Soleiðis ljóðar spurningur frá Edvard í Skorðini Joensen til mín í Sosialinum 6. mars 1998.
Tíverri sá eg ikki Sosialin 6. mars. Ikki fyrrenn eftir at valið var útskrivað, fekk eg at vita um áheitanina frá Edvardi. Ein so álvarsamur spurningur hóskar, eftir míni meting, ikki at verða drigin inn í eitt valstríð. Tí kemur svarið ikki fyrrenn nú.
Onki skrivstað er í Bíbliuni, sum beinleiðis nevnir seksualundirvísing í skúlanum.
Hóast skúlaskapurin á teimum døgum, tá Bíblian varð skrivað, ikki líktist tí vit kenna í dag, so er als ongin ivi um, hvat Bíblian lærir, eisini á tí økinum.
Tað ber ikki til við einum setningi at svara spurninginum. Bíblian er full av boðum og søguligum hendingum. Bíblian má lesast øll sum hon er, sum ein heild, ið gevur svar upp á allar spurningar um øll lívsins viðurskifti. Bíblian er Orð Guds til menniskjuni gjøgnum allar tíðir. Bíblian er ongantíð ótíðarhóskandi, og ongin leitar nakrantíð til fánýtis í Bíbliuni eftir svari. Bíblian er greið og beinrakin Tá tað snýr seg um seksuallæru ella frálæru um kynsliga sambandið ímillum mann og kvinnu, er ongin ivi um hvat Bíblian lærir.
Tann, sum byrjar at lesa Bíbliuna, sær beinanvegin hvat ætlan Guds var við menniskjanum. Gud skapti manninum eina kvinnu, og soleiðis ætlaði Gud at tað skuldi vera. Heilt tíðliga lesa vit um hor og siðloysi, og Bíblian letur okkum ikki í iva um hvat er rætt og hvat er skeivt tí kynsliga viðvíkjandi. Í 5. Mósebók k. 6, v. 6-9 sigur Gud soleiðis: Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði tá tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur á vegnum, bæði tá tú legst, og tá ið tú fert upp; tú skal binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni; tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni.
Alt sum skrivað stendur í Bíbliuni, bæði áðrenn og eftir at Gud hevði sagt hesi orðini við Ísraels fólk, lærir okkum heilt týðiliga hvussu menniskjuni eiga at liva. Øll sum lesa Bíbliuna av einum sonnum hjarta eru ikki í iva um, hvat Gud meinar um hesi viðurskifti. Bíblian er skrivað menniskjum til vegleiðing. Bæði við beinleiðis boðum og við søguligum hendingum leiðbeinir Guds Orð okkum.
Í Fyrru Samuelsbók 2. og 3. kapituli lesa vit um prestin Eli og synir hansara. Bíblian sigur okkum, at synir Eli vóru ringir menn, bóru seg ljótt at og løgdu onki í Harran. Í 3. k. v. 13 stendur: Tí Eg havi kunngjørt honum, at Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir ? aftur fyri ta mis-gerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki av álvara setti at teimum.
Dómurin yvir Eli og ætt hansara var harður. Ikki orsakað av tí, ið synir hans-ara høvdu gjørt, men tí at Eli ikki av álvara setti at teimum. Hetta dømi úr Bíbliuni vísir heilt greitt, hvussu stór ábyrgd hvílir á okkum mótvegis børnum okkara.
Ongin okkara megnar at liva eitt fullkomið lív, tí sendi Gud Jesu Kristus at doyggja á einum krossi, sum loysigjald fyri syndir okkara, bert vit vilja trúgva á Hann. Men tað frítekur okkum ikki frá ábyrgd okkara um at liva eftir boðum Guds.
Allir skúlar verða vígdir í Guds navni. Í endamálsgrein fólkaskúlans stendur, at skúlin skal hjálpa til við at geva næminginum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Tí eigu frálæran í fólkaskúlanum ongantíð at víkja frá tí sum Bíblian lærir!
Edvard í Skorðini Joensen sigur í áheitan síni, at eg í Sosialinum 3. mars setti ein pástand fram, at frálæran í ávísum føroyskum skúla stríddi ímóti tí, Bíblian lærir er rætt. Hetta biður Edvard meg greina nærri. Her hevur Edvard misskilt meg ella havi eg ikki málborið meg rætt. Eg vísti í grein míni á, at Gudmundur L. Joensen í »Fimmaranum« helt tey fyri gjøldur, sum í sínari tíð royndu at fyribyrgja, at frálærutilfar, sum eftir teirra meting stríddi ímóti læru Bíbliunnar, bleiv nýtt í skúlanum.
Rúna Sivertsen