Vænta harðar eftirskjálvtar

Japanskir jarðfrøðingar rokna við fleiri jarðskjálvtum afturat í Japan teir næstu dagarnar. Sambært Japan Meteorological Agency er minst 70 prosent sannlíki fyri, at onkur av eftirskjálvtunum verður oman fyri sjey á Richterstiganum.

Síðani tann harða jarðskjálvtan fríggjamorgunin hevur jarðfrøðistovnurin skrásett meiri enn 200 eftirskjálvtar. Tann harðasti var í Fukushima-økinum, sum er einar 170 kilometrar í landnyrðing úr Tokyo.

Tey seinastu boðini frá myndugleikunum siga, at umleið 2.000 fólk eru funnin deyð eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, men bjargingarliðini siga, at talið á deyðum kann fara upp um 10.000.