Eldgos í Japan

Náttúran í Japan ger aftur um seg. Hesaferð er tað gosfjallið Shimmodake, sum er farið at goysa royk og gosgrót einar fýra kilometrar upp í luftina. Jarðfrøðingarnir vita ikki, um gosið kann hava nakað samband við tann harða jarðskjálvtan fríggjadagin. Fjallið goysti í januar, men teir seinastu fjúrtan dagarnar hevur tað verið friðarligt, til tað aftur fór at goysa í dag.

Hetta er tað fyrsta gosið í Shinmoedake í 52 ár. Myndugleikarnir hava økt tilbúgvingina í økinum kring fjallið.