Fyri fyrstu ferð er Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur í tinginum. Hann fekk eitt kanónval og fekk eina framgongd uppá 9,9 prosent og fýra nýggjar tingmenn afturat teimum fýra teir høvdu frammanundan [...] . Tað hevur leingi ligið í luftini, at ein framgongd var væntandi, men at hon skuldi gerast so stór, tað høvdu bert tey allarfægstu rokna við. At tey so kanska vónaðu tað, er nakað annað. Tað er nú ikki [...] Lassi er vekk Um tað verður støðan hjá teimum krisitiligu er ivasamt. Lassi Klein segði valkvøldið, at hann í løtuni ikki kann geva nakað boð um, hvørt flokkurin stillar upp aftur ella ikki, men tað var dyggur
javnaðarflokkinum at fáa eykamann valdan í Norðsteymoy. Hans Pauli Strøm varð valdur við umleið 130 atkvøðum. Hann var uppstillaður í Vestmanna. Hans Pauli Strøm er mest fegin um, at tveir vinstraflokkur [...] fingu ávikavist flestar og næstflestar atkvøður. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann fegin sær hesar báðar flokkarnar í eini samgongu. Hann er sera fegin um úrslitið hjá javnaðarflokkinum, hóast at flokkurin [...] gerast størstur. Hann er annars spentur um, hvussu tjóðveldisflokkurin nú fer at bera seg at. Høvuðsmálið nú, heldur Hans Pauli Strøm, er at tryggja tað samhaldsfasta samfelagið og vónar hann, at tjóðveld
størstur aftur. Hann vísir á, at flokkurin gongur 6,7% fram og vinnur tveir tingsessir aftur. -Hetta er eitt ótrúliga gott úrslit, men hinvegin var matematikkin ikki við okkum hesaferð eins og hon var í 1990 [...] valstríðnum - men hann hugsar eisini um tey uppskot, sum flokkurin hevur til broytingar í ríkisfelagsskapinum. Um samgongumøguleik -arnar eftir valið sigur formaður javnaðarfloksins, at hann fegnast um, at [...] hava Edmund Joensen sum 17. mann, og tað skilji eg, at fólkaflokkurin er ikki so heitur fyri. ACE Hann heldur sjálvur, at ein møguleiki fyri eini munadyggari samgongu, eru teir tríggir flokkarnir, sum
grópa tann vakra gerðisblettin upp og stoyta asfalt og betong í hann og halda nú, at innkoyringin til Argjar er í lagi. Tað er hon ikki. Hon hevur ov stóran kostnað. Umhvørvisligan kostnað. Og alt, sum hevur [...] ferðsluna millum Havnina og Argjar, og hann eigur at verða gjørdur skjótast møguligt. Ímeðan mugu vit fáa eina hampuliga »albyl-loysn«, sum er til at liva við, eisini eftir at hon var aktuel. Eg skjóti tí upp,
mis-gerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki av álvara setti at teimum. Dómurin yvir Eli og ætt hansara var harður. Ikki orsakað av tí, ið synir hans-ara høvdu gjørt [...] at svara spurninginum. Bíblian er full av boðum og søguligum hendingum. Bíblian má lesast øll sum hon er, sum ein heild, ið gevur svar upp á allar spurningar um øll lívsins viðurskifti. Bíblian er Orð [...] Jesu Kristus at doyggja á einum krossi, sum loysigjald fyri syndir okkara, bert vit vilja trúgva á Hann. Men tað frítekur okkum ikki frá ábyrgd okkara um at liva eftir boðum Guds. Allir skúlar verða vígdir
Hetta greiddi hon mær frá, tá ið eg spurdi hana, um hon kom nakað saman við føroyingum í London. Eina aðru ferð hon koyrdi í toki, sá hon eina kvinnu í føroyskari troyggju, helt hon, og tá hon spurdi hana [...] Fuglafjarðar mannskór, so hann kemur aftur higar í dag, men eg tosaði, sum sagt, við hann fyrradagin, og tá greiddi hann mær frá, at hann starvast í SimCorp Ltd. fyritøkuni, sum er donsk. Hann fór at starvast í [...] at hon er norðingur. Hon lesur arkitektur av einum ella øðrum slagi og kom her fyri nøkrum árum síðani. Hon er ljóshærd og tá hon hevur greitt mær frá eini søgu um mannin, spyrji eg hana, um hon hevur
fáa nýtt fólk í leiðsluna, forðar tað eisini fyri at gamalt agg kemur upp aftur i flokkinum, eins og hann hevur brúk fyri ættarliðsskifti, sigur Heini O. Heinesen. Tjóðveldisflokkurin tosaði leygardagin við [...] skilst, so hevur Edmund Joensen ikki bjóðað Anfinni Kallsberg løgmanssessin, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur tað vera umráðandi, tá so stórar avgerðir liggja fyri framman sum nú, at samgongan fær stóran [...] broytingar í grundlógini. Tað liggur tó fremst fyri at fáa skilagóðar avtalur við Fólkaflokkin, men um hann vil hava borgarliga samgongu, er einki at gera.Tað nyttar einki við lappaloysnum, um ein varandi skipan
sum kann sammetast við, at hann við stórum áhuga hevur fylgt við í einari fótbóltskapping, har endaliga úrslitið við meistara og niðurflytara stóðst av millumrokningum, sum hann onga hjálp fekk í at gjøgnumskoða [...] umdømisvaldan tingmann afturat, so hevði sambandsflokkurin fingið hann, og um tveir vóru afturat, so hevði verið ógvuliga tøtt kapping um hann millum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin. Teir [...] Kristiligi Fólkaflokkurin fingið ein umdømisvaldan tingmann t.d. í Norðoyum, so hevði hann átt ein tingmann, sjálvt um hann ikki rakk upp um 1/27 av atkvøðunum. Nú verður atkvøðutalið hjá teimum flokkunum,
teir ikki hava Jens Martin Knudsen aftanfyri verjuna. Hann hevði royndirnar, hann stýrdi verjuspælinum, og ofta vann hann avgerandi bóltarnar, tá hann var einsamallur við einum álopsmanni. Málini í 1. hálvleiki [...] Óla Hansen og kom inn um GÍ verjuna, sum hóast hon ikki er serliga sannførandi roynir at spæla flatt. Sunnvard fekk næstan bjargað, men bólturin fór undir hann og í málið. NSÍ megnaði ikki at binda knút á [...] óhepnir, at teir ikki fingu fleiri mál, t.d. sendi Dann Knudsen úr 19 metrum í handara stólpan, eftir at hann kom inn um verjuna, og eitt hornasparksinnlegg endaði á tvørtrænum og niður í, áðrenn málverjin, sum
Fyrsta málið kom longu, tá fimm minuttir vóru spældir. NSÍ royndi seg við eini rangstøufellu, men hon miseydnaðist fullkomiliga, (NSÍ spældi við flatari verju) og Hannus Olsen gjørdist leysur við NSÍ- [...] tað riggaði ikki serliga væl. Ein vágamaður og ein runavíkingur lupu upp at skalla, men hvørgin vann hann. Í staðin endaði bólturin beint hjá Ari Thomasen, sum takkaði fyri. NSÍ reisti seg væl Nú var vandi [...] gestirnir fingu hol á. Tað var hálvur tími eftir at spæla, tá Sonni Petersen fekk minkað um munin. Hann stóð leysur við aftaru stong, tá eitt innlegg kom úr høgru síðu, og so var bert eitt mál á muni. NSÍ