- Eg var bangin og óttafull. Og eg longdist eftir at onkur gjørdi nakað. Men ongin gjørdi nakað og eingin segði nakað.
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er vaksin upp í einum heimi við ógvusligum harðskapi.
Men ongin gjørdi nakað við tað og ongin tosaði um tað!
Barnaverndarstovan, SSP samstarvið, løgregla og landsstýrið eru farin undir eitt átak upplýsa um, hvussu stóran týdning tað hevur at boða frá, tá ið børn ikki hava tað gott.
Á kvøldsetu í farnu viku, har dentur varð lagdur á skylduna, vit øll hava at boða frá, tá ið ágangur verður framdur ímóti børnum, ella tá ið børn verða misrøkt, møtti forkvinnan í Pedagogfelagnum upp at greiða fra sínum egnu barnaárum og at leggja dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit øll taka hesa fráboðanarskyldu í álvara.
- Eg vóni, at hereftir fara vit ikki bara at lata hurðina upp, tá ið onkur bankar upp á á miðjari nátt, segði Maud Vang Hansen.
- Eg vóni eisini, at vit fara at lata munnin upp og at bróta tøgnina.
- Vit fara at rætta hondina út til tey, sum eru rakt av harðskapi og at hjálpa teimum at seta orð á.
Ongin tosaði um tað
Á nógvum økjum hevði Maud Wang Hansen ein barndóm, sum fá munnu øvunda henni.
- Eg vaks upp í eini kjarnufamilju við mammu, pápa og einum lítlabeiggja.
Men tað var ein kjarnufamilja, sum var merkt av ógvusligum harðskapi.
- Eingin sá á okkum, at vit vóru serlig, tí vit møttu vanligari virðing ímillum fólk.
- Men ongin hevur nakrantíð tosað um harðskapin. Tað vóru ikki stundir til at tosa um tað, ella kanska var bara tað tí, at ongin tordi at tosa um tað.
Hinvegin hevur hon sjálv gjørt sær nógvar tankar um, hvat tað hendi, hvussu tað hevur ávirkað hana.
Í dag er hon at kalla leys av skuldarkenslu og er ikki longur tyngd av barna- og ungdómsárunum.
Og hon vil ikki hava, at fólk skulu sita eftir við eini kenslu av, at tað er so synd í henni.
Veit ikki hví
Tað var pápi Maud Vang Hansen, sum varð ógvuliga harðligur og hon sigur, at tað mest var mamman, sum varð fyri harðskapinum.
- Men frá tíð at eg varð stór genta í skúlaaldri, gekk tað eisini útyvir meg.
Hon sigur, at harðskapurin var afturvendandi, men hon hevur ongantíð funnið útav, hví pápin var harðligur.
- Tá ið friðurin hevði lagt seg aftur eftir ógvuligan harðskap –tað var ofta dagin eftir- kom pápi mín ofta til mín og segði, at tað, sum hendi í gjár, var ikki sum tú heldur, tí her er alt í lagi og pápi elskar tykkum øll.
- Sum oftast segði ongin nakað um tað, sum var hent. Eg bíðaði, men munnanir vóru afturlætnir.
Maud Wang Hansen sigur, at hon føldi á sær, at okkurt ruggaði ikki rætt og tí varð hon bangin og óttafull.
- Eg átti ein fittan pápa, sum lærdi meg, sum nógv.
- Men kanska var tað nettupp tí, at eg var so ørkymlað.
Mamman mín og beiggi mín vóru still og friðarlig og tí fór eg at ivast í mær sjálvari. Eg fór at hugsa um, at kanska var tað mín skyld.
- Eg føldi á mær, at vit vóru ikki sum onnur, men eg segði onki, tí eg skammaðist.
Hon sigur, at fyrstu ferð, harðskapurin hendi alment, hugsaði hon, at nú vitstu onnur tað so eisini.
- Men ongin segði nakað.
Hon sigur, at hon skilti ikki meiningina við nøkrum, tí øll lótu sum einki.
- Mær longdist eftir, at onkur tosaði við meg, at onkur breyt tøgnina.
Hon droymdi eisini ofta um, at onkur kom og tók tey bæði systkinini við sær.
Hon bað og bønaði mammu sína um at flyta við teimum onkustaðni langt burtur. Men tað kundi ikki koma upp á tal, tí vit vóru ein familja og vit hoyrdu saman, øll fýra og vit vóru góð við hvønn annan.
- Eg var ørkymlað og visti ikki hvat virði eg hevði. Eg var bangin fyri at gera nakað skeivt og eg fekk eina veruleikafjara fatan av teimum vaksnu og mær sjálvari.
Maud Vang Hansen sigur, at ístaðin legði hon seg eftir at vera nummar eitt í næstan øllum, hon tókst við.
Torført at látast sum einki
Hon sigur, at mangan hildu tey ondini, beiggi hennara hon hon, og goymdu seg
Onkuntíð rýmdu vit av húsum á miðjari nátt, illa ílatin og viðhvørt lukkaðust vit ikki so frægt sum at lata okkum í skógvar.
- Vit runnu undan rópunum og skríggjunum og undan húsunum, sum brotnaðu sundur ímeðan vit lógu og svóvu.
- Vit runnu til vit ikki orkaðu meiri og bankaðu upp á hjá onkrum, vit kendu, og sluppu inn. Tey tóku væl ímóti okkum og vit vóru trygg.
Men dagin eftir var alt aftur sum vanligt og vit fóru hvør í sínum lagi í barnagarð og í skúla og til arbeiðis.
- Eg minnist serliga aftur á læraran, sum rúmaði meg, tó uttan at siga nakað. Eg minnist ommurnar, sum tóku meg til sín, uttan at siga eitt orð, men sum oystu kærleika og vísdóm inn í mítt lív og lærdu meg ongantíð at døma onnur.
- Eg minnist eisini, hvussu torført tað var hjá mammu at lata sum onki og eg minnist løtur, har løgreglan fór avstað aftur, uttan at tosa við okkum børn um, hvat var hent, ella spyrja, hvussu vit høvdu tað.
Maud Wang Hansen sigur, at pápin, sum var harðligur, var bæði raskur og høgt í metum.
Men var nívdur av angri og ringari samvitsku og tá ið hann ikki orkaði at stríðast longu, doyði hann bara 43 ára gamal.
- Tá fekk eg frið við pápa mín, við mannin, eg elskaði og ræddist, við mannin eg skýggjaði og vildi læra at kenna.
Nógvir tankar
Hon sigur, at síðani hevur hon gjørt sær nógvar tankar um tað, sum hendi heima hjá teimum og um, hví tøgnin er so sterk í Føroyum.
- Tað snýr seg partvís um skomm og partvís um at verja onkran, antin ein sjálvan ella onkran annan.
- Sostatt bera vit loynidómin víðari ígjøgnum lívið, saman við øllum teimum, ið ikki tora at bróta tøgnina.
Tá ið Maud Wang Hansen var eini 15 ár, var hon so leidd og móð av harðskapi, at hon setti sær fyri, at ein vakran dag fór hon at langa til aftur.
- Tað er júst hetta, eg haldi, eg geri nú, sigur hon.
Sum forkvinna í Pedagogfelagnum stríðist hon fyri góðum arbeiðskorunum hjá pedagonunum.
- Hesi starvsfólk hava eina ómetaliga stóra ábyrgd at skapa penning og tryggleika hjá børnum og ungum.
Maud Wang Hansen sigur, at ein týðandi partur av hesi ábyrgd er at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru góð fyri barnið ella tann unga.
Hon heldur, at tað liggur ein sera stór ábyrgd á fakfólki, kanska serliga á pedagogum sum dagliga arbeiða við børnum og ungum.
- Tit, sum dagliga møta børnum, ungum og familjum, sum eru fyri harðskapi, mugu vera á serliga ansin.
- Tosi við tey og seti orð á tykkara iva.
- Við teimum átøkum, sum nú fara at verða sett í verk, fara vit at ganga á odda at bróta tabu og taka stig til at møta teimum harðskapsraktu.
- Tað skal vera mín vón, at frá í dag fara vit ikki bara at lata hurðina upp, tá ið onkur bankar upp á á miðjari nátt. Vit fara eisini at larta munnin upp og at bróta tøgnina.
- Vit fara at rætta hondina ímóti teimum, sum liva við harðskapi og at hjálpa teimum at seta orð á, segði Maud Wang Hansen.