Oddagrein· Tjóðveldisflokkurin stóra framgongd

Í blaðnum í dag og í komandi bløðum fara vit á almannakungera úrslitið av eini umfatandi veljarakanning, sum felagsskapurin FYND hevur gjørt saman við Sosialinum. Fynd fevnir um eitt netverk av samfelagsfrøðingum á miðnámsskúlum og Fróðskaparsetrinum og hevur fleiri ferðir áður gjørt sera gjølligar og umfatandi kanningar saman við føroysku miðlunum.

Kanningin er gjørd í døgunum 24. og 25. apríl. Ikki færri enn 1001 fólk svaraðu, so grundarlagið undir kanningini er rættiliga stórt og vóna vit tí eisini, at hon kann vera við til at skapa kjak og seta spurningar í komandi bløðum og í samfelagnum sum heild.

Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum fólk, er hvussu býtið er millum teir einstøku politisku flokkarnar í mun til seinasta val. Og her gevur kanningin okkum eina rættiliga greiða ábending, tó at marginalarnir eru smáir í nógvum førum og so tann sannroynd, at góð 10% av teimum spurdu hava ikki gjørt av, hvønn flokk tey høvdu valt, um val var nú.

Samanumtikið kann sigast, at tað eru fleiri vinnarar. Hyggja vit eftir tingmannatalinum, hvat man tó skal taka stórt fyrivarni við, so er Sambandsflokkurin vinnarin, og Javnaðarflokkurin taparin. Tann fyrri fær ein tingmann aftrat, tann seinni missir ein. Tað eru tó meira prosentini, sum vit skulu hyggja eftir, tí tey geva bestu ábendingina um, hvønn veg tað ber og hvørjar broytingar eru síðani seinasta val. Og har er ein greiður vinnari, og tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur eina framgongd uppá heili 3,5%. Haraftrat er hann vorðin størsti flokkur í prosentum eisini, gott prosent frammanfyri Sambandsflokkin, sum við síðsta val hevði 2% fleiri men kortini fekk ein tingmann færri orsakað av valskipanini. Eisini Miðflokkurin hevur framgongd við einum prosenti. Javnaðarflokkurin er stóri taparin í kanningini og fer 2,3 prosent aftur samanborið við seinasta val, sum eisini nú verður yvirhálaður av bæði Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Havast má í hesum eisini í huga, at Hin Stuttligi Flokkurin er ikki við longur, men fekk hann 2,4 prosent við valið. Kann hugsast, at nógvar av teimum atkvøðunum eru farnar heim aftur til Tjóðveldisflokkinum.

Taka vit so samgongu kontra andstøðu, so er greitt, at samanlagt ganga samgonguflokkarnir aftur í prosentum við 2,4. Men samgongan varðveitir sínar 21 tinglimir. Aftrat hesum skal sigast, at 10% hava ikki tikið støðu.


Kanningin fevnir eisini um nógvar aðrar áhugaverdar samfelagsspurningar, og teir fara vit at venda aftur til í komandi bløðum. Millum mongu yvirskriftirnar eru hesar: Fólkaflokkurin mist stuðulin millum almennar løntakarar. Sambandsflokkurin arbeiðaraflokkur? Borgarligu flokkarnir frægari fyri millum sjálvtstøðugt vinnurekandi. Pensiónistarnir býta seg javnt millum fýra teir stóru.

Sosialurin