upp á kostskúlum í London og Repton, seinni fór hann á hægri tónleikaskúla í Manchester, og síðani legði hann leiðina út í heim. Fyrst til Íslands, har hann skuldi vera í eitt ár, men var í næstan tretivu [...] fótaði hann sær í føroyska tónleikaumhørvinum, og eftir at korona órógvaði so mangt, hevur hann ikki verið so nógv í Íslandi. – Tað var kanska ikki so løgið, at eg endaði í Føroyum, tí mamma mín var úr Sumba [...] Sumba. Pápi var í Føroyum undir seinna heimsbardaga, og her hitti hann mammu mína. Tey fluttu so til Onglands at búgva. Stephen Wilkinson var hermaður í Føroyum í tvey ár. Hann hitti Onnu Dam, ið var dóttir
aftur betri er at vera enn í Korndalsbýlinum, her hon annars hevur tað mest sum í Himmiríki. Tungt fyrr Tað hevur ikki altíð verið líka lætt at liva í Føroyum, sum tað er í dag, veit Malla frá at siga [...] Tað varð so, til, at pápi mín vaks og fór at hálpa til, sum frægast, so tey komu eisini ígjøgnum, greiðir Malla frá. Funningur og útheimurin Malla sjálv er vaksin upp í Funningi í einum systkinaflokki [...] bróður hennara livir enn. Tað er Johannes Jacobsen, skómakari í Fuglafirði, sum fylti 90 ár 21. september í fjør. Lívið í Funningi fyrrapartin í farnu øld var sum alla aðrastaðni úti á bygd. Og genturnar
tordi kortini at fara í gongd. Vit báðir vóru í somu støðu, tí vit bara ynsktu at sleppa í gongd, greiðir Evald íðin frá. Evald slapp á eitt skeið fyri íverksetarar, og her kom hann í samband við onnur fólk [...] fíggingarstovnin og fekk ikki óvæntað játtan til at fara í gongd. - Pápi mín heitti kortini á meg um at bíða eitt sindur, men nú var tíðin so búgvin. - Í dag kann eg bara staðfesta at ætlanin hevur verið sera [...] sigur hann við einum brosi. Evald gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Klaksík, hóast hugurin helst er meiri yvir í nýggjar ætlanir sum íverksetari. Spennandi verður at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða
ógvuligan harðskap –tað var ofta dagin eftir- kom pápi mín ofta til mín og segði, at tað, sum hendi í gjár, var ikki sum tú heldur, tí her er alt í lagi og pápi elskar tykkum øll. - Sum oftast segði ongin nakað [...] nettupp tí, at eg var so ørkymlað. Mamman mín og beiggi mín vóru still og friðarlig og tí fór eg at ivast í mær sjálvari. Eg fór at hugsa um, at kanska var tað mín skyld. - Eg føldi á mær, at vit vóru ikki [...] ímóti okkum og vit vóru trygg. Men dagin eftir var alt aftur sum vanligt og vit fóru hvør í sínum lagi í barnagarð og í skúla og til arbeiðis. - Eg minnist serliga aftur á læraran, sum rúmaði meg, tó uttan
hevur staðið í Jólaboð Í 1946 var eg tveir túrar við Norðbúgvanum. Hans Pauli Johannesen var skipari. Í mai 1947 kom Jóannes Patursson á Havnina. Tað var p/f Uvak, sum læt hann byggja í Beverly í Onglandi [...] hevði koyggju í kahúttini og hevði lagt meg, tá ið eg hoyrdi, at har ruggaði ikki rætt á dekkinum. Eg leypi úr koyggjuni, smoyggi meg í buksur og stivlar – gevi mær ikki stundir at fara í hosur – og so [...] at selja, sum annars var ætlað, men fóru inn í Vardø. Hans Pauli var ein maður, sum fekk so mangt at bera til, og tá ið vit høvdu lagt at bryggjuni, fór hann í land. Hann var skjótur umborð aftur og gav
eg í Froðba í Suðuroy, og eg minnist væl, tá pápi mín einaferð tók meg við at síggja tjekkiskan dukkusjónleik. Tað fangaði meg alt fyri eitt, og líka síðani hevur tað at fortelja eina søgu havt mín áhuga [...] væl fyrstu sýningina við ”Sangur í mjørka”, tí eg kendi beinavegin eitt nøgdsemi. Eg veit ikki reiðiliga, hvat tað er, men onkursvegna gongur alt í hesum leikinum upp í eina hægri eind, og tað gevur mær [...] á skúlan. Í 2000 fekk hon sjónleikaraprógvið, og bert fáar vikur seinni fekk hon fyrstu uppgávuna sum útbúgvin sjónleikari. - Tað var leikluturin sum Annika í Dímun, og tann leikin spældi eg í sambandi
nátt í lívinum, men kann iðra meg eitt sindur um teir møguleikar, sum eg ikki brúkti. Fyri onkran kann tað vera lætt at falla í fátt, tá ið mann kemur upp í árini. Var hetta veruliga mín lutur í lívinum [...] røddar í kjakinum, at hann hoyrdi ikki heima í toppinum í føroyskum tónleiki. Hittmakarin var knappliga illa sæddur og lýddur í ávísum pørtum av tónleikaumhvørvinum. - Tað, sum var nýtt fyri meg í kjakinum [...] ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein. - Vit í Frændum brúktu nógvar klichéir í okkara sangum, stórar myndir um frið og órætt, og vit vóru sannførdir um tað, vit sungu um. Í dag vil
Eidesgaard. Í hesum døgum vitja Jústines Eidesgaard og kona hansara Poula í Føroyum. Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey farvæl í Singapore, har tey hava arbeitt síðani á heysti í 1996 í donsku sjómanskirkjuni [...] virkandi og partvís menn, sum lógu í spritti, tá ið teir vóru í havn. Í dag eru siglandi fólk topp-professiónellir starvsmenn, sum eru burturi í tveir mánaðir og heima í tveir mánaðir. Hesir hava ikki nógv [...] og eg haldi at týskarar líkjast føroyingum í útsjónd. Eg kenni meg væl at ganga í Hamburg og tú sært akkurát tær somu týpurnar mæla í gøtunum í Hamburg sum í Havn, sigur Jústines Eidesgaard. Hann er ein
H71 hevur allar spælarar tøkar til dystin í dag. Halgir Dahl Olesen hevur verið skaddur í økslini, men var við móti StÍF seinasta vikuskifti og verður eisini við í dag. Andreas F. Hansen hevur eisini havt [...] Eitt spildurnýtt andlit í føroyskum hondbólti er Finnur Hansson hjá H71. Hann er sonur spælandi venjaran Hans Guðmundsson og er sum vera man eisini spentur til finaluna í dag. ? Ein finala er sjálvandi [...] havt trupulleikar við økslini, men hann verður eisini við í dystinum móti sínum gamla felag. Finnur Hansson sigur, at honum dámar væl í Føroyum. Hann visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi vænta, tá hann
heimi við ljóðføri? ? Ikki beinleiðis ljóðføri. Tó hevur pápi mín spælt í Havnar Hornorkestri sum ungur og syngur nú í kóri, eins og mamma mín ger. Familjurnar hjá foreldrum mínum eru annars rættiliga [...] er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? ? Elton John í Parkini í Keypmannahavn í mai 2002 og Frændur saman við Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum á heysti 1999. Hvønn tónleikara hevði tú viljað [...] havi verið við til, var beint undan Ólavsøku í fjør. Tá sungu vit í ólavsøkukórinum vælkendu Ólavsøkukantatuna frá 1930 hjá J. Waagstein og E. Mitens á band í Eysturskúlanum. Løtan við ólavsøkukórinum á