100 ára føðingardagur
Eiði: Hon er fødd í Funningi og hevur búð meginpartin av lívinum í Funningi. Funningsfólk er hon, hóast hon sum ung var nógv burtur og nú býr á eldrasambýlinum, Korndalsbýlinum, á Eiði.
Malla Reynbú er, hóast sín høga aldur, ógvuliga gløgg og livandi. Fylgir væl við. Minnist væl aftur og ivast ikki í, hvør ættin er hjá bæði blaðmanni og myndamanni, tá teir siga, hvussu teir eita.
Og so vælsingað takksom fyri alt, henni hevur verið fyri. Hevur gott at bera øllum, og so rimmarføst í trúnni uppá, at hiðani er leiðin løgd hagar, sum upp aftur betri er at vera enn í Korndalsbýlinum, her hon annars hevur tað mest sum í Himmiríki.
Tungt fyrr
Tað hevur ikki altíð verið líka lætt at liva í Føroyum, sum tað er í dag, veit Malla frá at siga.
Hon sigur frá ommu síni, at hon gjørdist ung einkja. Hon var ættað úr Funningi og gift í Kunoy. Maðurin doyði, og hon flutti aftur til Funnings við fýra smábørnum.
Men tað var ikki bara tað, at hon flutti aftur til Funnings. Hon var ikki heilt fullfør heldur, omman. Hon manglaði aðra hondina. Hana hevði hon mist orsakað av beinetara.
? Omma var fyrsta menniskjað í Føroyum, sum varð »bedøvað«, greiðir Malla Reynbú frá. Læknarnir høvdu gjørt av at taka hondina, sum var so illa farin av beinetara, sum tey nevndu tað tá.
Men ikki var útgerðin so góð tá sum nú, so mitt undir operatiónini, vaknaði hon aftur. Hon tók so fast við frísku hondini í lærið á læknanum, sum opereraði, at hann fekk rættiliga ilt. Hann vildi beinanvegin hava hana at lukta til hetta »bedøvilsið« aftur, men hon segði nei.
? Hesa pínuna skuldi hon nokk klára, segði omma, greiðir Malla frá.
Omman flutti aftur til Funnings og búði so saman við beiggja sínum, sum var ógiftur. Men illa gekk, og beiggin doyði eisini. Har sat hon so við smáum børnum.
Tað varð so, til, at pápi mín vaks og fór at hálpa til, sum frægast, so tey komu eisini ígjøgnum, greiðir Malla frá.
Funningur og útheimurin
Malla sjálv er vaksin upp í Funningi í einum systkinaflokki upp á fimm. Tvær systrar og tríggir brøður. Ein bróður hennara livir enn. Tað er Johannes Jacobsen, skómakari í Fuglafirði, sum fylti 90 ár 21. september í fjør.
Lívið í Funningi fyrrapartin í farnu øld var sum alla aðrastaðni úti á bygd. Og genturnar fóru nógvar aðrastaðni at tæna, sum tað tá æt.
Men áðrenn hon fór úr Funningi, varð Malla konfirmerað. Tað varð hon á Eiði, har tey gingu til hjá Fríðriki Petersen, prósti.
Teir málaðu kirkjuna á Eiði, so tey máttu ganga til í Dansistovuni. Tað var ikki tann stóra undirvísingin, minnist hon. Tveir dagar, tað var alt. Men væl gekk. Hóast lesturin var stuttur, og hann var í einum so verðsligum staði sum í dansistovuni, sluppu øll fram, og eingin varð rikin aftur.
Malla fót til Havnar, har hon var arbeiðskona hjá Andriasi Ziska, sum handlaði. Har vóru bara dreingir í húsinum tá, minnist Malla.
Hon letur væl at. Konan, Anna, sum var ættað úr Geil, var so avbera góð við seg, sigur hon. Hevði seg heldur sum eina dóttir enn eina arbeiðskonu.
So hendi tað, at eitt systkinabarn Mallu, sum búði á Hvítanesi gjørdist sjúk, og tørvaði hjálp.
Malla møtti upp og passaði so hús og heim hjá henni í 13 mánaðir. ? ? Soleiðis var tað tá, sigur hon, og heldur, at gott var, um hon har hevur gjørt nakra nyttu.
Men eisini aðrastaðni hevur Malla verið og roynt síni evni á ungum árum. Hon var eitt skifti á húsarhaldsskúla í Høng í Danmark.
Fyristøðumaðurin á tí skúlanum æt Thormund Jørgensen og var vinmaður við Símun av Skarði, so hann visti eitt sindur um Føroyar.
Tær vóru tvær funningsgentur, sum fóru á skúlan, minnist Malla. Hin var Sigrid Johannesen á Torlabrúgv. Systir Marius Johannesen, sum hvørt mansbarn í Føroyum veit um at siga.
Tá tær komu á skúlan var longu ein onnur føroysk genta har frammanundan. Tað var Ragnhild Konoy. So tær vóru tríggjar føroyskar gentur tað skeiðið í Høng.
Malla kom heimaftur, tá skeiðið var lokið, men tað gjørdi Sigrid ikki. Hon giftist har niðri. Tó við einum vágamanni, og tey búsettust í Danmark og vórðu verðandi. Sigrid doyði fyri stuttum sum gomul kona í Danmark.
Aftur til Funnings
Malla sigur frá, at hon hevði ikki væntað at koma aftur til Funnings. Men soleiðis gekk tað kortini.
Hon giftist í Funningi við Dánjali Martini Johannesen, sum hann tá æt. Seinni skiftu tey navn til Reynbú, tí onkur annar var í Funningi við sama navni sum maðurin. Og tað var ikki altíð líka gott, tá eitt nú brøv vórðu borin skeivt, flennir Malla.
Hon steðgar á eina løtu. Situr og hugsar. Minnist. So smílist hon og spyr, um vit hava hug at hoyra, hvussu tað gekk fyri seg, tá tey vórðu trúlovað?
? Tað var eitt kvøldið, meðan eg sat einsamøll inni í køkinum hjá okkum í Funningi, at Dánjal Martin kom inn á gólvið. Hann plagdi vanliga at ganga har, greiðir hon frá.
Hetta kvøldið setti hann seg niður, og so kom tað bara. Jú, hann hevði hugsað um hetta, um tey ikki bara skuldu kasta saman bæði. Hann helt, at tey vóru væl egnað saman. Hon fekk tveir møguleikar at svara, greiðir Malla frá. Einki uttanumtos. Hon kundi svara ja ella nei.
Nú kom tað í grundini eitt sindur óvæntað, sigur Malla, so hon bað um tíð at hugsa seg um, hóast hon helst innast inni ikki hevur havt so nógv at hugsa um.
?Svarið varð ja, og tað havi eg ongantíð angrað, sigur 100 ára gamla Malla Reynbú.
Maðurin var sjómaður, og haðani kom øll úrtøkan.
? Alt, sum eg eigi, havi eg fingið upp úr havinum, sigur Malla.
Dánjal Martin sigldi, til hann einaferð kom heim úr Grønlandi við lungnabruna, og ikki slapp avstað aftur. Hann var so sjúkur av hesum, at hann gjørdist brekaður av tí restina av lívinum. Tó livdi hann at ellisárum og doyði fyri 15 árum síðan, greiðir Malla frá.
Tey fingu ikki børn, men tóku ein systurson hjá manninum til sín. Mamman doyði frá honum og fleiri systkjum, tá hann var lítil, greiðir Malla frá. Hann býr í dag í Funningi.
Nøgd
Malla Reynbú letur væl at lívinum. Tað hevur verið gott, og tað takkar hon fyri.
? Ein kann skjótt verða ryktur burtur hiðani í hesum aldrinum. Men tað leggi eg einki í, tí eg veit, hvar eg fari.
Hon hevur tað gott, sigur hon. Býr væl, og hevur góða heilsu enn, hóast sín høga aldur.
Tað liggja bøkur á borðinum. Bíblia og sálmabók. Onkur lestrabók er eisini opin, og stokkarnir liggja klárir. Eitt stórt lesiglas liggur við síðuna av.
Tað brúkar hon, tá ho skal lesa, tí treyðugt so, er okkurt, sum fer at bila, tá aldurin er so høgur, sigur hon. Men tað hoyrir vist til. Og at binda er eingin trupulleiki.
? Tað átti eg at duga uttan eygu, heldur hon. Tað lærdi eg sum smágenta, tá eg sat og bant dukkuklæði. Soleiðis lærdu vit at gera nyttu. Gjøgnum spælið lærdu vit tað, sum vit seinni skuldu brúka í gerandisdegnum.
? Jú, jú, tekur Malla uppaftur. Eg havi nógv at takka fyri.