atfinningarnar mótvegis teimum, sum royna tað nýggja, kennir ongi mørk. So var eisini, tá føroyskt atlas kom út á fyrsta sinni í 1993. Bondskir atfinnarar krøktu seg í orð sum Høvdastað, Sikiloy, Borgundarhólm [...] føroyski málbúnin er liðugt mentur. Alt er so altjóðagjørt, tykist hann at halda, at nú skulu vit bara herma eftir øllum øðrum. Eftir mínum tykki mælir Sjúrður Skaale við síni skriving til málsligt bakstrev [...] kann ikki gerast annað enn føroyskt í útgangsstøðinum, tí er tað ikki føroyskt, ja, so kunnu vit bara bakka aftur og brúka donsk og ensk atlas. Og hvat er so føroyskt í hesum sambandinum? Tað er at brúka
rætt vóru vit bara tríggir haldarar av Framanum í Runavíkar-økinum. Frægi kommunulæknin Poul Olsen, hárskerin Jógvan Hansen og eg sjálvur. Helst er tað trupult at seta hesar rørslurnar inn í ein samtíðar [...] javnrættindum, felagsogn og linkandi sosialum spenningum. Bara tey, sum lítið og onki áttu av jarðiskum góðsi, kundu verða álitið í byltingini áfram inn í “jarðarinnar paradís.” Tað sigur ikki so lítið um hendan [...] ein partur av fólkinum var fyribeindur ávegis inn í kommunistiska paradísið. Bókin er áhugaverdur lesnaður. Hon er væl skrivað og løtt at lesa. Havi bara sæð eina kladdu, tí vóni eg, at alt ov mongu s
við búgvið borð og njóta blíðskapin hjá presti saman við frálíka útsýninum yvir Vestmanna. »Babba! Kom og hjálp mær í kavadraktina«, verður rópt úr kjallaranum, og prestur reisist og er burtur eina løtu [...] Onkur er, sum vil ynskja tillukku við nýggja starvinum. Meðan vit sita, kemur prestafrúan, Emily, inn. Hon hevur verið til arbeiðis í Havn. Pedagogur á Sankta Josefs Barnagarði. Hjá nonnunum, sum tað vanliga [...] ógv var Uni Næs vikarur á Eysturskúlanum skúlaárið 1977-1978. Uni las guðfrøði í Århus eitt ár og kom so aftur til Føroya, har hann helt fram á Fróðskaparsetrinum í tvey ár. Á Fróðskaparsetrinum las hann
ganga millum skotini í Kvívík. Postur verður stungin í postkassar, inn um opnar hurðar og gjøgnum gluggaop. Ímeðan Hallstein støkkur út og inn úr bláa jeppinum sussar Elis Poulsen í Útvarpinum við sínum óbendiliga [...] Meistaraliðið úr Klaksvík, sum ? eftir bara at hava fingið tvey stig í fýra teimum fyrstu dystunum ? hevur fingið fult tríggjar tær síðstu ferðirnar, vitjar á Sandi í dag. Klaksvíkingar vita, at skulu [...] plássini, staðfestir KÍ veteranurin Harley Bertholdsen. Hagtølini vánalig Tey fyrstu árini, tá B71 kom í fremstu røð, høvdu teir rættuliga gott tak á KÍ. Tey seinnu árini hevur tað staðið verri til. B71
upp til, at spælarar úr nøkrum av fremstu feløgunum í Europa skuldu syrgja fyri, at sveisiska liðið kom heilskapað aftur úr Føroyum. Men tað sá heilt leingi út til, at tað skuldi miseydnast. Sveis megnaði [...] fótablaðnum í 90 stigs vinkul, soleiðis at Alexander Frei ? sum ein annar strikuspælari í hondbólti ? kom leysur í brotsteiginum. Meðan føroyska verjan hevði armarnar á lofti í vón um, at linjuverjin og dómarin [...] Mikkelsen, sum kendi seg noyddan at leypa út. Burtursæð frá málinum hevði Sveis ein annan møguleika. Hann kom aftaná málið, men royndin úr spískum í høgru fóru í síðunetið. At Sveis hevði so fáar møguleikar og
eftir, og vit máttu fara inn eftir provianti. Tá var so langt liðið út. Skipið skuldi til Bjarnoynna. Hans Jacob skuldi bert vera við hendan túrin, so vit fóru bara heim. Tá eg kom heim skuldi Óla Hans Olsen [...] Tað var munur á, sum manningin tá var betri fyri. Tað kom eisini minst líka nógv burturúr. Við Tróndi í Gøtu Eg fór so við Tróndi í Gøtu, tá ið hann kom í 1947. Har var eg fýrbøtari. Hann var ein av teimum [...] fisk, men tað gekk illa at arbeiða hann undan. Tað var so ógvuliga kalt. Tí kom nógv av fiskinunum frystur í lastina. Hetta kom at merkja, at nógv minni fekst fyri hann. Vit fingu einki fyri ein triðing
FCK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóhannes Joensen, HB og Jan C. Dam, B68 Gult kort: Allan Mørkøre 50. Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: [...] 1. hálvleiki tryggur í málinum, og tað var týðuligt, at verjan hevði álit á honum. Jákup Mikkelsen kom ikki í málið eftir steðgin. Og tað vísti seg at vera ein brølari, at venjarin ikki broytti avgerðina [...] og føgur orð um avrikini hjá Jens Martini Knudsen, men hesa ferð var tað eitt mistak at skifta hann inn. Jákup Mikkelsen hevur ein venjara fyri seg sjálvan í Herfølge, meðan Jens Martin Knudsen hevur ábyrgdina
fór at betra um fortreytirnar fyri føroyska álopsspælinum. Lítið til álopsmenninar Nú gjørdist tað bara ongan tíð so øgiliga aktuelt, hvat hendi við føroyska álopsspælinum. Frá fyrsta bríksli fóru slovenar [...] og so hvørt sum royndirnar gjørdust alsamt naskari, øktust sannlíkindini fyri enn einum máli. Hetta kom eisini, tá klokkan var um at nærkast hálva tímanum. Slovenia vann sær fríspark beint uttan fyri føroyska [...] sum Øssur Hansen skoraði til 2-2 fyri góðum ári síðani, kundi Ceh skrúva bóltin upp um manngarðin og inn í føroyska málið. Bundu fyri Málið til 2-0 fekk slovenar at taka nakað av trýstinum aftur, men hóast
hava um tann skilnað, sum kom í Føroyum, serliga eftir at vit frá 1906 fingu politiskar flokkar? Og hvørja hugsan mundi hann hava um danskan politikk? Tá ið Christian Ludvig kom til Danmarkar, hevði Estrup [...] mentanarligum endurreisingarverki. Christian Ludvig var ein av teimum níggju, sum í desember 1888 kallaðu inn til tann nú gitna og nógv umrødda jólafundin, sum, plaga vit at siga, var inngangur til eina heimliga [...] hugmyndafrøðingur, málamikil talsmaður, nei, hann er ein sum virkar á ítøkiligan, praktiskan hátt. Tá ið Jógvan Poulsen í 1891 fyrireikar ta fyrstu føroysku stavingarbókina, fær hann Christian Ludvig at hjálpa
tá var gott at fløva seg við komfýrin. Elektriskt ljós kom til Dímunar í 1949. Tá var tað motorur og battarí, sum vit áttu sjálvi í Dímun. Í 1974 kom Dímun so upp í SEV, tó enn við motori, greiðir Janus [...] hetta var ein vøkur løta, hóast kalt var, og gott var at koma innar í hitan, har Kinna tók ímóti. Inn í henda serstaka køkshitan, ið bert fæst frá einum av gomlu svørtu komfýrunum. Og hugnaligt er inni [...] flaggdagin, so tað verða 49 ár nú aftur í apríl. Ár 2000 hava vit gullbrúdleyp, smílist Kinna. Innbúgvið kom suður og mátti sjálvsagt dragast upp, minnast tey bæði. - Tað gekk væl hjá okkum, vit sóu ljósareytt