og heildarmyndin er ein babyloniskur ruðuleiki, har eitt [...] ikki nógv hugflog til at staðfesta, at samgongan enn einaferð hevur fingið ein samstarvstrupulleika. Her er alt, ið bendir á stríð millum landsstýrismenn. Orsøkin er at fíggjarmálaráðharrin hevur trolað [...] sínum dómi, og hann er ikki mildur, kallar uppskotið eina sápubløðru og boðar frá, at tað kemur ikki uppá tal at hækka pensjónsaldurin. Hann hevur onga kunning fingið frá FMR. Hann er misnøgdur við, at
Tað er júst hetta, sum er hent, og tað er ein spurningur, hvat hetta merkir fyri landsstýrisins politikk. Tann samda fíggjarnevndin hevur skorið á næstan øllum økjum. Serstakliga gongur hetta út yvir [...] í fíggjarlógaruppskotinum hjá Bárði Nielsen og nú er hesin politikkur so heilt burtur við fíggjarlógaruppskotinum hjá tí samdu fíggjarnevndini. Hetta er serstakliga óheppið fyri Fróðskaparestrið, sum verður [...] verður skorið uppaftur meira enn í upprunauppskotinum. Hvat er hetta fyri eitt signal frá fíggjarnevndini? Ætlar fíggjarnevndin, at øll menning innan hægri útbúgving og gransking skal steðga her og nú?
verður lítið mætari. Hetta er eingin tespilig støða, og samgongan hevur tikið til tey vanligu ráðini at skera niður. Men við niðurskurðinum minkar virksmið í landinum, so hetta er alt annað enn lætt. Hóast [...] eitt hægri reallønarstøði, er hetta so avgjørt eitt áhugavert alternativ til lønarhækkingar. Vandin er bara tann, at slíkar skipanir hava tað við at verða útholaðar, tá ein tíð er farin. Tá tað almenna aftur [...] varð givið, meðan nýggja samgongan enn trúi uppá tað, sum gamla samgongan vissaði fólkið um, nevniliga at vit høvdu ein grundleggjandi sunnan búskap. Tá gerandisdagurin kom, vísti tað seg, at soleiðis var
flokkarnar er tó so lítil, at her er einki avgjørt. Formenninir í stóru flokkunum hava markerað seg rættiliga kraftiga seinastu dagarnar, her ikki minst Javnaðarformaðurin. Undirtøkan Høgni Hoydal fær er ikki [...] kinum er yvirhálaður av fyrrv. formanninum, Edmundi Joensen. Jóannes Eidesgaard liggur greitt á odda í Javnaðarflokkinum, meðan Jørgen Niclassen fær harða kapping frá Óla Breckmann. Áhugavert er eisini [...] eisini at spyrja, hvørja niðurstøðu vit kunnu gera um eitt komandi løgtingsval út frá hesi kanning. Samgongan haldur skansan og væl tað. Aðrir samgongumøguleikar so sum Tjóðveldi og Samband eru ov stuttir og
tað er lívsneyðugt, skulu aðrir bollar í súpanina, enn tann varna og púrasta visjónsleysa fíggjarlóg, sum varð samtykt fyri jól. Men enn er bót á borði og um løgmaður nú stígur í karakter, samgongan ásannar [...] konventiónir um mannarættindi. Í hesum høpi er varpað ljós á grundleggjandi virði í einum fólkaræði. Tolsemi og virðing fyri teimum, ið ikki eru samd við okkum, er ein grundarsteinur undir fólkaræði okkara [...] okkara. Kortini uppliva vit ferð eftir ferð, at tolsemi tvørrar, og hvat, ið verri er, vit hava lyndi til at illskast inn á tey, sum ikki eru samd við okkum. Nú varð sum kunnugt tann nógv umrødda grein 266b
hvørjar broytingar eru síðani seinasta val. Og har er ein greiður vinnari, og tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur eina framgongd uppá heili 3,5%. Haraftrat er hann vorðin størsti flokkur í prosentum eisini [...] Kanningin er gjørd í døgunum 24. og 25. apríl. Ikki færri enn 1001 fólk svaraðu, so grundarlagið undir kanningini er rættiliga stórt og vóna vit tí eisini, at hon kann vera við til at skapa kjak og seta [...] komandi bløðum og í samfelagnum sum heild. Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum fólk, er hvussu býtið er millum teir einstøku politisku flokkarnar í mun til seinasta val. Og her gevur kanningin okkum
Tað er greitt, at fólkatingsvalið verður eitt slag av styrkiroynd undan komandi løgtingsvali. Tí kann tað undra mong, at flokkurin hjá løgmanni enn ikki hevur latið við seg koma. Tað er í hvussu er ikki [...] til myrkurs. Av tí at valstríðið er bert knappar tríggjar vikur drúgt, telur hvør tími í valstríðnum fyri tey uppstillaðu. Høvuðsspurningurin til danska valstríðið er enn einaferð útlendingamálið, har [...] heilsuøkið er tað serliga krabbameinsviðgerðin, sum verður umrødd í valstríðnum. Hvussu sær so politiska landakortið út! Eingin av vongunum tykist fáa meiriluta. Leikluturin hjá Dansk Folkeparti er nógv kølnaður
síni menningartilgongd. Nú kemur so eitt tíðaskeið, har landsstýrissamgongan veruliga skal vísa, hvat tað er hon vil. Tað fáa vit at síggja, tá løgmansrøðan og fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 koma á borið [...] Tað er sjálvsagt í so tíðliga at meta um politikkin, men nakað bert tað tó til at siga um rikna politikkin. Á uttanríkspolitiska økinum tykist landsstýrið at hava havt hepna hond, serstakliga við atliti [...] breiðu tjóðskaparliga semjuna hjá smgonguni. Størsta málið hevur verið tann nýggja fíggjarlógin. Samgongan legði út við enn fleiri sparingum, enn gamla samgonga longu frammanundan hevði mælt til við sínum