Óhappini á fleiri kjarnorkuverkum í Japan eftir jarðskjálvtan og flóðalduna fáa nú onnur lond at endurskoða trygdarskipaninar á kjarnorkuverkunum. Indiski forsætisráðharrin, Manmohan Singh, segði í dag [...] Endamálið er at fáa vissu fyri, at tey indisku kjarnorkuverkini skulu tola náttúruvanlukkur sum hana í Japan. Einki land í heiminum fær so stóran part av sínari orku frá kjarnorkuverkum sum India. Árliga fr [...] kjarnorkuverkini í landinum. Myndugleikarnir siga, at ætlanin má endurskoðast eftir tað, sum er hent í Japan, og at trygdin er tað, sum hevur størstan týdning.
Jarðskjálvtin og flóðaldan í Japan fara at kosta samfelagnum millum 14 og 15 billiónir yen ella millum 920 og 990 milliardir krónur. Tað sigur ein útrokning, sum sveisiski bankin Credit Suisse hevur gjørt
Í Japan búleikast fleiri hundraðtúsund fólk í skúlum og ítróttarhøllum, tí húsini, sum tey búðu í, vórðu oyðiløgd í jarðskjálvtanum ella skolað burtur í flóðalduni. Myndugleikarnir siga, at umleið 380 [...] eru flutt burtur frá kjarnorkuverkum orsakað av vandanum fyri geislavirknum leka. Tað er vetur í Japan, og veðurmenninir siga frá kaldari veðri teir næstu dagarnar. Japanska deildin av Reyða Krossi hevur
Í nátt var aftur ein spreinging á einum kjarnorkuverki í Japan. Hesaferð snýr tað seg um tann triðja reaktorin á kjarnorkuverkinum Fukushima-Daiichi. Beint aftan á spreingingina boðaðu myndugleikarnir
Náttúran í Japan ger aftur um seg. Hesaferð er tað gosfjallið Shimmodake, sum er farið at goysa royk og gosgrót einar fýra kilometrar upp í luftina. Jarðfrøðingarnir vita ikki, um gosið kann hava nakað
Japanskir jarðfrøðingar rokna við fleiri jarðskjálvtum afturat í Japan teir næstu dagarnar. Sambært Japan Meteorological Agency er minst 70 prosent sannlíki fyri, at onkur av eftirskjálvtunum verður oman
Jarðskjálvtin og flóðaldan fyrradagin er tann ringasta kreppan í Japan síðani seinna heimsbardaga. Tað segði forsætisráðharrin, Naoto Kan, í einari sjónvarpsrøðu í dag. Samstundis bað hann hvønn eintakan
Í Japan hava jarðfrøðingarnir nú staðfest, at tann harði jarðskjálvtin var uppaftur harðari enn mett av fyrstan tíð. Upprunaliga varð sagt, at skjálvtin var 8,9 á Richterstiganum, men nú sigur jarðfrø [...] Richterstiganum og kostaði 1.600 mannalív. Alment er talið á deyðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Japan komið upp á umleið 700, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at meiri enn 10.000 kunnu hava latið lív
Myndugleikarnir í Japan vita ikki, hvat er hent helminginum av teimum 19.000 íbúgvunum í havnarbýnum Minamisanriku, sum varð raktur av flóðalduni í gjár. Tíðindastovan Kyodo skrivar, at fyribils hava
Myndugleikarnir í Japan bera nú ótta fyri, at jarðskjálvtin og flóðaldan í gjár kunnu hava kravt meiri enn 1.000 mannalív. Franska tíðindastovan AFP skrivar frá keldum í løgregluni, at higartil eru 713