Tað er júst hetta, sum er hent, og tað er ein spurningur, hvat hetta merkir fyri landsstýrisins politikk. Tann samda fíggjarnevndin hevur skorið á næstan øllum økjum. Serstakliga gongur hetta út yvir almannamál, skúlamál og Fróðskaparsetrið. Hetta má koma landsstýrinum illa við, tí niðurskurðirnir ganga beint tvørturómóti tí, sum er fráboðað í samgonguskjalinum. Við samgonguskjalinum verður dentur lagdur á almannamál, samskipan av gransking og stuðul til mentan, á vinnumál og á fiskivinnumál. Lítið og einki sást til hendan politikk í fíggjarlógaruppskotinum hjá Bárði Nielsen og nú er hesin politikkur so heilt burtur við fíggjarlógaruppskotinum hjá tí samdu fíggjarnevndini.
Hetta er serstakliga óheppið fyri Fróðskaparestrið, sum verður skorið uppaftur meira enn í upprunauppskotinum. Hvat er hetta fyri eitt signal frá fíggjarnevndini? Ætlar fíggjarnevndin, at øll menning innan hægri útbúgving og gransking skal steðga her og nú? Hví hækkar fíggjarnevndin ávís øki, meðan onnur lækkað. Her saknast haldgóðar grundgevingar. Álitið frá tí samdu fíggjarnevndini sigur nógv um tingarbeiðið. Tað hevur ikki sørt dám av rossahandlum og av maktstríði millum landsstýri og ting. Tað ger kanska ikki tann stóra skaðan, eftirsum at fíggjarárið er næstan hálvrunnið. Men heldur vánaliga áralagið fram eitt nú við næstu fíggjarlóg, so fær samgongan nógvar trupulleikar at dragast við tey komandi fýra árini og allur hennara politikkur kemur í álvarsaman vanda.
Sosialurin