Jarðskjálvtin var 9,0

Í Japan hava jarðfrøðingarnir nú staðfest, at tann harði jarðskjálvtin var uppaftur harðari enn mett av fyrstan tíð. Upprunaliga varð sagt, at skjálvtin var 8,9 á Richterstiganum, men nú sigur jarðfrøðistovnurin í Tokyo, at hann var 9,0. Tað hava nærri kanningar víst, sigur sjónvarpið NHK.

Jarðskjálvtin var sostatt ein tann harðasti, sum menn vita um at siga, tí sambært jarðfrøðingum hava bara fýra jarðskjálvtar verið oman fyri 9,0 á Richterstiganum. Tann harðasti, sum er staðfestur, var í Kili í 1960. Hann var 9,5 á Richterstiganum og kostaði 1.600 mannalív.

Alment er talið á deyðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Japan komið upp á umleið 700, men myndugleikarnir bera ótta fyri, at meiri enn 10.000 kunnu hava latið lív.