Tjóðveldisflokkurin vann valið

Tað var Tjóðveldisflokkurin, sum gjørdist tann heilt stóri sigursharrin til løgtingsvalið. Men eisini Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fingu stóra framgongd. Tapararnir gjørdust Sambandsflokkurin og teir smærru flokkarnir

Fyri fyrstu ferð er Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur í tinginum.

Hann fekk eitt kanónval og fekk eina framgongd uppá 9,9 prosent og fýra nýggjar tingmenn afturat teimum fýra teir høvdu frammanundan.

Tað hevur leingi ligið í luftini, at ein framgongd var væntandi, men at hon skuldi gerast so stór, tað høvdu bert tey allarfægstu rokna við.

At tey so kanska vónaðu tað, er nakað annað.

Tað er nú ikki so løgið hóast alt, tí fyri tað fyrsta hevur rákið orsakað av bankakreppuni verið á tann bógvin. Og fyri tað næsta hevur valstríðið fyri tað mesta - um ikki bara - snúð seg um ríkisviðurskiftini.

Og ikki kann sigast annað enn at flokkurin samstundis við framgongdini hevur fingið eina »andlitslyfting« eisini.

Trý nýggj umboð, sum avgjørt eru í yngra endanum á aldurstalvuni.


Javnaðarflokkurin óheppin

Eftir atkvøðutalinum er Javnaðarflokkurin nú næststørsti flokkur.

Ein framgongd uppá 6,8 prosent, men tað rakk bert til tveir nýggjar tingmenn.

Av tí, at tað endaði, sum tað gjørdi, so komu tríggir nýggir Javnaðarmenn á ting (tá er Kristian Magnussen ikki taldur við), meðan ein gamal fall.

Soleiðis er tað nú einaferð, tá alt fellur út, sum tað gjørdi til valið fyrradagin.

Javnaðarflokkurin fekk ikki mann í teimum »bíligu« valdømunum og tað kostar.

Serliga tá harðasti kappingarneytin - Fólkaflokkurin - fekk mann valdan í øllum teimum »bíligu« valdømunum.

Hinvegin fekk Javnaðarflokkurin tveir mans í Suðuroynni, men Suðuroyartingmenninir kosta nógvar atkvøður.

Og tað skuldi ikki so nógv til áðrenn tað gjørdist upp aftur verri.


Mundu fingið

mann í Suðuroy

Tí vildi tað illa til - sæð við Javnaðareygum - so fekk Fólkaflokkurin enn ein mann.

Í Suðuroynni stóð nevniliga soleiðis til, at fekk Fólkaflokkurin nakrar fáar atkvøður afturat, so tóku teir sambandsmannin í Suðuroynni.

So høvdu teir fingið tveir tingmenn fleiri enn Javnaðarflokkurin, við uml. tvey hundrað atkvøðum færri.

Soleiðis gekk tó ikki, men hóast tað so kann Fólkaflokkurin ikki annað enn verða nøgdur við úrslitið, tí so stór framgongd, tá flokkurin hevur sitið í samgongu - tað er ikki so galið.


Tunnilsval

Til fólkatingsvalið fekk Sjálvstýrisflokkurin eitt gott val, serliga í Vágum.

Tí var við spenningi hugt eftir hvussu Vágoyggin fór at fellaút hesaferð.

Hóast framgongdin ikki var so stór, so fekk flokkurin eisini hesaferð nógv fleiri atkvøður í Vágum enn vanligt.

Men tað hjálpti so lítið, tí framgongdin rakk ikki til ein nýggjan tingmann afturat.

Flokkurin skifti tó út, tí norðoyarmaðurin fall, meðan eysturoyingurin kom inn ístaðin.


Sambandsflokkurin tapti

Stóru tapararnir av valinum vóru Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnir.

Innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum og tey vantandi evnini hjá løgmanni at leiða samgonguna hava givið flokkinum skot fyri bógvin.

Afturgongd uppá 5,4% færri atkvøður nú enn seinast og tveir tingmenn færri.

Tó er eisini eitt ávíst skifti farið fram í flokkinum.

Tingmaðurin í Vágum, í Suðuroy, annar í Eysturoynni og annar í Havn eru allir nývaldir, og tí verður spennandi hvat fer at spyrjast burturúr og um tað fer at betra um samstarvið innanhýsis í flokkinum.


Verkamannfylkingin

lá eftirá

Men tann heilt stóri taparin var sum verða man Verkamannafylkingin.

Allir persónarnir, sum hava mynda Fylkingina vóru burtur áðrenn uppstillingin var byrjað og sambært veljarakanningunum stóðu tey framman fyri einum rættiligum skrædli.

Og skrædlið kom.

Ein afturgongd uppá 8,5% og allir tingmenninir eru vekk.

Tvey hundrað atkvøður í øllum landinum sigur nakað um hvørja undirtøku flokkurin hevur havt og tí má væntast, at Verkamannafylkingin er farin við alla.


Lassi er vekk

Um tað verður støðan hjá teimum krisitiligu er ivasamt.

Lassi Klein segði valkvøldið, at hann í løtuni ikki kann geva nakað boð um, hvørt flokkurin stillar upp aftur ella ikki, men tað var dyggur smeitur fyri teir.

Flokkurin misti meir enn helmingin av atkvøðunum og teir mistu eisini tingmannin.

Um tað var tí at Lassi var mismæltur í Norðurlandahúsinum hitt kvøldið skal verða ósagt, men neyvan.


Veljarakanningin skeiv

Samanlíkna vit valið við veljarakanningina sum Sosialurin lat gera, so síggja vit at kanningin fór rættuliga skeiv.

Rætt var at Tjóðveldisflokkurin gjørdist størstur, men Sambandsflokkurin var væl av leið.

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru eisini nógv fram. Meir enn teir stóðu til sambært veljarakanningini.

Men soleiðis er tað nú einaferð. Tað verður gitt og gitt.

Og onkuntíð verður gitt skeivt.