ger frásøgumaðurin vart við seg og sína hugsan, og longu í inngangslðsingini verður sipað til, hvat lesarin hevur í væntu. Tí Grýtan er ?en benådet plet midt i krigens hærgen, et ly for udasede sømænd, et [...] Grýtuni. Sum skaldsøgupersónur er hann spennandi, tí tú ongantíð veitst, hvat ið hann finnir uppá, og nógva staðni í skaldsøguni er tað hann, sum hevur fastatøkur á lesaranum. Opperman er nýlingurin, sum [...] er honum loksins til vinning og frama. Hvat kenslum viðvíkur, so er illa statt. Hann heldur, at hann kann ugga onnur við at bjóða teimum pengar, tá ið sorgin rakar, men tað ber bara til í rossahandlum við
sum alla aðra staðni, og tí er altíð skilagott at hugsa seg væl um, hvat tú hevur við í viðførinum, tá ið tú fert í býin, ella hvat tú letur vera eftir á hotellinum. Væl umtóktur ferðavinnubýur Umleið 12 [...] tað í Norðurlondum. Men tá ið tú sært tey nógvu nullini ivast tú. Og fyri - sum skilst - at gera alt lættari nevna italiumenn ikki tey nógvu nullini, tá ið tú spyrt, hvat okkurt kostar. Kostar ein blusa [...] flúgvitímar til Venesia. Maersk Air hevur síðani seinast í mars flogið hvønn dag til Venesia, og longu nú eru uml. 70% av ferðunum henda mánaðin útselt. Tað er torført at fáa innivist á hotelli ella gistinarhúsi
læknum, sum eru virknir nú, hevur ikki hug at arbeiða til teir verða 67 ár. Tá ið hesir læknarnir fara úr starvi, mugu vit hava eitt tilboð, sum læknar kunnu siga ja takk til. Vit mugu undir eina tilvitaða [...] størv. Orsøkin til, at færri læknar søkja, er, at færri læknar eru til. Vit eru partur av stóru norðurlendsku skipanini. Sjúkrahúsverkið Hóast sjúkrahúsverkið seinastu nógvu árini hevur verið nógv skert [...] standa til, tí annars tømist landið fyri læknum. - Vit eiga øll at seta okkum niður at tosa um, hvat kann og eigur at verða gjørt. Tað verður rópt og skríggjað um stóra tørvin á stovnsplássum til børn.
heimaliðnum høgt og langt, og tað er ikki serliga heppið, tá tú á miðvøllinum hevur ein fínan bóltspælara gangandi, sum eitur Ian Højgaard. Tá NSÍ hevur lagt seg meiri eftir at fáa nyttu burturúr honum, fer [...] seg til tols við, at teir enn eina ferð skuldu vera við undirlutan. Lítið avgjørdir Heimaliðið fekk øll trý stigini, og tað fer stevnusteypið, sum teir eisini vunnu, altíð at minna teir á. Men hvat spælinum [...] vágbingum. Teir eru ímillum aftastu liðini, og botnliðum líkt hava teir ikki marginalirnar við sær. VB hevur altíð átt góðar bóltspælarar, og í Runavík leygardagin var tað sjón fyri søgn, at vágbingar duga framvegis
at hava«. Hevur ein kent onkran í eina tíð, so veit ein, um hesin er álítandi ella ei. Hevur tú tær sannroyndir, at hesin kann finna uppá at gera órein ting bara til stuttleikar, so fert tú ikki at blunda [...] siga, »hatta hevur tú ikki loyvi til at siga« ella »lat okkum lata vera við at diskutera tað og meta um og tílíkt«. ? »Fyri Gudi er eingin deyði til, men bert ein yvirgangur frá hesum lívinum til tað æviga« [...] orðatakinum »magt er ret«, so hevur Gud jú rætt til alt, tí at Hann jú er almáttugur. Men hetta orðatakið er í fullkomiligari andstøðu til hugtakið »náði«. Tann sterki hevur makt til at gera, sum honum lystir
(mannligur) prestur? 2) Kanst tú samstarva við kvinnuligan prest bæði uttan og innan kirkjugátt? 3) Kanst tú víga eitt par, har annað ella bæði eru fráskild? 4) Kanst tú samstarva við fráskildan prest [...] Kanst tú samstarva við fráskildan prest, ið er giftur aftur, bæði uttan og innan kirkjugátt? 6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd? 7) Vilt tú nokta fólkum [...] Hvat er kirkjan, og hvat skal hon meina og standa fyri? Eg havi altíð verið so glaður fyri Kristusjáttan Pæturs í Matt. 16.18. Har sigur Jesus við Pætur: »Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir:
sum alla aðra staðni, og tí er altíð skilagott at hugsa seg væl um, hvat tú hevur við í viðførinum, tá ið tú fert í býin, ella hvat tú letur vera eftir á hotellinum. Væl umtóktur ferðavinnubýur Umleið 12 [...] tað í Norðurlondum. Men tá ið tú sært tey nógvu nullini ivast tú. Og fyri - sum skilst - at gera alt lættari nevna italiumenn ikki tey nógvu nullini, tá ið tú spyrt, hvat okkurt kostar. Kostar ein blusa [...] flúgvitímar til Venesia. Maersk Air hevur síðani seinast í mars flogið hvønn dag til Venesia, og longu nú eru uml. 70% av ferðunum henda mánaðin útselt. Tað er torført at fáa innivist á hotelli ella gistingarhúsi
hetta summarið, og hetta hevur verið endurtikið síðani, at her hevði danska sjóverjan óbeinleiðis rikið enska trolaraflotan ?paa flugt? til Føroya, sum Dimmalætting tekur til. Óttin fyri at ensku trolararnir [...] onkran niður, um illa vildi til. Bjargaðu teimum úr vanda til aðrar tíðir og góvu eitt sleip, tá lagið var gott. Í hættisligum líkindum, tá tað var ein spurningur um lív ella deyð, tóku teir bæði manning [...] kendu til annan og betri reiðskap. Tá føroyingar langt um longi samdust um at fara yvir til línuveiðu við árabáti, komu bretar við sínum dampdrivnu línubátum. Tá føroyingar av álvara fóru yvir til havfiskiskap
Tað ræður um at vera tolin og samstundis at fyrireika seg til tað, sum tú ert greiðir yvir, at felagið, sum tú ert sáttmálabundin av, hevur standandi fyri framman, sigur Jákup Mikkelsen úr Danmark. [...] givið til kennar, at teir vóru áhugaðir í at selja meg. Men søgan var vend á høvdið, og hetta havi eg merkt eitt sindur til. Fólk í Herfølge spyrja, um eg ikki eri nøgdur við umstøðurnar, og til tað kann [...] førunum var svarið hjá Jákupi Mikkelsen, at hann ikki visti meiri um hetta, enn tað, sum hevur staðið at lisið í donsku fjølmiðlunum. Skeiv søga Tá vit týsdagin eftir landsdystin móti Bosnia bóru søguna
framyvir fari at hava bæði beinini á jørðini, sigur Janus Uldall. Skalt tú ikki hava nýggjan bil, ella skalt tú ikki út at ferðast, nú tú hevur vunnið so nógv? ? Nei, nei. Eg veit einki enn. Fyrst av øllum má [...] vinninginum til at gjalda fyri húsini, hann eigur á Skála. Hvat hann fer at brúka restina til, veit hann ikki enn. Tað er alt ov nýtt, hetta við øllum milliónunum. ? Dansk Tipstjeneste hevur boðið mær ókeypis [...] føddur dani, men flutti til Føroya í 1962. Her varð hann búgvandi til hann saman við familjuni flutti til Danmarkar í 1975. Men hann treivst ikki í sínum gamla móðurlandi. Hugurin stóð til Føroyar, og tá hann